fríggjadagur 28. januar 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12
Sosialurin
Starvið
Høvuðsuppgávan hjá fíggjardeildini er at fyriskipa
og samskipa fíggjarligu viðurskiftini á stovninum
og at hava eftirlit við, at innan- og uttanhýsis
játtanirnar halda.
Sum kontrollari kemur tú sertakliga at varða av:
. eftirliti við byggiroknskapum
. váðameting av verkætlanum
. eftirliti við avtalugrundarlagi
. eftirliti við faktureringsætlanum
. eftirliti við, at játtanir verða hildnar
. og øðrum fyrifallandi uppgávum
á fíggjardeildini
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving innan
roknskap. Til dømis HD, HA ella cand.merc. Ert
tú verkfrøðingur ella líknandi við eftirútbúgving og
drúgvum royndum innan roknskap, eru vit eisini
áhugað at hoyra frá tær.
Royndir innan oman fyri nevndu uppgávum og/
ella innan grannskoðan er ein fyrimunur. Haraftur-
at er tað fyrimunur at hava innlit í byggivinnuna,
byggiløgfrøði og gongdina í byggiverkætlanum.
Tú dugir at varðveita yvirlitið, men evnar eisini
at fara niður í smálutir. Tú ert førur fyri at seta
kritiskar spurningar umframt at eftirkanna og
meta um roknskaparligu mannagongdirnar. Sum
persónur ert tú diplomatiskur og samstarvandi.
Tú dugir væl at lurta eftir fólki, men tú ert eisini
áhaldandi og megnar at skera ígjøgnum, tá tað
er neyðugt.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært sátt-
málanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Arbeitt verður skiftitíð.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv)
verður at senda til lv@lv.fo og skal vera okkum í
hendi í seinasta lagi 31. januar 2010, kl. 08.00.
Merk umsóknina „Kontrollari“.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Árant Andriasson, fíggjarleiðara, á
telefon 290 821 ella við at senda ein teldupost til
arant@lv.fo
STARVSLÝSING
Kontrollari til fíggjardeildina á Landsverki
Søkt verður eftir kontrollara til Landsverk at byrja 1. mars ella skjótast til ber.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.
Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
Við umleið 140 starvsfólkum er Landsverk ikki bert ein av størstu almennu stovnunum í Føroyum, men eisini millum teirra, sum
hevur størstu serfrøðina savnaða undir sama taki.
Tel 226671 ella 258224 www.monday.fo
Málbólkur >
Til tín, ið hevur grundvitan innan kogntiv amboð og
ynskir at arbeiða víðari við egnari menning í mun til
lívsreglur og sjálvsvirðing.
Endamálið við skeiðnum er >
At gerast tilvitandi um egnar lívsreglur og mynstur og
kunna arbeiða við nýggjum atburði í mun til hvørji
virðir hava týdning fyri teg.
Undirvísarar >
Undirvísarar eru Jóhanna Andreasen og Oddbjørg
Johansen, sum báðar eru sjúkrarøktarfrøðingar við
eftirútbúgving innan kognitiva terapi og hava drúgvar
royndir innan økið.
Tíð, stað, kostnaður og tilmelding >
Skeiðið fevnir um 2 modulir á 2 dagar
og verður hesar dagar :
Modul 1.
23. og 24. feb. 2011, báðar dagarnar kl. 9.00 – 15.00
Modul 2.
30. og 31. mars, báðar dagarnar kl. 9.00 – 15.00
Kostnaður: 7.000 kr.
Luttakaratal: Í mesta lagi 10 persónar.
Stað: Kaffihúsið, Tórshavn.
Tilmelding >
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost á
johanna@monday.fo innan 10. februar 2011.
Framhaldsskeið
í kognitivum
amboðum
– at arbeiða við egnum lívsreglum og sjálvsvirðing