fríggjadagur 28. januar 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 12 · 28. januar 2011
2
VIKUSKIFTI
filmur
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Vit »hildu við« buisnessmanninum
Blake Carrington og vøkru konu hans
ara, Krystle – og vit øtaðust av tí, sum
útspekuleraða ekskonan, Alexis, fann
uppá.
Dollars er onkusvegna ein ímynd
av 80'unum, tí røðin byrjaði í 1982 og
gekk í samfull sjey ár á rað. Men nú er
ætlanin at blása lív í aftur gomlu røðina
við at innspæla hana sum film.
Esther og Richard Shapiro, sum vóru
fólkini handan røðina, siga, at tíðin nú
er komin at endurskapa Dollars.
Eftir øllum at døma fer filmurin
at snúgva seg um Blake Carrington,
tá hann var ungur, og tá hann møtti
Alexis afturi í 60'unum. Um vit fara
at síggja nakað til Krystle, sigur søgan
einki um.
Men filmurin fer at hava ein nógv
størri fíggjarkarm enn sjónvarpsrøðin
hevði, og fyrireikararnir lova eisini
meiri action og fleiri heitar ástarleikir,
enn røðin vísti.
Tað var John Forsythe, sum spældi
Blake Carrington. Han doyði í fjør, 92
ára gamal.
Krystle varð spæld av Lindu Evans,
sum í dag er 68 ára gomul, og Alexis
var spæld av Joan Collins, sum nú er
vorðin 77 ár.
Enn er einki sagt um hvørjir leikarar
skulu gera teimum kynstrið eftir og
verða við í filminum.
Hvussu er og ikki, so verður tað
óivað nostalgi fyri allar pengarnar.
Antin tað – ella eitt fullkomið kiks.
Livst so spyrst.
Eg og
Erling!
redaktørur: Eydna Skaale
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
forsíðumynd: Vígdis Johannesen / Jens Kristian Vang
2 Klumma: Eg og Erling
4 BaKgrund: Í JEsu navni, gEv mær tÍnar pEngar
6 TiPS: pErfEktu brillurnar
8 2010 Eitt vanlukkuár
10 HEilSuSíðan: mEtt við færri kalorium
11 90 SEKund: barbara Holm
12 norðurlEndSKi STaTurin skal bJóða Hinum av
14 Til arBEiðiS: vÍgdis JoHannEsEn
15 umafTurafTurum: Høgni dJurHuus
16 Ein HEimur aV málsligum fJølbroytni
22 miðlamJarr: tað siga tEy á facEbook og Í miðlunum
23 Tað HEndir: konsErtir, tiltøk, bøkur og annað
24 ViKumyndin: skoytuprinsEssa
INNIHALD
klumman
Inna
Törnroos
EINAfErð um vikuna ruDDAðI kenda amerikanska SENDIrøðIN
»DoLLArS« gøturnar, og tað vóru SErA nógvir føroyINgAr,
sum trúLIgA fylgdu við í LívuNum hjá familjuni CArrINgtoN
dollars
– nú sum filmur
Tit kenna kanska kensluna – tá ein sær ein
kendan persón ella ein, ið ein hevur stóra
virðing fyri – beinini gerast til gelé og
summarfuglarnir leika í í búkinum.
Eg havi uppliva tað nakrar ferðir: Tá eg
skuldi gera eina samrøðu við Carolu – tá
Will Smith kom inn í sama rúm sum eg var
í – og tá eg skuldi samanføra dólgarnir á
jólum 2009.
Tey fyrstu bæði gingu uppá stás.
Samrøðan við Carolu bleiv góð, og Will
Smith var so upptikin av øllum blondinunum
rundan um seg og sá ikki, tá eg royndi at
geva honum eitt blendandi smíl!
Verri var tað við dólgunum. Eg helt
at tað ljóðaði sum eitt frálíkt hugskot at
samanføra teir tríggjar, Ega Dam, Hans Jacob
Hermansen og Erling Eysturoy, tá røðin aftur
var at síggja í jólakalendaranum. Teir vóru
við uppá hugskotið, men tað var eitt sindur
torført at finna eina tíð, sum passaði øllum.
Vit broyttu nakrar ferðir og hvussu tað nú
var, so fekk Erling ikki tey seinastu boðini...
Erling, sum starvast sum chafførur kom
uppá prikkin kl 17 inn í Miðlahúsið. Hann
tivaði næstan og hevði skundað sær.
Eg hugdi bilsin upp, tí tað var ikki mein
ingin, at teir skuldu koma fyrr enn kl 18.
Erling bleiv í øðini. Hann hevði lagt allan
dagin um fyri at náa samrøðuna við hinar
dólgarnar, hevði skundað sær og noyddist
aftur til arbeiðis um kvøldið, tí hann ikki
kláraði at gerast liðugur áðrenn kl 17 – og
har stóð eg. Hevði onga góða forkláring og
besti dólgurin Bjartur – fantastiski Erling
Politistur – ERLING var óður við MEG!
Eg ristist sum eitt bókablað. At Erling var
illur, var verri enn at Carola hevði langað
rørið á, ella at Will Smith hevði gálvað eftir
mær.
Skelkað fór eg yvir aftur til telduna og
vónaði ikki, at alt arbeiðið at savna teir
tríggjar var til fánýtis.
Erling fór út. Egi og Hans Jákup komu,
og eg kom niður á jørðina aftur. Tað gjørdi
Erling eisini, tá hann kom aftur nýbrúsaður
og í reinum klæðum. Samrøðan bleiv gjørd
bæði til Rásina og Sosialin – og teir tríggir
vóru júst so fittir og stuttligir, sum eg hevði
væntað mær.
Dólgurin í hesum føri var eg.
Krystle, Blake og Alexis verða nú at síggja á filmsløriftinum