Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 Sosialurin Vælkomin til Íslands SKÚLAFLOKKAR · ÍTRÓTTARFELØG · PENSJÓNISTAR · ARBEIÐSPLÁSS · BINDIKLUBBAR · GONGUFELØG Davíð Samúelsson, Góðkendur ferðaleiðari Skipað verður fyri ferðum kring Ísland, m.a. til Gullfoss, Geysir, Tingvellir og Bláa Lón. TOSAÐ VERÐUR FØROYSKT Bæði stórir og smáir bussar Tel. +354 861 3426 · davidsam@simnet.is Savnsleiðari til Listasavn Føroya Við hesum verður starv sum leiðari á Listasavni Føroya lýst leyst at søkja til setanar frá 1. mai 2011. Listasavn Føroya er tjóðlistasavn Føroya. Endamálið hjá Listasavninum er at savna, varðveita og miðla føroyska list. Fram­ sýningar av føroyskari og útlendskari list skulu tryggja og miðla vitan um føroyska og útlendska list í Føroyum. Uppgávur Leiðarin á Listasavni Føroya kemur at hava listarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina og skal standa fyri menningini av Lista­ savninum sum tjóðlistasavn føroyinga. Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru: • at hava dagliga raksturin av savninum um hendur, herundir at umsita savnið innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamál savnsins • at gera framsýningarætlanir og aðrar virkisætlanir fyri savnið • at virka fyri gransking og útvegan av tilfari um savnið og tey listaverk, ið savnið eigur • at veita ráðgeving og virka fyri góðum samskifti og samstarvi við myndugleikar, listaøkið, søvn, stovnar, skúlar og almenningin yvirhøvur Faklig førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjarar hava visjónir um at menna listaøkið í Føroyum og neyðug­ an førleika at leggja framtíðar ætlanir fyri Listasavn Føroya. Umsøkjarar skulu hava listfrøðiliga ella aðra útbúgving, ella royndir ið kunnu metast at geva fakligan førleika at røkja starvið. Harumframt skulu umsøkjarar hava innlit í fíggjarviðurskifti og fyrisiting. Fyrimunur er at hava leiðsluroyndir, kunn­ leika til og royndir innan listasavnsøkið. Persónlig førleikakrøv Umsøkjari skal hava góð leiðslu­ og sam­ starvsevni, vera ágrýtin, tænastuhugaður, miðvísur, arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Lønar- og setanartreytir Starvið er tíðaravmarkað í fimm ár við fyrsta árinum sum royndartíð og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Stýrið setir savnsleiðaran eftir tilmæli frá Lista­ felag Føroya og Felagnum Føroysk Mynd­ listafólk. Tann, ið verður settur, má góð­ taka møguligar broytingar í setanar­ og starvsviðurskiftum sínum í sambandi við bygnaðarbroytingar á savnsøkinum Fleiri upplýsingar Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Martin Næs, formann í stýrinum fyri Listasavn Føroya, tlf. 55 50 40 ella á martinn@mmr.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til: Listasavn Føroya Stílað Martini Næs, stýrisformanni Postrúm 1141 FO 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Listasavni Føroya í hendi í seinasta lagi 25. februar 2011, kl. 15 Listasavn Føroya varð skipað sum sjálvsognarstovnur í 1989 og verður rikið við rakstrarjáttan á løgtingsfíggjarlógini, egnum virksemi og við stuðli frá Tórshavnar kommunu og ymsum grunnum. Listasavnið virkar eftir viðtøkum fyri Listasavn Føroya frá 2002. Stýrið fyri Listasavn Føroya er ovasta leiðsla á savninum. Á Listasavni Føroya starvast 3 fólk í føstum starvi. LISTASAVN FØROYA | P.O.BOx 1141 | FO110 TóRShAVN | TLF. +298 313579 | INFO@ART.FO | www.ART.FO Intensivt skeið í sponskum Vilja tit læra næstmest internatio­ nala málið við Intensivum skeiði? Skeiði er hvønn mánadag, týsdag og hósdag kl. 19.00 á Læraraskúlanum í Havn. Byrjað verður 15. februar 2011. Tilmelding á tel. 589620 ella spansktskeid@gmail.com. Góður prísur! Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskap­ar- setrinum er eitt granskingar- og undirvísing- arstarv í søgu leyst at søkja. Tann, ið sett/ur verður, skal serliga virka fyri at menna gransking og útbúgving í søgu á Fróðskap­- arsetrinum. Starvsøki Granskingarp­arturin verður knýttur at serøki umsøkjarans, men umsøkjarin skal eisini vera sinnaður at granska í føroyskari søgu. Samstarv við aðrar mentanarstovnar og onnur fakøki innan- og uttanseturs er týdn- ingarmikið í starvinum. Undirvísingarp­arturin fevnir um ábyrgd av søgup­artinum í útbúgvingum á setrinum, eisini teimum sum útbúgva seg sum lærarar og teimum sum fáa sær eftirútbúgving. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu umframt kandidatútbúgv- ing í søgu helst hava granskingarførleika á lektarastigi og hollar undirvísingarroyndir. Umsøkjarar, sum hava Ph.D.- ella lektara- førleika og sum hava granskað í føroyskari søgu, hava fyrimun. Umsøkjarin skal hava góð samstarvsevnir. Við umsóknini skulu, umframt CV og lýsing av egnum granskingarprofili og framtíðar­ ætlanum umsøkjarans við starvinum, eisini fylgja yvirlit yvir øll vísindalig avrik um- søkjarans. Tey bestu 10 vísindaligu avrik umsøkjarans skulu leggjast við umsóknini í fýra eintøkum. Starvið verður sett í samsvar við førleika- meting hjá metingarnevnd og ein setanar- nevnd gevur rektaranum tilmæli um, hvør setast skal. Umsókn Umsóknarfreist er 7. mars 2011. Starvið verður sett 1. mai 2011 ella skjótast til ber. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri up­p­lýsingar um starvið fáast við at venda sær til dekanin Hans Andrias Sølvará, tlf. 352583/292581, hansas@setur.fo ella til rektaran, Jóan Pauli Joensen jop­ajo@setur. fo 352503/292503. Umsóknir við avriti av p­rógvum, ævisøgu (CV), vísindaligum avrikum og lýsing av granskingaprofili og framtíðarætlanum v.m. skulu sendast til: FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 110 Tórshavn FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Vísindastarvsfólk í søgu á Fróðskap­arsetri Føroya www.sosialurin.fo Lesið Sosialin