mánadagur 31. januar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
16
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað er einki at taka seg aftur
í, at nýggja skoytubreytin hjá
Tórshavnar kommunu er ein
rættilig sólskinssøga.
– Vit hava mett, at tað
mundu vera um 1100 fólk
á skoytubreytini tann týs
dagin, hon bleiv tikin í nýtslu,
og síðani hava vit havt úr 750
fólkum heilt upp í 1300 fólk
leygardagin,
sigur
Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
Hóast tað onkran dag
hevur verið bæði regn og
illfýsi, hevur tað ikki hildið
fólki aftur í at skoyta.
– Hesar dagarnar hava eis
ini nógvir barnagarðar vitja,
bæði her úr Havn, men eisini
kring um í landinum. Tað ber
nevniliga til at leiga seg inn
millum klokkan 9 og 13, og
tað hava nógv gjørt brúk av,
sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at skoytu
breytin er komin fyri at verða,
og hann heldur, at tað upp á
longri sikt kemur væl við tær
royndir, sum standast av.
– Tað kann koma upp á
tal við einari størri breyt, um
hesin áhugin heldur fram,
og eg vil heldur ikki avvísa,
at talan kundi verið um eina
innilokaða breyt, sigur Heðin
Mortensen.
Tað sær eisini út til, at
skoytubreytin fer at hvíla í
sær sjálvari, tí við so nógvum
vitjandi átti at borið til at
fingið tær 100.000 krónurnar
inn, sum breytin kostar í
streymi.
Fyribils er borgarstjórin
í hvussu er væl nøgdur við
talið av vitjandi.
– Vit hava 190 pør av
skoytum og tað halda vit vera
nóg mikið, tí við nógv meiri
pørum hevði tað helst gjørst
heldur trongt á breytini,
sigur Heðin Mortensen.
Út við 6.000 fólk hava roynt nýggju skoytubreytina hjá Tórshavnar kommunu, og tað
sær út til, at útrokningarnar halda og skoytubreytin hvílir í sær sjálvari
Millum 750 og 1300
fólk hava vitjað
skoytubreytina
hesar dagarnar,
síðani hon lat upp
Myndir: Álvur Haraldsen
Fólk mugu tolin standa í bíðitøð, fyri at sleppa út á skoytubreytina
Ung sum eldri hugna sær óført á skoytubreytini
Skoytubreytin
sera nógv vitjað