Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-31, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. januar 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13 Sosialurin Við hesum verður starvið fyri Húsalánsgrunnin lýst leyst at søkja. Starvið skal setast skjótast tilber. Arbeiðsuppgávur Stjórin hevur ábyrgdina av at leiða og menna Húsalánsgrunnin í tráð við endamálið í nýggju lógini, og vísir beinleiðis til stýrið fyri Húsalánsgrunnin. Saman við stýrinum skal stjórin leggja virksemið til rættist, og skal virka fyri, at Húsalánsgrunnurin verður ein virkin stovnur á lánimarknaðinum, og eisini at fáa broytt hugburðin í samfelagnum fyri orkusparandi tiltøkum. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava eina viðkomandi ástøðiliga útbúgving. Harumframt skulu umsøkjarar hava góða leiðslu- og samstarvsevnir, og góðar førleikar at mynda stovnin úteftir. Tað er ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir. Lønar og setanarviðurskiftir Starvið verður lønt eftir 38. lønarflokki, hjá Tænastumannafelagi landsins, uttan tó at vera tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15% av eftirlønar- gevandi lønini. Setunartreytir annars verða ásettar í sersáttmála. Vit kunna annars bjóða Sum stjóri í Húsalánsgrunninum fært tú eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum í einum sera góðum arbeiðsumhvørvið. Fleiri upplýsingar Umsøkjarar kunna seta seg í samband við Húsalánsgrunnin, Páll Poulsen, fyri at fáa meiri at vita um stravið. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, CV og øðrum viðkomandi upplýsingum , skulu í seinasta lagi 15. februar 2011 sendast til: Stýri fyri Húsalánsgrunnin Postrúm 215 110 Tórshavn Stjóri til Húsalánsgrunnin Húsalánsgrunnurin LærLingur Søkt verður eftir HVS Lærlingi til Box 182 · FO-110 Tórshavn Vit vænta at tú ert raskur/røsk og Fyrikomandi. Koyrikort er Eitt krav. Ert tú tann rætti persónurin, ert tú vælkomin at senda eina umsókn. Til ap@mp.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi innan 14.02.2011 P/F Maria Poulsen Smyrilsvegur 8 Postboks 182 FO 110 Tórshavn Meiri fæst at vita við at ringja til Arthur Poulsen á tlf. 312 000 Ella send ein mail á ap@mp.fo P/F Maria Poulsen er størsta HVS virkið í Føroyum við handli,verkstaði og búnýti. Í dag starvast um 35 fólk í fyritøkuni. Alt innan heilsølu og smásølu.