fríggjadagur 4. februar 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15
Sosialurin
Oddfríður Marni Rasmussen
Formaður í Listafólkasambandi Føroya
Tað er ótrúligt, at ongin í
Javnaðarflokkinum
talar
at. Kanska eru tey troytt av
at tala at hesum sokallaða
politikaranum, ella tora tey
ikki at svara honum aftur,
tí kanska fer hann at møta
upp á fundum. Óansæð, so
er hann valdur á løgting fyri
Javnaðarflokkin, og tá ið
ongin javnaðarmaður ella
kona talar at, so er tað tí, at
tey samtykkja.
Vit hava eina íløguskipan
í Føroyum, sum veitir lista
fólkum tíð og frið at arbeiða
og framleiða sín listaverk.
Henda skipan er umleið
helmingurin av samlaðu
játtanini til Mentanargrunni
landsins, og verður hon
veitt sum starvslønir til
listafólk. Hin helmingurin
verður játtaður sum stuðul
til mentanalig tiltøk og
listaligar verkætlanir av
ymiskum slagi. Nevndin í
Mentanargrunni landsins
metir útfra teimum umsókn
um, sum koma inn, hvør um
søkjari eigur at fáa starvs
løn. Eitt listafólk kann fáa
starvsløn frá einum mánaði
til trý ár. Mánaðarlønin er
hin sama sum hjá lærarum.
Tað gleðiliga er hent,
at aftur í ár hava listafólk
fingið starvslønir. Í ár vóru
játtaðar 2,6 milliónir krónur
í starvslønum til listafólk.
Eg veit ikki hvaðani Gerhard
Lognberg hevur fingið talið
3,4
milliónir
krónur
til
starvslønir frá, men hevði
Gerhard gjørt sítt arbeiði
nóg væl, so visti hann at
siga okkum hetta sjálvur.
Eg kann siga Gerhardi, at
hinar 800.000 krónurnar
eru játtaðar til mentanaligar
og listaligar verkætlanir og
ikki til starvslønir.
Við hesum veit Gerhard
nú eitt sindur um Mentanar
grunn landsins, og hvussu
henda íløgan er skipað.
Gerhard Lognberg held
ur, at starvslønirnar til
listafólk kundu verið betur
brúktar onkra aðrastaðni,
til dømis í fiskivinnuni, at
flyta avvarðandi til Dan
markar við sínum kæru
sjúku ella til trygd á sjónum.
Við hesum logikkinum, so
kundu tær 27 milliónirnar
til ítróttarhøll á Sandi verið
settar í fiskivinnuna ella
aðrastaðir, har tær høvdu
gagnað betur, men sum flest
øll vita, so er samfelagið
ikki so einfalt bygt upp, at
eitt heilt øki skal strikast
av fíggjarætlanini, tí at ein
politiskur
ráksnúningur
heldur seg hála nakrar at
kvøður afturat til sín, við at
siga, at onnur høvdu havt
meira brúk fyri júst hesum
pengunum.
Sjálvandi
eiga avvarðandi at sleppa
at fylgja sínum sjúku til
Danmarkar,
fiskivinnan
eigur eisini at kunna virka
innan fyri góðar karmar, og
sjómenninir eiga at hava eitt
trygt arbeiðspláss. Orsøkin
til, at vit hava politikarar
í Føroyum, er fyri at skapa
grundarlag
fyri
slíkum,
ikki við at siga, at nú hava
listafólkini fingið sín møgu
leika í samfelagnum og nú
er tíð til, at onkur annar
fær ein møguleika. Hetta
bíbilskt politiska rákið, har
høgra hond ikki veit, hvat
vinstra ger, tykist at eyð
kenna politisku atgerðirnar
hjá Gerhardi Lognberg.
Tað er langt úti, at Ger
hard
Lognberg
heldur
tað, at ein íløga á 3,4 milli
ónir krónur til list og
mentan hava skyldina í,
at fiskivinnan ikki klárar
seg. Heldur hann tað, so
hevur hann ikki bara ein
politiskan trupulleika, men
eisini ein mennsikjaligan og
vitbornan trupulleika.
Kanska Gerhard Logn
berg stúrsar við, tí at eg
havi nevnt játtanina til
Mentanargrunn
landsins
fyri eina íløgu. Tað er við
vilja. Í øðrum londum hava
tey roknað út, hvussu nógv
eitt samfelag fær burturúr
hvørjari krónu, ið verður
játtað til list og mentan.
Ein játtað króna til list og
mentan gevur 10 krónur
aftur til samfelagið. Tað vil
siga, at tær 3,4 milliónurnar,
sum herfyri vórðu latnar
listini, fara at geva sam
felagnum 34 milliónir. Hetta
er ikki stuðul, ið verður latin
teimum, sum onki framleiða,
hetta er ein íløga, har fólk
skapa listaverk og skipa fyri
mentanartiltøkum, ið gera
Føroyar til eitt fjølbroytt
og ríkari samfelag, har fólk
hava annað at gera, enn
bara arbeiða og sova.
Sum formaður í Lista
fólkasambandi
Føroya
fari eg ikki at lata hetta
fara aftur við borðinum,
at ein politikari, ið eigur at
standa fyri frælsi, javnaði
og brøðralagi skal arbeiða
fyri at hála livigrundarlagið
undan limunum í LISA við
teirri grundgeving, at onkur
annar kundi brúkt játtanina.
Verkamaðurin fær ikki eitt
betri lív, um tú tekur starvs
lønarjáttanina frá listafólk
unum, Gerhard Lognberg.
So leyp Gerhard
aftur á listafólkini
Hevur tað nakra meining
at gera eitt heimsatlas, sum
ikki fylgir tilmælum frá
internationalum
stovnum
og forløgum um nakrar
felags leiðreglur í skriving av
landanøvnum og øðum staða
nøvnum? – Hevur tað nakra
meining at gera eitt heims
atlas, har øll nøvnini skulu
endurgevast eftir føroyskum
ljóðreglum?
Árni Dahl, lærari, hevur
í miðlunum havt nakrar við
merkingar til orðaskiftið,
sum hevur verið alment um
tað komandi atlassið, sum
Skúlabókagrunnurin fer at
geva út. Eg loyvi mær hervið
at svara Árna Dahl (AD).
Politiserandi
fakligheit?
Dahl hevur fingið tað til, at
eg vil fremja ”hjálandakend
sjónarmið”, sum hann mál
ber seg. Hann leggur aftrat,
at nú ”skulu føroyskir skúla
næmingar tvingast at skoða
heimin av Frúu Plássi” (hví
hetta pláss millum dómkirkj
una og universitetið í Keyp
mannahavn skal nevnast, for
standi eg ikki?). Soleiðis havi
eg ongantíð sagt ella hugsað,
harra Dahl.
Árni gerst ekstremur
Men ikki nokk við tí, AD gerst
rættiliga ekstremur: ”Og skulu
vit nú í øllum lærugreinum
og á øllum floksstigum taka
atlit til ríkisfelagsskapin, tá
ið undirvísingarmiðlar verða
framleiddir?”
(AD
hevur
skriva
orðini
við
feitum
typum). Eg havi hvørki hugs
að, sagt ella skrivað nakað, ið
líkist. Eiheldur havi eg hoyrt
nakran ella sæð nakran annan
skrivað nakað, ið bara kemur
í námind. Hetta er óstýriligur
heilaspuni hjá AD.
Sakir blandast saman,
og argumentini skinkla
AD skrivar at eg havi ”borið
meg undan” at týða navna
tilfarið, tí ”hann vildi tryggja
sær, at atlasið skuldi ríkis
rættarligu støðu okkara.” Her
kemur alt í bland hjá Árna, tí
hvørki Magnus Tausen vegna
Skúlabókagrunnin ella eg
hava argumenterað soleiðis.
Fyrsta: Skúlabókagrunn
urin og eg samráddust um
grundarlag fyri týðing av
eingilska partinum av atlassi
num. Eg legði míni sjónarmið
fram
(Skjal:
Eintýdd
og
praktisk staðanøvn, í 11 punkt
um).
Skúlabókagrunnurin
vildi ikki taka støðu til hetta,
men segði at handritið skuldi
viðgerast, tá eg hevði latið tað
inn. Eingin semja bleiv funnin.
Var tað nakar, sum bar seg
undan at taka støðu, so var
tað Skúlabókagrunnurin.
Næsta: Mær varð vístur
ein
listi,
hvussu
kortini
skuldi skipast (hevði einki
við týðingina at gera). Eg
segði alt fyri eitt, at tað ikki
kundi vera rætt, at Ísland
skuldi hava umleið 16 ferðir
so nógv pláss sum Danmark.
Hetta hevur Magnus Tausen
sagt seg vilja hugsa um og
broyta. Eg rokni við, at hann
eisini setir hetta í verk.
Á beinari kós
móti kaos
AD endar við at endurgeva
nakað, sum hann sigur seg
hava hoyrt frá einum vin
manni. Tað, at AD endur
gevur hetta, og kallar tað ein
skilagóðan spurning, man
merkja at AD er púra samdur
í hesum. Um hetta er linjan
hjá nationalistiskum purist
um, so er sanniliga nakað
sum skal fáast í rættlag.
Citatið hjá AD ljóðar:
”Hvør er grundin til at geva
út føroyskt atlas, um nøvnini
ikki skulu endurgevast við
støði í føroyskum ljóðreglum,
men
skulu
endurgevast,
sum tey verða endurgivin í
donskum atlasum?” Føroy
skar ljóðreglur í fronskum,
týskum og kinesiskum?
Tað finnast skilagóð
international tilmælir
Tað, sum eg og fleiri onnur
hava víst á, er at Collins for
lagið (sum Skúlabókagrunn
urin
brúkar),
STstovnar,
sum gera viðmælir til stand
ardisering av nøvnum, og
lærubøkur, mæla til ávísar
leiðreglur. Og nettup ikki at
skriva hvør í sínum lagi, ella
eftir ”føroyskum ljóðreglum.”
Men eingin – heldur ikki eg
hevur ætlað at gjørt tað eftir
donskum atlassum, men nett
upp eftir altjóða (internation
alum) galdandi reglum og til
mælum. Kanska kundi man
steðga, tá fyrsti setningur
varð lisin: ”Hvør er grundin til
at geva út føroyskt atlas?” Tá
eg síggi abbabørnini handfara
telduna og ganda við google
maps og earth, so má eg siga
at stórur partur av einum slík
um atlassi longu liggur tøkt
í hvørjum húsi, og børnini
duga flestøll at brúka hesar
hentleikar.
Lat realismuna vinna
fram, gev purismuni
upphøggingarstuðul
Regin Eikholm skrivaði nøkur
skørp vísdómsorð seinasta
fríggjadag í miðlunum: ”Tann
hugsandi føroyingurin hevur
tikið realismuna til sín og
ynskir at liva í nú’inum – og
ikki í einum avsondraðum
puristiskum
dreymalandi.”
Nú meini eg so, líka sum
Regin, at allir føroyingar duga
at hugsa, men summir standa
fastir í nationalromantiskari
hugsan og tankagóðsi.
Til nakra nyttu?
Men júst yvirskriftin hjá AD
avmyndar eina politiserandi
og nationalistiska tanka
gongd í staðin fyri faklig
heit. Yvirskrivftin, ið var
”Heimsatlas
ella
Heima
stýrisatlas” roynir at gera
gjøldur burturúr tí politiska
realitetinum, at Føroyar tey
seinastu 62 árini hava havt
heimastýri. Hetta ger hann
við at blanda fakligheitina
(heimsatlas) saman við stats
rættarligu støðu Føroya, so
leiðis sum hon veruliga er og
hevur verið leingi, men sum
AD helst kanska kundi ynskt
sær øðruvísi. Júst hetta er
dømi um eitt ”puristiskt
dreymaland” sum ikki kann
brúkast til nakað.
Rolf Guttesen
Árni Dahl blandar
fakligheit og politikk
Sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg, hevur
í seinastuni víst Føroya fólki, hvussu einfaldur
politikari, hann er. Flestir føroyingar taka ikki undir
við sjónarmiðum hansara. Tað er bara tað, at nógvir
føroyskir veljarar, ið hvussu so er einir 600, ið hava
valt hann, eru eins einfaldir og Gerhard Lognberg