fríggjadagur 4. februar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15
20
Sosialurin
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Kjak
Steðgar fjarlestur fráflyting?
Tað tykjast nakrir politikk
arar at halda. Veruleikin er
helst tann, at møguleikin
fyri fjarlestri fær nøkur
at búgva longri heima (hjá
foreldrunum) og harvið at
útseta fráflytingina. Fjar
lestur er tí eitt gott tilboð
aftrat og heldur nøkrum
heima, men tilboðið um fjar
lestur í sjálvum sær steðgar
ikki fráflytingini.
Vit hava brúk fyri fólki
við góðum útbúgvingum í
arbeiðnum at flyta landið
fram til at gerast eitt vitan
arsamfelag. Tað er ein stór
avbjóðing at tryggja, at føroy
ingar við góðari útbúgving
koma heim til Føroya at liva
og arbeiða. Kapping er um
vitanina, og í løtuni tapa
Føroyar kappingina, tí bara
4 av 10 lesandi føroyingum
koma heim aftur til Føroya
eftir loknan lestur.
Tað, sum ger støðuna upp
aftur verri er, at vit, hóast
búskaparligan vøkstur og
fíggjarliga rættiliga góð ár,
ongan
veruligan
vøkstur
hava í fólkatalinum. Og
uppá longri sikt er tað reint
sjálvmorð. Framtíðarprognos
urnar eru ræðandi, tí uttan
eina vend verða Føroyar eitt
samfelag av pensjónistum,
uttan fólk í arbeiðsførum
aldri at dríva samfelagið í
tí dagliga og til at veita ta
tænastu, vit eru von við.
Hetta er ein reell hóttan móti
vælferðarsamfelagnum!
Ungdómurin flytur hagar,
hann hevur bestu møgu
leikarnar fyri eini góðari
yrkisleið, góðum trivnaði og
góðum frítíðartilboðum. Ein
ans fjórði hvør útiseti í Dan
mark sigur seg ynskja at flyta
heim. Samstundis lækkar
lutfalsliga høga burðartalið
í landinum av nátúrligum
orsøkum. Tá versna eisini
møguleikarnir fyri vinnuligari
menning sera skjótt, tí týdn
ingarmesta tilfeingið er fólk.
Gott fólk. Ungt fólk. Útbúgvið
fólk. Fólk at finna uppá nýtt,
at bera byrðar og at reka
vælferðarsamfelagið.
Hvar skulu vit búgva?
Havnin er vaksin við rúkandi
ferð seinnu árini. Tilboðini
eru avbera nógv. Býurin er
um at bresta av berari ment
an og ítrótti. Bussarnir koyra
ókeypis. Og býurin hevur eina
vælskipaða visjón og fram
tíðarætlan, har rættiliga ein
standandi góðir karmar verða
lagdir um framtíðar vitanar
virksemi í býnum. Viljin er til
steðar, hugskotini eru mong
og kommunupolitikkararnir
tykjast fullkomiliga samdir
um at skapa karmarnar. Men
fólkatilfeingið vantar.
Meðan alt fleiri politikk
arar tykjast halda, at bara
ungdómurin hevur útbúgv
ingartilboð, so er trupulleikin
loystur, so tykist semja vera
um at venda blinda eygað til
tann veruleika, at tað nyttar
onki at hava útbúgvingar
tilboð, tá mann ikki hevur
ráð at búgva í landinum. Og
slett ikki í høvuðsstaðnum.
Men tað er ikki tí, at
Tórshavnar kommuna einki
hevur gjørt. Tvørturímóti
hevur kommunan at kalla
troytt allar møguleikar fyri
at
gera
bústaðarbygging
einfaldari, fjølbroyttari og
bíligari, og at tryggja, at
útboðið er stórt, tí eftir bókini
átti tað at hildið prísunum
niðri. Men royndirnar eru
tíverri í mongum førum
miseydnaðar av teirri orsøk,
at uttan mun til, hvørja loysn
ein velir, so verður hon ov
dýr. Og tað tykist at vera ein
náttúrulóg, at ein íbúð ella
eini hús skulu kosta meira
enn vanlig fólk hava ráð til.
Tað er ikki bara í Havn,
at tað kostar nógv at byggja
og búgva. Tilfarið er dýrt og
fíggingin bæði órímilig og
dýr. Og sjálvt “systemið” er so
trekt, at tað tykist vónleyst
at broyta tað.
Hví flyta til Danmarkar?
Hoyrdi um eitt konkret dømi.
Herfyri flutti ein føroysk
familja til Danmarkar. Ein
heilt vanlig føroysk familja
í tretivunum við tveimum
børnum. Í Føroyum høvdu
tey eina inntøku uppá til
samans 49.000 kr brutto um
mánaðin. Til konan gjørdist
arbeiðsleys og fekk arbeiðs
loysisstuðul.
So
lækkaði
bruttoinntøkan til 40.000 kr.
Við húsaleigu, tveimum
børnum og bili fingu hesi ikki
endarnar at røkka saman
fíggjarliga. Teimum stóð í
boði at fáa arbeiði í Danmark
og tey tóku av. Seldu bilin,
pakkaðu og fluttu. Maðurin
er í dag timburmaður og
konan arbeiðir hjá ISS. Saml
aða bruttoinntøkan er nú
59.000 kr um mánaðin.
Tey fingu fast arbeiði.
Við kontrakt. Longu 9 vikur
aftaná at tey fluttu keyptu tey
hús fyri 1,9 miljón. 1,81% í rentu
yvir 30 ár frá BRF. Fyrsta árið
rentu og avdráttarfrítt, gjald:
6.500 kr. um mánaðin netto.
Minus nakrar frádráttir og
tilskot, barnakekk o.s.fr.
Tey seldu bilin fyri 128
túsund og brúktu pengarnar
sum eginpening til húsalánið.
Men tey kundu havt fingið
heilfígging, bara við trygd
í húsunum. 9 vikur seinnu
keyptu tey ein Chevrolet
Spark við 10% í útgjaldi og 0%
í rentu! 2600 kr um mánaðin.
Og so skulu vit líka nevna,
at í donsku kommununi var
eingin trupulleiki at fáa skúla
og barnagarðspláss uttan
bíðitíð. Skjóta niðurstøðan
er, at ein føroysk familja,
sum flytir til Danmarkar og
fær arbeiði, kann eftir fáum
vikum keypa bæði hús og bil
og standa munandi betur í tí
fíggjarliga, enn tey gjørdu í
Føroyum.
Og so standa føroyskir
politikkarar framvegis undr
andi og spyrja, hví føroying
arnir ikki flyta heimaftur!
Alt steðgar upp!
Í mei verður eitt ár síðan
løgtingið samtykti at broyta
løgtingslógina um Húsaláns
grunnin. Tá fekk Húsaláns
grunnurin møguleika at veita
lán til sethús og íbúðir og at
fíggja endurnýggingar og
umbyggingar, so orkunýtslan
skuldi
minka.
Uppskotið
hevði eisini ásetingar um
serligar lutaíbúðir, ætlaðir
fólk við breki. Hesin parturin
varð tikin burtur, og alt
steðgaði upp. Hetta er serliga
keðiligt, tí hesi hava ikki ein
livandi kjans at keypa hús á
privata marknaðinum.
Bústaðarpakkin
hevur
higartil mest verið tos. Vit
síggja eisini, at føroyskir
peningaveitarar standa klárir
við fígging. Tryggingarfelagið
LÍV hevur leingi staðið púra
klárt við stórum ætlanum um
bæði at byggja og fíggja. Men
felagið kemur ikki víðari, so
leingi bústaðarpakkin ikki er
ein veruleiki. Stjórin úttalaði
seg herfyri, at hann onga
løtu ivaðist í, at tey ungu
høvdu valt eina alternativa
bústaðarloysn fyrstu árini,
júst tí møguleikarnir í dag eru
stórir, og tí heimurin stendur
víðopin fyri teimum.
Ein kommuna kann gera
nógv, men ikki alt. Vit kunnu
t.d. ikki bjóða útisetum heim
til skorin klæði og búgvið
borð. Men vit kunnu hinvegin
skapa bestu fortreytir fyri,
at
útisetar
kunnu
flyta
heim at skapa nakað saman
við okkum. Okkum vantar
eitt støðugt samskifti um
framtíðar
menning,
og
harvið eisini um, hvussu
kommunan á bestan hátt
kann menna teir karmar,
okkara skapandi ungdómur
skal virka innanfyri.
Men
okkara
arbeiði
nyttar lítið, um tað almenna
ikki spælir við. Ein rættiliga
umfatandi ætlan um luta
íbúðir er bara ein partur av
loysnini. Tað má gerast bílig
ari at seta búgv og tað má
bera til at gera fíggingina
lagaligari. Tað almenna, húsa
lánsgrunnur, bankar og aðrir
fíggingarstovnar mugu inn
á banan at royna at broyta
alla fíggingarskipanina, so
føroyingar kunnu seta búgv
undir
lagaligari
treytum,
samstundis sum vit fara at
kanna alt prísstøðið.
Annars er vandi fyri, at
føroyingar bara fara at lesa
fjarlestur úr Danmark!
Fjarlestur steðgar
ikki fólkaflytingini
Uppáhaldini í greinini hjá
Heðini Mortensen, borgar
stjóra eru púrasta skeiv,
og tí nakrar vegleiðandi
viðmerkingar til uppskotið,
so málið aftur vendir rætt.
Sambært
kommunu
lógini grein 43 stk. 2, skal ein
kommuna, sum hevur eina
nettoskuld, sum er meira
enn ein álíkning, hava loyvi
frá landsstýrismanninum
til lántøku og til broytingar
í lánitreytum. Hetta varð
gjørt í sínari tíð fyri at forða
fyri, at kommunur í skila
loysi lántu seg út á bláman.
Tíbetur eru tað bert heilt
fáar kommunur í landinum,
sum grein 43 stk. 2 rakar,
og bara í farna ári hava
vit sæð fýra kommunur,
sum eru slopnar burtur úr
hesum haftinum. Tær eru
Runavíkar kommuna, Nes
kommuna, Sunda komm
una og seinast Tvøroyrar
kommuna. Hetta er alla
æru vert, og hava hesar
kommunur veruliga lagt
seg eftir at fáa skuldina
niðurgoldna. Men tíverri
eru nakrar kommunur eftir,
har skuldi er størri enn ein
álíkning, men tíbetur eru
tær bert fimm í tali.
Ætlanin við lógarupp
skotinum,
sum
Heðin
Mortensen
umrøður,
er
at seta avmarkingar fyri,
hvussu stóra bruttoskuld
kommunur kunnu hava.
Vandin liggur ikki í, at lands
stýrismaðurin leggur nakra
kommunu í spennitroyggju.
Tvørturímóti liggur vandin
í, at kommunustýrini sjálvi
leggja kommunur í spenni
troyggju vegna høgar rent
ur og avdráttir. Tað fyri
brigdið hava vit tíverri sæð
alt ov ofta.
Við verandi skipan, har
bert verður hugt eftir netto
skuldini, er vandi fyri, at
kommunur økja um gjald
førið og gjalda tað minni í
avdráttum. Tá kann netto
skuldin liggja niðan fyri
álíkningina, men brutto
skuldin
væl
omanfyri.
Serliga í einum valári er tá
vandi fyri, at hetta gjald
førið verður brúkt, soleiðis
at nettoskuldin, tá avtorn
ar, er aftur farin uppum
eina álíkning. Tað er hetta
uppskotið skal forða fyri.
Annars eigur Heðin at
vita frá hoyringsuppskoti
num, at ætlaða skuldarav
markingin einans fær ávirk
an á kommunur við sera
stórari bruttoskuld. Komm
unur við lítlari bruttoskuld
koma als ikki at merkja
nakað.
Um
Tórshavnar
kommuna fer at føra ein
so varligan fíggjarpolitikk,
sum Heðin fráboðar, so fer
kommunan ikki at koma
upp í skuld, og harðliga
mótmæli frá borgarstjóra
num í Havnini um spenni
troyggjur verður tí slett
ikki í samsvar við veru
leikan hjá kommununi.
So Heðin, her er eingin
orsøk til at fara út á
barrikadurnar. Hetta er
bert ein roynd at seta bú
skaparligt skynsemið hjá
skuldartyngdum
komm
unum í fremstu røð. Ein
roynd at binda um heilan
fingur.
Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður
Heðin
Mortensen
uppfinnur ein
trupulleika
Við blaðgrein um at landsstýris
maðurin í fíggjarmálum vil leggja
kommunurnar í spennitroyggju, er
Heðin Mortensen farin út á nakrar
barrikadur, sum als ikki eru til