Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15 22 Sosialurin Kjak Tórshavnar kommuna fer nú at seta út í kortið, hvussu kommunan skal mennast komandi árini, fram ímóti 2030. Stórur dentur verður lagdur á, hvussu vit fáa eina burðardygga kommunu, ið er væl fyrireikað til tær av­ bjóðingar, framtíðin kemur at geva okkum. Um vit taka sjálvan høvuðs­ staðin, so hevur undanfarnu árini nokk so stórur dentur verið lagdur á Hoyvík, har eisini nógv er komið á mál, men nú verður haraftrat hugt meira at Argjum, vestur­ býnum og miðbýnum, so vit fáa eina góða og berandi heild tey mongu komandi árini. Sum formaður í byggi­ og býarskipanarnevndini frøist eg um, at Tórshavnar býráð hevur valt fólk í ein stýrisbólk, ið skal arbeiða við nýggja kommunuplaninum. Hesin stýrisbólkur, sum er settur saman av bæði býráðs­ politikarum og fólki úr um­ sitingini, fer nú í gongd við hetta arbeiði. Tankin aftan fyri komm­ unuplanin er, at á øllum økjum skal skapast grund­ arlag fyri búskaparlig­ um vøkstri í Tórshavnar kommunu og landinum sum heild. Hugskotið er, at ein búskaparliga sterkur høvuðs­ staður í Føroyum er grundar­ lagið undir vøkstri í restini av landinum. Tórshavnar kommuna hevur eina náttúru, ið er sera vøkur og gevur nógvar møguleikar, ið bæði íbúgvar­ arnir og vitjandi kunnu njóta gott av, og í arbeiðinum við nýggja kommunuplaninum verður stórur dentur lagdur á “grøn virði”, so framtíðar menningin ikki skal fremjast á slíkan hátt, at tað verður náttúran, ið rindar prísin, men heldur øvugt – at náttúr­ an er partur av karminum. Sum higartil verður trivn­ aðurin settur í hásæti, so vit á øllum økjum koma at hava eina kommunu, ið verður før fyri at taka sær av øllum sínum íbúgvum, frá teimum yngstu til tey elstu. Lívsdygd og góð heilsa hevur nógv at gera við tey tilboð, ein kommuna hevur at bjóða, og hetta fer eisini at seta sín dám á Tórshavnar kommunu og menningina í henni nógv ár inn í framtíðina. Hetta er eitt spennandi arbeiði, ið nú verður sett í gongd, og umframt at stýris­ bólkurin burturav fer at taka sær av teimum yvirskipaðu tankunum aftan fyri fram­ tíðarætlanirnar, vilja vit eisini fegin hoyra, hvat borgararnir kundu hugsað sær og vildu ynskt sær, tí kommunuplanurin verður gjørdur fyri øll og skal koma øllum til góðar. Tórshavn hyggur frameftir Bogi Andreasen Varaborgarstjóri í Tórshavn kommunu Tjóðveldi Tað verður til stóran skaða fyri norðurøkið, um Norðoyatunnilin nú verður tvingaður inn í eitt størri, alment tunnilsfelag við risastórari skuld, eftir at Norðoyggjar nú í skjótt 5 ár hava goldið niður skuldina hjá Norðoyatunlinum, har bara áleið 9 ár eru eftir Sum borgarstjóri í Klaks­ víkar Kommunu kann eg als ikki góðtaka tær ætlanir, sum nú eru lagdar fram, um at Norðoyatunnilin og Vága­ tunnilin skulu heingjast upp í eina nýggja, stóra skuldar­ loysn, sum skal innihalda fleiri tunlar saman í einum. Bæði vit í Norðoyggjum og tey í Vágum hava nú í fleiri ár goldið prísin fyri at fáa skuldina hjá okkara tunlum niðurgoldna. Hetta hevur sín kostnað fyri hesi øki, men vit hava tikið undir við hesum, tí vit hava sæð fram til, at skuld­ in verður burtur, og tunlarnir kunnu gerast partar av lands­ veganetinum hjá Landsverki. Vágatunnilin hevur umleið 5 ár eftir at gjalda skuldina burtur, og Norðoyatunnilin hevur umleið 9 ár eftir. Hetta kemur ikki av ongum, men er úrslit av, at brúkararnir í hes­ um økjum hava goldið ein prís út frá givnum fortreytum. Tí er tað sum at fáa ein frammaná, at frætta í miðlu­ num um eitt uppskot frá bankaheiminum og pørtum av politiska landslagnum, har m.a. Norðoyatunnilin skal brúkast sum fígging, har norðoyingar ikki longur bara skulu rinda til sín egna tunnil, men í óásetta tíð skulu bindast til at rinda og hefta fyri eina størri tunnilsloysn, eitt nú millum Havnina og Skálafjørðin. Hetta fer tí at kennast sum ein eykaskattur til norðoyingar. Greið avtala frá byrjan Tað var ein púra greið for­ treyt frá byrjan av, áðrenn hesir tunlar vórðu gjørdir, og sum varð sagt alment, at bæði Vágatunnilin og Norð­ oyatunnilin skuldu fíggj­ ast við brúkaragjaldi, og at tá ið skuldin verður fult niðurgoldin, verða hesir tunlar ikki riknir við brúkaragjaldi longur, men verða partur av landsveganetinum, eins og allir aðrir partar av landinum so sum brúgvin um Streymin og Kaldbakstunnilin. At hetta er so, verður stað­ fest av tí veruleika, at tað eru tvey atskild partafeløg, sum reka Vágatunnilin og Norð­ oyatunnilin, júst fyri ikki at blanda lániskuldina hjá hes­ um báðum feløgum saman. Hvat ein banki meldar út er so eitt, men tá ið tað kemur til okkara landsmyndugleikar, so hava vit fullan rætt til at krevja, at teir halda síni lyfti til norðoyingar og vágafólk, at skuldin fyri framtíðar undirsjóvartunlar ikki verður løgd oman á skuldina hjá okkara undirsjóvartunlum. Tunnilsgjaldið forðar menning Áðrenn Norðoyatunnilin varð gjørdur, vórðu samfelags­ búskaparligar kanningar gjørdar fyri at staðfesta nyttu­ virðið av hesum tunli, og varð tá komið til ta niðurstøðu, at størsta nyttan av hesi stóru og kostnaðamiklu íløgu verður, tá ið gjaldið er burtur. Orsøkina til hetta síggja vit eisini í dagligdegnum her í øki­ num, at gjaldið fyri at brúka Norðoyatunnilin er ein púra greið forðing fyri enn meira samstarvi og dynamikki mill­ um Eysturoy og Norðoyggjar. Tunnilsgjaldið forðar so­ statt fyri meira samansjóðing av hesum parti av landinum, ið hevur so stórt potentiali – ikki minst vinnuliga. Hetta nú fysiskt samanhangandi øki fær snøgt sagt ikki arbeitt frítt saman sum eitt saman­ hangandi øki, tí framhald­ andi er tað í tvíningum av hesi darvandi bummpeninga­ skipan, og hetta hóast tað bert eru heilt fáir minuttir millum eitt nú Leirvík/Gøtu/ Fuglafjørð og Klaksvík. Íløgur gjørdar út frá fortreytunum Tað skuldi verið óneyðugt hjá mær at greitt bankafólki og landspolitikarum frá, at fyritøkur her í økinum hesi seinastu umleið 5 árini hava gjørt íløgur, har tær hava tikið sínar avgerðir út frá galdandi fortreytum, sum eru, at um 9 ár er Norð­ oyatunnilin skuldarfríur og harvið bummgjaldið burtur. Hesar fyritøkur seta vit í Klaksvíkar Kommunu ómetaliga høgt, og kommun­ an ger eisini sítt ítarsta fyri at skapa so góðar karmar um hesar sum tilber, tí okkara vinnulív er grundarlagið undir øllum okkara samfelag og ikki minst lokalsam­ felagnum í Norðoyggjum. Tað ber tí ikki til, at tað landsalmenna nú fullkomu­ liga broytir hesar almennu fortreytir. Slíka vantandi virðing fyri okkara vinnu kunnu vit als ikki standa modell til. Vit gjalda eisini fyri Skálafjarðartunnilin Eg vil tí staðiliga mótmæla, at Vágatunnilin og Norðoya­ tunnilin, sum nú eru væl ávegis at rinda sína skuld niður, skulu nýtast fyri at útvega fígging og inntøkur til Skálafjarðartunnilin, og tað er eisini ringt at skilja, hví tað yvirhøvur verður skotið upp, tí hesum tunli fer ikki at mangla inntøkur undir nøkrum umstøðum. Fólkið í Eysturoynni og í Norðoyggjum verða gjaldarar av Skálafjarðartunnilin, tí vit verða sjálvandi brúkarar av honum eins og øll onnur í landinum. Tí er tað full­ komiliga skeivt, at blanda skuldina hjá Norðoya­ og Vágatunlunum saman við hesi stóru verkætlan. Tunlar­ nir vórðu gjørdir útfrá føstum fortreytum, tí skal Norðoyatunnilin ikki fíggja Skálafjarðartunnilin. Norðoyatunnilin skal ikki fíggja Skálafjarðartunnilin Gunvá við Keldu Borgarstjóri