Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 4. februar 2011 2 VIKUSKIFTI Super Bowl Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Super Bowl er ein av stóru hendingunum í amerikanska samfelagnum – og størst ítróttarhending over there. Super Bowl er árliga finalan í amerikanskum fótbólti, og sunnukvøldið verður Super Bowl nummar 45 hildið. Finalan hesa­ ferð verður á Cowboys Stadium í Arlington í Texas. Hetta er eisini eitt rimmar veitslu­ kvøld hjá amerikumonnum, og tað er bara á Thanksgiving, at amerikanarar eta meira kjøt enn til Super Bowl kvøldið, verður sagt. Liðini í Super Bowl hesaferð eru Pittsburg Steelers, sum er í finaluni fyri áttandu ferð, og Green Bay Packers, sum skulu spæla sína fimtu finalu. Green Bay Packers eru annars mest vinnandi felagið í amerikanskum fótbólti. Teir hava vunnið Super Bowl tríggjar ferðir og vunnu kappingina nýggju ferðir, áðrenn Super Bowl byrjaði. Green Bay Packers eru eisini favorittar til at vinna Super Bowl hesaferð. Setti met í USA Síðani Super Bowl fyrstu ferð varð hildið í 1967, er finaludagurin blivin størsta ítróttarhending í USA. Sum sjón varps undirhald verður tað ikki tikið. Finalan í fjør gjørdist mest sædda sending í sjónvarpi nakrantíð. Framm­ an undan hevði seinasti partur av røðini M.A.S.H havt metið í nógv ár. Tað er serliga í USA og har á leið, at áhugin fyri amerikanskum fótbólti og Super Bowl er ovurhonds stórur, og tað er eisini serliga tann áhugin, sum ger Super Bowl til eina tað mest sæddu ítróttarhendingina í sjónvarpi í heiminum. Men Super Bowl hevur ikki eins nógvar hyggjarar kring heimin, sum finalan í Champions League fótbólts­ kappingini hjá UEFA hevur. Tað verður nógv gjørt burtur úr undirhaldinum í hálvleikinum, og hesaferð skulu Black Eyed Peas fram føra. Songkvinnan Christina Aguilera skal syngja tjóðsangin áðrenn finaluna. Tíðarmunurin millum okkum og USA ger, at finalan verður til náttar­ sjónvarp, men tað ber til at fylgja bæði upphiting og sjálvum brakinum á rásini TV3+ sunnukvøldið frá klokkan 21.00. Málslig frelsa redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Jóhan í Kollafirði og Rakul Debes / Jens Kristian Vang 2 Klumma: Málslig frelsa 4 VangamynD: Bjarni ruBeksen 7 TiPS: Vetrartroytt húð 8 nýgifT: rakul og johan í kollafirði 11 90 SEKunD: Marin katrina frýdal 12 KJaK: skal stripp Bannast Við lóg? 14 Til aRbEiðiS: sonja jógVansdóttir 15 umafTuRafTuRum: høgni djurhuus 16 móTi: BarBara í gongini 22 miðlamJaRR: tað siga tey á faceBook og í MiðlunuM 23 Tað hEnDiR: konsertir, tiltøk, Bøkur og annað 24 ViKumynDin: kVinnuligir forsetar INNIHALD klumman Hilmar Jan Hansen myND: Polfoto SuNNuKvøLDIð verður SupEr BowL nummar 45 hildið í uSA. hetta er fINALAN í amerikanskum fótBóLtI og SAmStuNDIS størsta ítróttArHENDINg í usa størsta ítróttar­ kvøld í usa Síðani tað kom fram, at nú skal eitt nýtt føroyskt heimsatlas koma í staðin fyri tað frá 1993, er aftur staðfest, at vit her á landi hava eina hálvavegna átrúnaðarliga rørslu, ið brúkar mannagongdina hjá Sigmundi Brestisson, tá hann í síni tíð royndi at kristna føroyingar við svørði. Henda rørsla hevur funnið hin eina, reina og æviga sannleikan, tá tað snýr seg um føroyska málið – og Guð náði tann, ið mutar ímóti! Nei, forrestin, her er bara lóg og eingin náði… Gamla atlasið, sum nú tíbetur fer í søguna, var veruliga við til at spjaða føroyingar, tí nú skuldu bæði landa­ og staðarnøvn hava nýtt heiti ella skap. Úrslitið gav seg sjálvt, tí hóast eitt atlas fyrst og fremst er eitt amboð, ið skal hjálpa tær at finna, spurdist bara tað burturúr, at mong kendu seg sum burturvilst. Og sum kjakið gongur undan komandi atlasinum, verður tað einki mætari hesa ferð, tí alt tykist ganga út uppá, hvussu vit »skulu siga« tey ymsu nøvnini, heldur enn hvussu vit »siga« tey. Her er eingin virðing fyri tí hevdvunna, at vit kunnu kalla eitt land ella ein bý við sama navni, sum vit altíð hava gjørt. Annaðhvørt verður navnið vent og snarað, so tað er ókenniligt, ella verður okkurt nýtt uppfunnið í staðin, sum eingin skilir nakað av. Nýtt og nýtt er kanska nakað nógv sagt, tí aloftast verður leitað so langt aftur, at heitini longu langt síðani vóru útdeyð, áðrenn Grímur Kamban nakrantíð steig fótin á land í Funningi. Størsti óttin hjá »teimum frelstu« eru øll nøvn og orð, ið onkursvegna kunnu hava ligið nátt í Danmark ávegis til Føroya, sjálvt um eitt nú bæði norðmenn og svenskarar brúka júst somu nøvn ella orð. Sjálvur havi eg hvørki nakran serligan alsk til danskt ella Danmark, men fleiri ferðir síðstu tíðina eri eg næstan lagdur undir at vera landasvíkjari, tí eg ikki haldi Burgundarhólm vera rættari enn Bornholm ella Bjørgvin rættari enn Bergen. Kili og Grønhøvdaoyggjar ikki um at tala! At nøkur vilja køva vanligt føroyskt mál við sínum sjálvgjørda »skriviborðsføroyska«, er ikki annað enn ein roynd at laða sær sjálvum málsligar varðar. Eitt heimsatlas, ið bara minnir um tað frá 1993, verður steinur oman á byrðu hjá teimum mongu túsundtals føroyingunum, ið annars hildu, at teir dugdu »føroyskt«, men kenna seg sleptar upp á fjall, tí einki av »teirra« er rætt longur. Livandi móðurmálið eiga vit øll – og ikki bara tey, ið látast at hava patentið liggandi í reyvalummanum! Green Bay Packers spæla ímóti Pittsburg Steelers í Super Bowl sunnukvøldið