Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 4. februar 2011 8 VIKUSKIFTI Hon var ein ung, fitt genta, sum gekk á studentaskúla. Hann var ein yvirvektigur, fullur maður, sum tók nógvan Heiligvág. men tá tey Hittust, hendi nakað óskiljandi millum tey. fimm ár seinni eru tey nýgift og lukkulig. rakul hevur fingið sín joHan í kollafirði Rakul fekk sín Johan Brúðarpar eyðun klakstein eydun@sosialurin.fo Looks like we made it. Tá ið brúðurin Rakul Fríðtórsdóttir Debes kom inn eftir gólvinum í Dansifrøi farna fríggjadag, var tað heldur óvanligur tónleikur, sum ljóm­ aði úr hátalarunum. Sangurin You’re Still The One hjá Shaina Twain hevur verið eitt slag av slag sangi hjá henni og manninum Johan Dalsgaard – Johan í Kollafirði. Tey hava nevniliga havt nógv odds ímóti sær. Aldursmunurin er 20 ár. Tey koma úr fullkomiliga ymiskum um­ hvørvi, og sum persónstýpur eru tey eisini totalir mótsetningar. Men tá ið tey fyri fimm árum síðani hittust fyri fyrstu ferð hendi nakað, sum tey ikki fingu lagt lok á. Tey vórðu drigin at hvørjum øðrum. Rakul var 19 ára gomul og gekk á studendaskúla. Johan í Kollafirði vigaði 110 kilo, tók 11 ymisk sløg av heiligvági og var bæði strævin og provokerandi. Men tey funnu saman, og hóast tey – og serliga hon – hava fingið ótelj­ andi viðmerkingar um forholdið – at tað ikki fór at halda, at tað ikki bar til – so hava tey hildið saman í fimm ár, og farna vikuskiftið giftust tey í Dansifrøi í Havn. – Eg eri so góður við Rakul, at eg hevði gift meg við henni, um hon so var ein drongur. Tí eri eg ofta glaður um, at hon er ein sovorðin ung steik, segði Johan í Kollafirði í brúdleypinum. – Vit rigga øgiliga væl saman. Eg fái nógv hugskot og tveiti nógvar bóltar upp í luftina, og so minnir hon meg á alt aftur. Sendir mær eini sms­boð og sigur: »Minst til, at tú skalt uppfinna eina evigheitsmaskinu áðrenn døgurða í dag«. Tað er smart, tí eg plagi at gloyma øll míni hugskot. Fólk ávaraðu Rakul Rakul Dalsgaard, sum hon nú eitur, fylti 24 ár í gjár. Hon er av Argjum og er í holt við seinasta árið av lesnaðinum til pedagog. Fyri fimm árum síðani hitti hon fyrstu ferð Johan í Kolla­ firði. – Eg fylgdist við eini vinkonu, og vit fóru ein túr í Mimir í Havn. Johan var har, men eg kendi hann ikki tá. Vinkonan hjá mær kendi hann, og tí prát aðu vit við hann. Hann var rættiliga droyur og provokerandi í fyrstuni, men vit komu at kennast eftir tað. Eg fann skjótt út av, at hann dugdi væl at greina og tulka, og tá ið eg fekk onkra yrking hjá Kára P at tulka í skúlanum, bað eg hann hjálpa mær, og soleiðis komu vit at kenn ast betur og funnu saman, greiðir Rakul frá. Men tað var ikki júst upplagda parið, sum hevði funnið saman. – Tá vit nú hyggja eftir onkrum mynd um frá fyrstu tíðini saman, hugsi eg onkuntíð um, hvat tað var, sum hendi. Tá eg møtti Johan, tók hann 11 sløg av heiligvági fyri angist, depressión og aðrar sjúkur, drakk illa og var provo­ kerandi. Eg skilji ikki ordiliga, hvat tað var, sum hendi. Og soleiðis høvdu nógv onnur fólk tað. Fólk fingu tað ikki at passa sam­ an, at ein ung, vøkur kvinna skuldi fáa sær ein munandi eldri mann, sum livdi hart. – Eg havi fingið sera nógvar við merk ingar um tað. Fólk hava roynt at sagt við meg, at Johan er alvorliga sjúk ur, og at hann var einki fyri meg. Summi søgdu, at tað mundi fara at ganga yvir, lat tey sjálvi finna út av tí. Men tað vóru allatíðina framstig, og vit hildu fram at verða saman, greiðir Rakul frá. – Vit hava hesi fimm árini barst eitt sindur ímóti tí, sum fólk hava forútsagt um, at vit ikki fóru at uppnáa. Tey flestu fólkini hava sagt við