Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 4. februar 2011 13 VIKUSKIFTI Stripp kann skaða Sjúrður Skaale løgtingSmaður Eg eri liberalt sinnaður. Politikarar skulu eftir mínum tykki hava sera góðar grundgevingar, áðrenn vit við lóg seta mørk fyri, hvat fólk sleppa at gera. Í grundregluni skal ein persónur sleppa at gera alt – so leingi hann ikki skaðar ein annan. Halda vit okkum ikki til hetta, kann skjótt henda, at politikarar fara at banna tí, sum teimum ikki dáma. Striptease snýr seg um, at flottar gentur vinna sær nakrar krónur við at lata seg úr, meðan tær dansa ein eggjandi dans. At nøkrum ikki dáma hetta, má ikki vera grundarlagið undir einum banni. Spurningurin er: Fær nakar skaða av tí? Svarið tykist tíverri at vera ja. Dokumenteraðar kanningar úr t.d. Íslandi vísa, at fólk, sum skipa fyri striptease, mangan útnytta ungar kvinnur, sum eru illa fyri. Tí kunnu tær fáa skaða av. Harumframt er dokumenterað, at stripparar mangan enda við at selja meira enn bara sítt stripshow. Tí kunnu tær eisini fáa skaða av. Hetta eru helst undantøkini – men skal eitt forboð setast, so rakar tað øll, tíverri. Júst sum forboðið móti at selja øl í matvøruhandlum eisini rakar tey, sum ongar alkoholtrupulleikar hava. Vit skulu ansa sera væl eftir, at vit ikki við betrivitandi hugburði »verja« vaksin fólk móti nøkrum, sum tey sjálv vilja. Tað er ómynduggering – og hon kann sanniliga eisini vera skaðilig. Men um vit á tann hátt verja genturnar móti einum slagi av misnýtslu, er als ikki óhugsandi, at eg kundi tikið undir við eini avmarking av rættinum at skipa fyri almennum tiltøkum við striptease. tú kann ikki lóggeva móti greði Jústinus L. Eidesgaard rithøvundur Eg havi virðing fyri, at Jenis Kristjan av Rana hevur umsorgan fyri kvinnum, sum liva av skøkjulevnaði, men vit kunnu ikki lóggeva modernaðu Føroyar aftur til sharialógir. Vit eiga heldur at tillaga okkara lóggávu til veruleikan. Eitt nú hevur føroyska húsarhaldið atgongd til hardcore porno á netinum og í gjøgnum fylgisvein allan sólarringin, samstundis sum porno er bannað sum søluvøra í Føroyum. Vit skuldu loyvt porno í landinum, vit áttu eisini at loyvt striptease út frá tí grundgeving, at vit fáa ikki lóggivið hetta burtur. Tað vildi verið tað sama sum at lóggivið móti vindi í Føroyum. Tað er forkastiligt at lóggeva soleiðis, at tvímoralurin fær fríar ræsur. Tá ið øll allíkavæl kunnu síggja porno í Føroyum, er ein lóg móti hesum uttan nakra nyttu. Vit eiga at formalisera nakað, sum longu er í staðin fyri at gera fólk til lógbrótarar. Vit byggja ikki land við lógum eina. Vit eiga heldur at geva okkara børnum eina uppaling, sum stimbrar ein kærleiksfullan moral. Í Bretlandi er eitt lógarprinsipp sum sigur, at tað sum ikki staðiliga er bannað er loyvt. Hetta prinsippið vekir ábyrgdarkenslu hjá borgaranum heldur enn formyndarí. Góðtekur tú tín hug, missir hann sína megi. Berjist tú í móti, tekur megin til. »Tað skal høgur moralur at liva í einum anarki, einum landi uttan lógir, er Bob Dylan endurgivin fyri at hava sagt.« Fleiri lógir, minni krevst av tær sum sjálvstøðug menniskja, og tað er soleiðis, vit eru fødd í hansara mynd. Eg kann stuðla stríðnum móti striptease og komandi skøkjum í Føroyum við at standa við mín hug at vitja tær og síðani lata vera við at vitja tær, og kemur ein lóg, sum bannar striptease, tástaðni verður tað ordliga spennandi og lokkandi. Tú kann ikki lóggeva fyri og í móti greði, hon finnur sínar egnu leiðir, uttan mun til hvussu høgt peikifingurin er á lofti, uttan mun til hvørjar lógir verða smíðaðar og hvat Bíblian sigur. Og tað skal greði til, um striptease og skøkjulevnaður skal vera lívi lagað í Føroyum. Móses kom oman av fjallinum við tíggju boðum og prestarnir saman við levittunum høvdu so mikið ilt við at skilja hesi, at teir gjørdu 500 onnur boð. Og heldur ikki tey vórðu hildin. Forboðsstaturin hjá Jenisi Niels Uni Dam viðmerkJari Sjálvandi skal eingin noyðast at strippa, við tvang ella av neyð. Men tað skulu sosialar skipanir tryggja – ikki forboð. Uppskotið hjá Jenisi um at banna striptease í Føroyum er bara enn ein roynd hjá Miðflokkamanninum at buka føroyingar í høvdið við sínum kristna moralgassa. At hann ballar inn uppskotið í misnýtslu, kvinnuhandil og skøkjulevna tekur ikki burt, at hann byggir flest øll síni uppskot á, um okkurt er synd ella ikki. Eg sá við samkenslu at sendingini um Victoriu. Tað er synd, at hon varð misnýtt, tá hon var barn. Vit eiga at gera alt fyri, at tílíkt ikki hendur, og fyri at taka hond um offrini. Eingi ivi er um, at folk, hvørs mørk eru brotin í ungum árum, kunnu fáa onnur mørk enn flestu okkara, og tí møguliga tora at strippa. Men misnýtslan er trupulleikin – ikki strippið. Um eg havi hug til at gjalda fyri at síggja eina kvinnu ella mann lata seg úr, so er tað ein spurningur millum meg og viðkomandi. Hetta hendir vanliga í náttklubba, har øll eru vaksin, og eiga at kunna avgera sjálvi, um tey vilja luttaka í hesum, og tað rakar hvørki Jenis ella nakran annan. Far til kjarnuna í málinum Hans Pauli Strøm løgtingSmaður Nú havi eg ikki sæð nakað ítøkiligt uppskot um bann av striptease, men sum so ofta hjá Jenisi, so líkist hetta einari politiskari útgávu av moralskum snerparíi. Jenis vísur á, at í Íslandi eru ringar royndir av stripklubbum. Og har endaði tað eisini við, at strippklubbarnir endaðu sum verulig skøkjuhús. Tað hoyrdi eftir øllum at døma til eitt altjóða ríkmannaumhvørvi, sum íslendingar vildu vera partur av. Men tað kann als ikki samanlíknast við umstøðurnar í Føroyum. Tað fer einki einstakt stripshow á einum dansistaði í Havn at føra til skøkjuhús her. Jenis vísur á, at striptease er ein glíðubreyt, sum kann føra til skøkjulevnað. Eftir øllum at døma hevur Jenis einki ímóti striptease í sær sjálvum, men hinvegin skøkjulevnaði, og so er at fara beint til kjarnuna í trupulleikanum. Vit hava einki bann ímóti keypi av seksuellum tænastum í Føroyum. Lat okkum so heldur kjakast um tað, og kanska fáa eitt slíkt bann innført her á sama hátt, sum tey hava gjørt og umhugsa at gera aðrastaðni. Spurningurin er, hvar markið gongur fyri erotiskum dansi. Hvussu nógv klæði skal mann verða í fyri at hava loyvi at dansa. Hetta er snerparí, og eg dugi ikki at síggja nakra verðsins grund til at steðga einstøkum stripshowum á náttklubbum í Føroyum. kvinnukroppurin er fantastiskur James Olsen útvarpSvertur Vit skulu hava eitt sindur av frælsi, og tað er at taka frælsi frá fólki, at stripp skal bannast. Ein kvinnukroppur er fantastiskur at hyggja uppá, og hví skulu vit ikki hava loyvi at vísa tað fram, sum Gud hevur skapt? Hetta er striptease, og vit skulu ikki blanda tað saman við skøkjur. Striptease er at vísa ein vakran kropp fram, og tað skal verða loyvt. Tað ber ikki til at siga, at fyri tað um vit loyva stripp, so fáa vit skøkjulevnað. Tað svarar til at siga, at vissi fólk kunnu fara í Rúsuna at keypa brennvín, so enda tey eisini úti í stoffum. Í einum lítlum samfelagi sum tí føroyska skulu vit læra at góðtaka hvønn annan heldur enn at stempla hvønn annan. Slevandi mannfólk eru patetisk Bjørk Krog Olsen leSandi Tað má vera heldur sjáldan, at eg kann fylgja argumentum hjá Jenisi av Rana. Eg loyvi mær tó at seta spurnartekin við ørindunum hjá honum. Hetta er allarhelst, sum so ofta áður, enn ein propaganda til frama fyri fanatiskt religiøsan hugburð, ið eigur at vera hildin langt burturi frá kvinnukjakinum. Tí hetta er einki minni enn eitt kvinnuevni, tá meginparturin av teimum, ið eru í strip- og prostitutiónsvinnuni, eru kvinnur. Eg noyðist fyrst at siga, at eg haldi øll vinnan (um vit hyggja tematiskt at tí) er eitt spottandi virki ímóti øllum ti, kvinnurørslan hevur rokkið og kempað seg til. Eg haldi tað vera einki minni enn patetiskt og respektleyst, at mannfólk slevandi kunnu leggja seg aftur á og njóta eitt sokallað produkt – serliga tá vit vita, at tað allaroftast eru veikar kvinnur, ið hava verið útsettar fyri ágangi av ymiskum slagi, ið velja hesa yrkisleið. Hendan sølan av sex og kynsligari framferð er beinleiðis mótspæl til ta sjálvstøðugu, kynsligu frígerðingini av kvinnuni, kvinnur áður hava givið burtur alt sítt sosiala grundarlag fyri røkka. Tá hetta er sagt, síggi eg ongan vanda fyri hesari glíðubreytini, Jenis tosar um. Vit hava absolutt ongar umstøður til umfatandi prostitutión í Føroyum. Okkara tøttu og sterku sosialu siðvenjur fara altíð at vera ein forðing fyri, at nakar torir at velja eitt slíkt yrki í reinum ótta fyri sanktionering. Eg haldi heldur, at Jenis átti at hugt eftir veruligu trupulleikunum – eitt nú kynsligum ágangi. illuStratiónir: SOSiALURiN