fríggjadagur 4. februar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 4. februar 2011
14
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Sonja J. Jógvansdóttir, sum er samskipari
í Samtaki, vaks upp í Toftabønum í
Fuglafirði saman við foreldrum sínum.
Tvær systrar eru, sum eru ávikavist
6 og 15 ár yngri enn hon sjálv.
Tá Sonja var liðug við fólkaskúlan,
fór hon beinleiðis á studentaskúla.
- Eg kundi hugsað mær at gjørt okkurt
annað enn at farið í skúla, men tá var einki
arbeiði at fáa. Hetta var í 1994, tá arbeiðsloysi
framvegis var met høgt. Eg haldi, at meir
enn helvtin av teimum, sum vóru í flokkinum
á Kambsdali, vóru har av neyð. Í fleiri førum
høvdu foreldrini sent tey, tí tað var einki
arbeiði ella aðrir møguleikar fyri læru.
Sonja sigur, at sjálv forvann hon eitt
sindur av peningi við at selja Sosialin í
nøkur ár, og so plagdi hon viðhvørt eisini
at sláa grasið hjá ommu síni. Tað gav
eisini nakrar krónur, sigur hon brosandi.
- Eg var venjari hjá pinkum í fótbólti í
nøkur ár, og eg spældi sjálv fótbólt frá tí,
eg var 7, til eg var 18 ára gomul. Eg gjørdi
eisini fimleik í tvey ár, tá fimleikarfelagið
Flog var stovnað í 1989, men eg má
viðganga, at innara fimleikagentan ikki
ordiliga var til staðar, sum hon tekur til.
Brosandi heldur Sonja fyri, at hon er framúr
klossut og hevur vánaligan balansa.
- So, tað hevur óivað sæð stuttligt út á
fimleikaframsýningini, leggur hon aftrat.
Størsta gleðin
Sonja sigur, at størsta gleðin hjá
henni sum ung var at spæla horn.
- Eg var í musikkskúlanum, í
ungdómsorkestrum og í Fuglafjarðar
Hornorkestri. Eg spæli framvegis horn
– tuba – og eg haldi, at hetta er eitt
tað mest avslappandi tingið, ið finst.
Tað næsta verður at læra meg at spæla
el-bass. Havi fingið ljóðføri, onkrar
lærubøkur, men eg havi ikki havt stundir.
Tað verður betri, tá høvuðsumvælingin
av húsunum er liðug, heldur hon fyri.
Eftir lokið studentsprógv, arbeiddi
Sonja í hálvtannað ár í fiski hjá Føroya
Fiskavirking í Havn og í Runavík.
Hetta var, áðrenn hon fór at lesa.
- Føroya Fiskavirking var eitt gott
arbeiðspláss, og eg havi enn samband
við fleiri av starvsfeløgunum har.
Arbeiðið á fiskavirkinum var eisini góður
íblástur til at fara at lesa víðari.
Sonja nam sær útbúgving í stjórnmálafrøði
við lærda háskúlan í Edinburgh.
- Meðan eg las, arbeiddi eg altíð
í feriunum, serliga um summarið og
á jólum. Eg arbeiddi í fiski, og eina
summarferiu var eg á Ferðaráðnum.
Hetta var eisini ótrúliga spennandi.
Eftir loknan lesnað starvaðist hon í nakrar
mánaðir sum vikarur á Glyvrum, áðrenn hon
fekk starv á Dimmalætting sum blaðfólk.
Síðan fór eg aftur at lesa, og í samband við
lesnaðin var eg í starvsvenjing á sendistovuni
í Brüssel, har eg eisini fekk arbeiði, sigur hon.
Samskiftisráðgevi
Hvør var so leiðin hjá Sonju til at gerast
samskiftisráðgevi í Samtaki?
- Tað var ein lønarósemja á heysti
2006 sum gjørdi, at eg frá degi til dags
segði arbeiði upp og setti meg í samband
við fimm arbeiðarafeløg, um tey ikki
høvdu hug at seta ein samskiftisráðgeva
í starv. Føroya Arbeiðarafelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag bitu á, og byrjaði eg í
núverandi starvinum í desember í 2006.
Sonja sigur, at tey síðan settu seg í
samband við Føroya Fiskimannafelag, sum
fekk nýggjan formann um hetta mundið,
og Samtak gjørdist veruleiki í apríl 2007.
- Eftirfylgjandi eru arbeiðarafeløgini í
Klaksvík eisini komin við, og hetta er bara gott
og styrkir um felagsskapin og feløgini í honum.
Sonja sigur, at arbeiði sum
samskiftisráðgevi í Samtaki er ótrúliga
spennandi og gevandi, og stundum er tað
kanska í so spennandi, sum hon tekur til.
- Tú upplivir nógv og kemur í samband
við nógv ymisk fólk kring alt landið.
Hetta dámar mær sera væl. Eg kenni
meg eisini hepna, tí eg havi framúr góðar
arbeiðsumstøður, góðar leiðarar og rúmar
ræsur í mun til arbeiðsinnihaldið, sigur hon.
Men hvussu sær Sonja so
tíðina fyri framman?
- Eg hugsi ikki so nógv um framtíðina. Lív
mítt er býtt upp í tvey ára skeið, og eg veit
sum heild, hvar eg eri tvey ár fram í tíðina.
Hetta gevur ein tryggleika og ger, at eg fái
notið gerandisdagin til fullnar, sigur hon.
Er tað nakað serligt, tú brennur fyri?
- Eg brenni veruliga fyri starvinum, sum eg
havi og vóni at kunna leggja nøkur ár aftrat
í hetta arbeiði. Við hús er vanliga gongd í
nógvum í senn, so frítíð, sjálvboðið arbeiði
og arbeiði rennur mangan saman. Eg haldi
kortini, at vit trívast við, at tað er soleiðis,
hóast hetta kann merkja, at stundirnar at
røkja familjusambond og onnur ting eru
avmarkað. Tað havi eg eitt sindur ringa
samvitsku av. Mær dámar ótrúliga væl at
skriva, og vóni, at tað einaferð ber til at fara
at skriva burturav, sigur Sonja J. Jógvansdóttir.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen
– Eg eri ógvuliga klossut
Tað var ein lønarósemja á heysTi 2006 sum gjørdi, aT sonja j. jógvansdóttir frá
degi Til dags segði arbeiði upp og seTTi seg í samband við fimm arbeiðarafeløg
og spurdi, um Tey ikki høvdu hug aT seTa ein samskiftisráðgeva í sTarv
Fakta
Navn: Sonja J. Jógvansdóttir
Starv: Samskiftisráðgevi
Staður: Stoffalág 17, Tórshavn
- Eg brenni veruliga fyri starvinum,
sum eg havi og vóni at kunna
leggja nøkur ár aftrat í hetta
arbeiði, sigur Sonja J. Jógvansdóttir,
samskiftisráðgevi í Samtaki