mikudagur 9. februar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
4
Sosialurin
Leo Poulsen
Borgarstjórarnir í kommunu
num undir Føroya Komm
unufelag vóru í morgun
møttir á fundi, sum felagið
hevði skipað fyri við lands
stýriskvinnuni í kommunu
málum, Anniku Olsen.
Landsstýriskvinnan var
biðin um at koma á fundi at
greiða gjøllari frá uppleggi
num hjá landsstýrinum av
einum
kommunureformi,
sum hevur verið á veg í
longri tíð.
Asbjørn Djurhuus, sum er
formaður fyri Føroya Komm
unufelag, var væl nøgdur við
fundin.
– Hon greiddi nærri frá
ætlanunum, sum hon hevur
um ein kommunureform,
men um eg lærdi so nógv nýtt,
veit eg ikki. Tað er í hvussu
er vert at leggja til merkis, at
hon hevði ikki læst seg fasta
í nakran endaligan leist, og
fegin lurtaði eftir ráðum,
sigur Asbjørn Djurhuus.
Hann
sigur,
at
lands
stýriskvinnan vísti á andan í
upplegginum og at tað skuldi
verða so fólksligt um gjørligt.
– Hvat tað so meinast við.
Eg veit ikki, um tað er sum tá
Ábraham og Lot býttu sundur
á sinni: Fer tú til høgru, fari
eg til vinstru, sigur Asbjørn
Djurhuus skemtandi.
Eisini ein fólkaatkvøða
varð nevnd.
– Men tað er av sera stór
um týdningi, at hevur tú eina
fólkaatkvøðu, so má tað vera
púra greitt, hvat tað er tú
atkvøður fyri. Alt má liggja
við, sum ætlanin er at leggja
út á kommunurnar, og í hes
ari forsamlingini verður mett,
at best er um landið sjálvt
stendur fyri fólkaatkvøðuni,
sigur Asbjørn Djurhuus.
Eingin semja
Limirnir í Føroya Kommunu
felag spenna ógvuliga vítt.
– Vit hava kommunur í
felagnum sum hava heilt
niður undir 50 íbúgvar, upp
til kommunur við 3.000
íbúgvum, so líka so vítt
íbúgvaratalið spennir líka
ymiskar eru meiningarnar
um kommunusamanlegging,
sigur Asbjørn Djurhuus.
Hann sigur, at kommun
urnar hava fingið sær fyri
siting út frá teirri fyritreyt,
at økir skuldu leggjast út á
kommunurnar.
– Skúlin skuldi jú leggjast
út á kommunurnar fyri tveim
um árum síðani, uttan at nak
að er hent. Nú verður tosað um
2013, men eftir øllum at døma
er ikki semja um tað heldur,
sigur Asbjørn Djurhuus.
Eisini á øðrum økjum draga
áhugamálini í hvør sína ætt.
– Summar kommunur
eru meira skuldartyngdar
enn
aðrar,
og
summar
kommunur eru ikki komnar
so langt í útbyggingini sum
aðrar, til dømis tá um kloakk
skipanina
viðvíkur,
sigur
Asbjørn Djurhuus.
Hann sigur, at summar
kommunur eru í bíðistøðu,
meðan aðrar halda, at tað er
bara at binda um posan og
leggja kommunurnar saman
við lóg.
– Eg havi altíð verið av
teirri áskoðan, at komm
unurnar hava altíð megnað
tað, ið er lagt á tær, og tað
rokni eg við, at tær fara at
gera hesaferð eisini, sigur
Asbjørn Djurhuus, formaður
í Føroya Kommunufelag.
KOMMUNUREFORMUR Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya
Kommunufelag, sigur, at uttan mun til hvat endaliga úrslitið av
kommunureforminum veðrur, so fara kommunurnar at klára seg
Leo Poulsen
– Tað var ein fínur fundur,
haldi eg. Sjálvandi høvdu
kommunustýrislimirnir
nógvar spurningar, og
eg haldi, at tey fingu eitt
nøkurlunda nøktandi svar
upp á teir spurningarnar,
sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan
sigur, at fyri hana er tað
mest týdningarmikla, at
limirnir í Føroya Komm
unufelag fáa høvi at siga
sína hugsan nú.
– Tað er av týdningi,
tí so fáa tey eisini møgu
leikan at ávirka málið, og
fáa ført fram síni ynskir,
og eg vóni veruliga, at
hetta fer at røkka á mál,
sigur Annika Olsen.
Tað er ein fylgibólkur,
sum hevur arbeitt við
sjálvari
tilgongdni
til
kommunusamanlegging
ina, og tað var hetta, ið var
evnið á fundinum.
– Tað var ikki so nógv
eldraøkið og skúlaøkið, sum
var frammi, og tí vóru held
ur ikki landsstýriskvinn
urnar í almannamálum og
mentamálum við á fundi
num. Men sjálvandi vóru
borgarstjórarnir áhugaðir
í at fáa meira at vita um
innihaldið í ætlanunum
um at leggja eldraøkið út
á kommunurnar 1. januar
2013, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan
sigur, at hetta við eldra
økinum fara tey at venda
aftur til.
– Hetta fyrsta stigið í
samskiftinum við komm
unufeløgini er um, hvussu
vit fáa skipa kommunur
nar í størri eindir og ta
fólksligu tilgongdina til
samanleggingarnar, sigur
Annika Olsen.
Eingin ivi vera
Tað er eingin loyna, at tað
finnast kommunur, sum
hvørki so ella so vilja leggja
saman, men tað kemur
ikki óvart á landsstýris
kvinnuna.
– Eg hugsi, at tað er
líka stór ósemja millum
kommunustýrislimir sum
tað er millum tingfólk,
tá tað snýr seg um at
leggja kommunur saman
sjálvboðið ella við lóg,
sigur Annika Olsen.
Hon vónar kortini, at
tað fer at bera til at finna
semju, so tey í felag kunnu
lyfta hesa uppgávuna.
– Tí tað, sum eisini
er umráðandi í hesum
málinum er, at kommunu
stýrini eisini síggja ein
fyrimun
í
hesum
og
vilja arbeiða fram í móti
teimum loysnum, sum vit
í Løgtinginum samtykkja.
Tí er tað av týdningi, at vit
finna fram til eina semju
á kommunala økinum,
sigur Annika Olsen.
Hon væntar tó, at tað
verður trupult.
– Tað eru so ótrúliga
nógvar meiningar um,
hvussu hetta skal skipast,
sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at tað var
trupult at lodda dýpið eftir
at fundurin var lokin.
– Tað er ilt at siga. Sjálv
andi eru borgarstjórarnir
í iva, men tað skulu teir
helst ikki vera, tá vit koma
fram til eina niðurstøðu.
Tá broytingar skulu henda
á kommunala økinum er
tað av stórum týdningi, at
kommunustýrislimir vita
heilt nágreiniliga, hvat
endamálið er við tí, sum
verður sett í verk, sigur
Annika Olsen.
Hon heldur lítið enda
mál vera við at leggja
kommunur saman við lóg
uttan at annað hendir.
– Soleiðis, sum komm
unurnar eisini hava ført
fram
á
fundinum,
er
tað umráðandi, at tær
fáa økir at fyrisita, har
kommunurnar
veruliga
fáa innihald, og tað er av
stórum týdningi, eisini at
taka hædd fyri tí, sigur
Annika Olsen.
Neyðugt at
kommunurnar
eru við
KOMMUNUREFORMUR Annika
Olsen, landsstýriskvinna við
kommunumálum, er væl nøgdi við
fundin við Føroya Kommunufelag.
Hon sigur, at kommunurnar í dag
eru í iva, men tað er av stórum
týdningi, at tær ikki eru tað, tá
niðurstøðurnar verða gjørdar
Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, var væl nøgdur við
fundin við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í kommunumálum
Álvur Haraldsen
Annika ikki
læst seg fasta
í endaligan leist