mikudagur 9. februar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
18
Sosialurin
Oyggjaredaktiónin:
Snorri
Brend
snorri@sosialurin.fo
Oyggjablaðið
Trøllanes
Mikladalur
Oyndarfjørður
Hellur
Fuglafjørður
Skáli
Morkranes
Strendur
Kaldbak
Hvítanes
Hoyvík
Tórshavn
Argir
Velbastaður
Kirkjubøur
Sandur
Skarvanes
Skúvoy
Stóra Dímun
Lítla Dímun
Tvøroyri
Froðba
Hov
Porkeri
Nes
Akrar
Víkarbyrgi
Sumba
Norðast til sunnast
við Oyggjablaðnum
Síðani á vári í fjør
hevur Sosialurin
havt Oyggjablaðið
sum eitt eykablað í
hvørjum miku dags
blaði.
Her hava vit
vitjað kring oyggj
arn ar, eins og vit
hava tikið upp ávís
viðkomandi evni, so
sum veiðu, føroyska framleiðslu, bilar, fiskivinnu og bøkur.
Í Oyggjablaðnum eru vit nú í gongd við eina nýggja rundferð
kring oyggjarnar, sum í stóran mun fylgir 7. breiddarstigi á
heimsatlasinum.
Vit hava valt at kalla rundferðina “Føroyar norðast til
sunnast”. Ætlanin er so líðandi, men tó ikki slaviskt at vitja
flestu bygdir og oyggjar, ið liggja nærhendis hesum ása hetta
komandi árið.
Av og á fara vit eisini aðra leið, sum í hesum blaðnum, har økið
á Hálsi í Havn verður umrøtt.
Góðan lesihug.
snorri@sosialurin.fo
Jens Kristian
Vang
jensk@sosialurin.fo
Oyggjablaðið í næstu viku:
Skála
Hesaferð:
Handils-
økið á
Hálsi
Í hesum blað-
num seta
vit fokus á
hand ils økið á
Hálsi í Havn.
Í blaðnum er
hetta:
Síða 18:
Sóleyð lærir á
skrivstovuni
Síða 20-21:
Byggifelag
er elst á gøtuni
Síða 22-25:
Torkil vaks upp
í økinum
Síða 28-29:
Gunvá arbeiðir
í nýggjasta
handlinum
Síða 30:
Nógv er broytt
Síða 32:
Tey vitja ofta
á Hálsi
Í læru á skriv stovuni
Sóleyð Staksberg (36) er
skrivstovulærlingur hjá Guttesen &
Staksberg á Smyrilsvegi 3 á Hálsi
Nær byrjaði tú at læra?
Eg byrjaði at læra her í septembur 2009, so eg havi verið her í hálvtannað
ár. Eg var útlærd sum sjúkrarøktarfrøðingur hjá Hovedstadens
Sygehusfællesskab í mai mánaði 2003, og havi eg starvast sum
sjúkrasystir á intensivu deild á Landssjúkrahúsinum. Men eg havi eisini
arbeitt hjá G & S fyrr sum avloysari í ferium og líknandi, so arbeiðið á
skrivstovuni var ikki fremmant fyri meg, tá eg byrjaði í læru. Haraftrat
havi eg lokið HH-prógv.
Hví arbeiðir tú á eini skrivstovu og ikki eini deild?
- Eg eri einlig mamma við tveimum børnum, og tá er ringt at fáa tær
skiftandi arbeiðstíðirnar á eini deild á einum sjúkrahúsi at passa saman
við einum húsarhaldi. Eitt nú er eingin barnaansing um kvøldið og um
vikuskiftið. Tá eitt skrivstovufólk fór í farloyvi, fekk eg arbeiði her sum
skrivstovulærlingur. Her eru eisini meiri hóskandi arbeiðstíðir - eg møti
klokkan 9:00 og fari til hús aftur klokkan 16:30.
Hvat gert tú á skrivstovuni?
- Tað er ein øgilig rúgva av føstum uppgávum hvønn einasta dag á eini
skrivstovu sum hesari. Eg havi eisini við søluna av íbúðum og raðhúsum
okkara í Maritugøtu í Hoyvík at gera, og taki mær av teimum ymisku
fyrispurningunum frá fólki í hesum sambandi. Annars er hetta arbeiðið
neyvan so nógv øðrvísi enn á øðrum skrivstovum, við avgreiðslu,
bókhaldi og øðrum ið hartil hoyrir.
snorri@sosialurin.fo