Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 18 · 11. februar 2011 8 VIKUSKIFTI Í seinastu viku var eg Í egyptalandi. eg var Í HurgHada og Hini, sum tit sóu Í sjónvarpinum, vóru Í Kairo. sjey tímar og 500 Kilometrar á muni. men sjálvandi merKtu vit ferðafólK eisini, hvat tað vil siga at vera Í einum landi, sum er mitt Í eini Kollvelting Mítt Egyptaland ferðing inna törnroos inna@sosialurin.fo »Egypt closes internet down«. Hesin setningur bleiktraði fram við á einum skermi, tá eg vísti passið fyri seinastu ferð á flogvøllinum. Eg hugsaði ikki meiri um tað, sløkkja internetið, nei, tað trúði eg ikki uppá. Fimm tímar seinni lendu vit á flogvøllinum í Hurghada. Heitt, trongt og spennandi at koma til eitt nýtt land – í Afrika! Vit vistu, at tað var nakað av mót­ mælum í Kairo, áðrenn vit fóru avstað, men ferðaskrivstovan vissaði okkum um, at tað ikki var nakað, sum fór at ávirka okkara feriu. Móð komu vit á hotellið. Har vóru nógv fólki úr ymiskum londum – russ­ arar, týskarar, bretar og norður lend­ ingar. Internetið sløkt Sjónvarp var bara á arabiskum. CNN var at síggja, men sløkt var fyri ljóð­ inum. Dagin eftir fór eg í móttøkuna á hotellinum at kanna, hvussu veðrið fór at verða komandi dagarnar. Har fekk eg boðini, at internetið var sløkt um alt Egyptaland. Sløkt? Nær verður tað tendrað aftur, spurdi eg bilsin. Vit vita ikki, kanska í kvøld, kanska í morgin, kanska ongantíð, søgdu menn­ inir innan fyri diskin. So tey á ferðaskrivstovuni vistu also ikki, hvat tey tosaðu um. Tað ávirkaði okkum, einki internet at hava. Tað, vit ikki hugsaðu um var, at uttan – Tað, sum nógv fólk gloyma er, at Mubarak eisini er ein vælumtóktur leiðari, segði ein av handilsmonnunum eg tosaði við. Hann legði aftrat, at hann væntar at tað fer at taka tíð, at fáa eina nýggja stjørn í Egyptalandi