Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 18 · 11. februar 2011 27 VIKUSKIFTI 700.000 krónur til at marknaðarføra Føroyar VisitFaroeIslands hevur sett av upp til 700.000 kr. til serlig átøk at marknaðarføra Føroyar. Føroysk virki/feløg kunnu nú søkja um stuðul til marknaðarverkætlanir eftir „krónu fyri krónu“-leistinum. Verkætlanir Minsti stuðul, ið verður latin einstakari verkætlan, er 50.000 krónur. Mesti stuðul er 250.000 krónur. Verkætlanir hava fyrimun: • ið eru nýskapandi • ið eru eitt nýtt framtak • ið eru á okkara fokusmarknaðum, sum eru lýstir í ætlanini fyri marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkalandi • har fleiri partar taka lut Verkætlanir á danska marknaðinum skulu sum meginregla taka útgangsstøði í sniðinum, sum er gjørt til konseptið „tæt på“. Verkætlanir skulu ikki vera partur av vanligu marknaðarrøktini. Marknaðarføringsætlan og stuðulstreytir fáast á www.mfa.fo og við at seta seg í samband við Per Hansen á 30 61 00. Umsóknarblað Umsóknir skulu sendast til VisitFaroeIslands á serligum umsóknarblaði, ið kann takast niður á www.mfa.fo. Umsóknarfreistin er 4. mars 2011. Tinganes · 110 Tórshavn Tlf +298 30 61 00 · Fax +298 30 61 05 · www.mfa.fo