fríggjadagur 11. februar 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 11. februar 2011
31
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
Jógvan syngur
fyri altJóða kJansi
Í annaðkvøld verður finalan í íslendska
tónleika grand Prixnum. ein av finalistunum er
klaksvíkingurin Jógvan hansen. hann tekur lut við
sanginum eg lófa og skal í annaðkvøld royna at
syngja seg víðari til europeisku eurovision-finaluna.
Í fjør var Jógvan nummar 2 í kappingini. sjónvarpið
hjá kringvarpinum samsendir við íslendska
sjónvarpið.
Íslendska Grand Prixið
sjónvarp føroya
leygarkvøldið 12/2 kl. 20.15
QivitoQ á dvd
Qivitoq var fyrsti danski filmurin, sum varð
tilnevndur til eina oscar heiðursløn. tað var í
1956. erik Balling hevur gjørt filmin, sum gongur
fyri seg í grønlandi. ein ung lærarinna kemur til
grønland fyri at yvirraska sín forlovaða, men hann
liggur í ørmunum á eini aðrari kvinnu. hon leitar
sær skjól eini lítlari bygd og hittir har ein bestýrara,
sum hon kemur at kenna.
QivitoQ
dvd-filmur
RáðSTEvna um
landbúnað
leygardagin skipa bóndafelag Føroya,
Óðalsfelagið og útoyggjafelagið fyri
stórari ráðstevnu á Hotel Føroyum.
Evnið á ráðstevnuni er: alternativir
vinnumøguleikar í landbúnaðinum. Ymisk
fólk fara at røða um evni – millum annað
tríggir landbúnaðarfrøðingar úr ávikavist
noregi, Íslandi og Grønlandi.
landbúnaðarráðstevna
Hotel Føroyar
leygardagin 12/2 kl. 9.30
hanus á tvøroyri
leygarkvøldið hevur hanus g. Johansen konsert á seglloftinum á tvøroyri. hanus
hevur verið sera virkin seinasta árið. hann hevur givið tvær fløgur út og spælt nógvar
konsertir. onnur fløgan var við yrkingum hjá Pól f. Joensen, og fleiri av teimum
sangunum fer hanus at syngja leygarkvøldið.
Hanus G. JoHansen
seglloftið á tvøroyri
leygarkvøldið 12/2 kl. 21.00
lokalBrak
Í ong landi
nýríku Manchester City royna
at bjóða hinum stórfelagnum í
onglandi av, og tað gongur alsamt
betri hjá City. leygardagin er veruligur
stórdystur á skránni, tá ið City skal
kappast við grannarnar í Manchester united,
sum eru mest vinnandi enska felagið seinnu árini.
Megnar City umsíðir at koppa united?
MancHester utd-MancHester city
Premier league
leygardagin 12/2 kl. 12.45
danSa
vIlT
Hetta vikuskiftið vitjar danska dansiparið
Jens og anette Werner í Føroyum. Tey eru
kend frá sjónvarpsrøðini vild med dans,
og tey fara at undirvísa í dansi í Havn um
vikuskiftið. Skeiðið byrjar fríggjakvøldið og
heldur fram leygardagin. Skeiðið verður í
dansifrøi í Havn.
dansiskeið
dansifrøi í Havn
Fríggjakvøldið 11/2 og
leygardagin 12/2