mánadagur 14. februar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
4
Sosialurin
Leo Poulsen
- Tað hevði uttan iva havt
eina fyribyrgjandi effekt at
sett vakmyndatól upp á ávís-
um støðum í miðbýnum.
Tað heldur borgarstjórin í
Havn, Heðin Mortensen.
Hann sigur, at tað hevði
ver ið ein stór hjálp, um vak-
mynda tól verða sett upp á
ávís um støðum og til ávísar
hend ing ar.
- Vit høvdu ógvuliga nógv
her v erk fyri tíð síðani, tá alt,
sum varð platnað, bleiv slitið
upp. Eisini tá jólabýurin stóð
uppi, var nógv herverk framt
á hann, og í slíkum støð um
hevði verið gott, um vak-
mynda tól stóðu uppi. Ikki
minst tí tað hevði virkað
fyri byrgj an di, sigur Heðin
Mortensen.
Hann heldur, at tað hevði
eisini verið ein tryggleiki í at
havt vakmyndatól á havna-
løgunum.
- Menn fara at pumpa bát-
ar nar tíðliga á morgni ella
seint á kvøldi, og tá er tað ein
trygg l eiki í, at til dømis løg-
reglan kann hava eyga við
monn un um. Tað kann verða
so skjótt, at onkur er áhalsin,
og tá er tað ein stór trygd í
at vita, at eitt vakmyndatól
hev ur eyga við tær, sigur
Heð in Mortensen.
Nógvur harðskapur
Borgarstjórin viðgongur, at
nógv ur harðskapur er um
viku skiftini í Havn.
- Vakmyndatól høvdu ver-
ið ein stór hjálp í sambandi
við tann harðskapin, sum
gongur fyri seg um viku-
skift ini. Og aftur her kun di
vakmyndatól
virka
fyri-
byrgj andi, tá fólk vita, at tey
verða eygleidd, sigur Heðin
Mort en sen.
Hann nevnir, at tað er
púra vanligt í útlandinum at
nýta vakmyndatól.
- Til dømis í London er
tað ein vanlig sjón at síggja
vak myndatól uppsett alla-
stað ni, og tú fer heldur ikki
inn í ein størri handil her í
býnum, uttan at tú verð ur
eyg leidd ur av einum vak-
mynda tóli. Tí haldi eg ikki,
at tað er nakað forgjørt í
at seta vakmyndatól upp á
ávís um útsettum støðum í
bý n um heldur, sigur Heðin
Mort en sen.
Hann sigur, at kommunan
til serlig høvi má hava vakt-
ar fólk at ansa eftir lutum.
- Um Ólavsøkuna mugu
vit hava vaktir, so tivoli og
ann a ð ikki verður brotið
sund ur, og til slík høvi hevði
tað verið skilagott at havt
vak myndatól upp sett í stað-
in, sigur Heðin Mort-en sen.
Karen Marie Olesen, fúti,
segði við Sosialin fríggja dag-
in, at ongar ítøkiligar æt lan-
ir eru um at søkja um loyvi
til vakmyndatól, men um so
var, skuldi tað verið gjørt í
samstarvi við onkran annan
myndug leika. Sum til dømis
kommu nuna.
- Tað er sjálvandi greitt,
at skulu vakmyndatól setast
upp, so skal tað vera undir
skip að um viðurskiftum, og
so skuldi til dømis løgreglan
havt eftirlitið við tólunum,
sig ur Heðin Mortensen.
Fyribyrging
Borgarstjórin heldur, at fólk
yvir høvur ikki hava nakað
ímóti, at eygað verður hildið
við teimum.
- Sum eg nevndi, so fer tú
ikki inn í ein størri handil,
sum ikki hevur vakmyndatól
upp sett, og tá tú soleiðis fer
al ment út í býin, má tú eisini
rokna við at elment eftirlit
verð ur hildið av tær, sigur
Heðin Mortensen.
Hann heldur somuleiðis,
at vakmyndatól á ávísum
støð um sum eitt nú í Klubba-
garðinum og í Steina túni
kundu havt eina fyri byrg j-
andi effekt, og í ringasta lagi
kundu hesi vakmyndatól
verið við til at uppklára harð-
skaps mál í rættinum.
- Eg havi í hvussu er einki
ímóti at vakmyndatól verða
sett upp, og eg síggi tað fyrst
og fremst sum eina fyri-
byrging ímóti herverki og
harðskapi. Og sum sagt kun-
di tað verið ein tryggleiki at
havt vakmyndatól á havna-
løg unum. So um tað kemur
ein áheitan frá løgregluni um
at fáa sett vakmyndatól upp
á ávísum støðum í býnum, so
fara vit ikki at seta okk um
ímóti tí, sigur Heðin Morte n-
sen, borgarstjóri í Havn.
Heðin vil hava vakmyndatól
- Eg havi avgjørt einki ímóti at vakmyndatól verða sett upp í miðbýnum, og tað
hevði verið skilagott at sett tól upp á havnarlagnum undir skipaðum viðurskiftum.
Tað hevði verið ein trygd í tí, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri
Eg havi einki ímóti at
vakmyndatól verða
sett upp á ávísum
støðum í býnum.
Tvørturímóti haldi
eg tað hava eina
fyribyrgjandi effekt,
sigur Heín Mortensen