mánadagur 14. februar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Miðlarnir skriva....
Havi tað ikki gott við, at ungir spælarar sita á beinkinum heilan
dyst, tá ið liðið er odda við átta málum. Tað er so týdningarmikið
at fáa so nógvar spælarar sum tilber á vøllin og framvegis hava
tak á støðu. Hetta er dygd, og neistamenn høvdu ráð til hetta
leygardagin.
www.neistin.fo
Undan dystinum bleiv sagt frá báðum pørtum, at tað serliga fóru
at verða verjunar sum komu at vera avgerandi, og her sýntist sum
at Tjaldur hevði gjørt sítt heimaarbeiði væl.
www.nordlysid.fo
Dysturin var tættur og spennandi. Ikki tað fína poleraða spæli,
men eitt liðavrik, sum veruliga setti Stjørnuna uppá pláss.
Adina og Simona hava mangan verið okkum góðar, og í gjár var
einki undantak. Tær vóru sum ein múrur í verjuni og skutu mál í
næstan hvørjum álopi.
www.tjaldur.net
Høllin á Hálsi var full av fólki frá kl. 13.00 í dag til kl. 21.30
í kvøld. Ongin ivi er um, at finaludagurin hevur verið sera góð
reklama fyri føroyskan hondbólt, og HSF eigur stórt rós fyri væl
fyriskipaða
www.kyndil.fo
Bjarni Jørgensen til FC Fyn
Sáttmálin er galdandi fram til august, so Bjarni Jørgensen hevur eitt hálvt ár at sannføra tey í FC
Fyn um, at hann er verdur at halda uppá. Sjálvur sigur Bjarni seg vera spentan upp á uppgávuna.
– Fyrstu tíðina komi eg at spæla á næstbesta liðnum, men eg fari sjálvsagt at royna at spæla meg
á besta liðið, sigur Bjarni Jørgensen. Higartil hevur hann spælt ein venjingardyst, har teir vunnu
heili 6-0 og Bjarni legði upp til tvey av málunum. Síðani hevur hann verið sjúkur, og tískil hevur tað
ikki verið nógv av venjing ella dystum hjá Bjarna seinastu tíðina. Bjarni Jørgensen hevur vant við
FC Fyn síðani tíðliga í januar. Tað var Erik Klint, sum tryggjaði honum møguleikan at royndarvenja
við felagnum, og tað er eisini hann, sum hevur hjálpt Bjarna Jørgensen við at fáa sáttmálan í lag.
Bjarni er ikki fyrsti føroyingurin í FC Fyn. U21-landsliðsleikarin Viljormur Davidsen, sum eisini
hevur verið inni kring A-landsliðið, er fastur maður í verjuni á besta liðnum hjá FC Fyn. Hann
hevur eisini verið tikið lut í teimum flestu venjingardystunum hjá FC Fyn í ár.
Hilmar Jan Hansen
Frælsur Ítróttur Føroya, sum skipar
fyri FM-renningini, hevði hesa
ferð valt at skift vanliga teinin til
crossrenningina, sum undanfarin
ár hevur verið á Svangaskarði, út
við nýggja teinin í Hoydølum í teirri
vón, at kanska fleiri rennarar fara
at halda seg framat. Málið var 30
rennarar, men hóast tað gjørdist
met hesa ferð, vóru rennararnir
»bara« 23 í tali.
Lagt var til brots klokkan 11
fyrra partin leygardagin í betri lík-
indum, enn morgunin annars hevði
lagt upp til, tí tað var slitið í og helt
sær turt, meðan kappingin var.
Teinurin var soleiðis til longdar, at
tey vaksnu runnu hann seks ferðir,
unglingarnir tríggjar ferðir og børn-
ini tvær ferðir.
Hjá monnunum, sum runnu
um átta kilometrar, gjørdist tað
nokk so leingi ein kapping millum
Sam Vang og Guttorm Sørensen,
men her royndist Sam drúgvari og
kom á mál eini 10 sekund fyrri, og
nakað aftan fyri teir báðar kom so
Jonhard Larsen á mál sum numm-
ar tvey. Vinnaratíðin hjá Sam var 32
minuttir og 56 sekund. Hjá kvinn-
unum var bara Rebekka Fuglø við,
og hon brúkti 40 minuttir og 37 sek-
und um teir átta kilometrarnar.
Góðar umstøður
Veteranar og superveteranar vóru
eis ini við í opna bólkinum hjá monn-
um, men kappaðust samstundis
sína millum. Hjá veteranunum var
John Egholm fremstur, umframt
at hann í samlaðu kappingini
kom fjórð ur á mál, og honum á
baki komu Kári Simonsen og Bent
Jakobsen. Heðin Johannesen vann
bólkin
hjá
superveteranunum
framm an fyri Gunnar Simonsen.
Marnar Djurhuus gjørdist tann
drúgvasti av mansunglingunum á
umleið fýra kilometra langa tein-
inum, og hann kom á mál við tíðini
15 minuttir og 14 sekund, og var
hann næstan tveir minuttir skjótari
enn nummar tvey, sum var Rúni
Seloy. Hjá kvinnuunglingunum var
Elsa Berg fremst við tíðini 21 min-
uttir og 58 sekund, og tær báðar
næstu vóru Dagmar Johannesen
og Anita Gregersen.
Tey yngstu runnu umleið 2,8
kilometrar, og her vann Karin Holm
Simonsen hjá gentum og Rógvi
Johansen hjá dreingjum.
Sum skilst, vóru rennararnir
yvir høvur á einum máli um, at hesin
nýggi teinurin og umstøðurnar
í Hoy dølum vóru væl egnað til
cross-renn ingina, so tí bendir alt á,
at føroya meistarakappingin í hesi
grein aftur verður á hesum stað
kom andi ár.
Uni Holm Johannesen
Havnarmenn fingu ikki fult
móti Sandavági 2. Teir høvdu
heldur ikki støður til meira
og eiga tí at vera glaðir fyri 3,5
stig.
Klaksvíkingar
hanga
so
dánt í toppinum. Teir vunnu
á vestmenningum, men nógv
bendir á, at teir helst vera
ov stutt ir í ár til av álvara at
hótta.
Áttanda og triðseinasta um-
far verður 27. februar. Tá taka
klaksvíkingar ímóti topp lið-
num úr Sandavági, og havnar-
menn kunnu kanska hála seg
nærri toppinum við góð um
úrs liti móti Klaksvík 2.
Framvegis er einki avgjørt, tí
havnarmenn kunnu við góð um
endaspurti avgera tað sjálvir. Í
9. umfari, sum verður 6. mars,
hitta teir nevniliga sanda vágs-
menn í sonnum toppdysti.
7. umfar:
Sandavágur - Klaksvík2 4-0
Havnin - Sandavágur2 3,5-0,5
Vestmanna - Klaksvík 1,5-2,5
Støðan
Sandavágur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .23,0
Havnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .20,0
Klaksvík . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .16,5
Vestmanna . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .12,5
Klaksvík2 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .7,5
Sandavágur2 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .4,5
Sam Vang skjótastur
Frælsur ítróttur Leygardagin var fyrsta FM-
kappingin í cross-renning í høvuðsstaðnum, tá 23
rennarar fyrrapartin løgdu til brots á einum rættiliga
fjølbroyttum teini í við studentaskúlan í Hoydølum
Góði stimin
heldur fram
talv – Nú trý umfør resta í FM-lið-
kapp ingini, eru teir úr Sandavágs
Talvfelag trý stig fremstir. Teir
vunnu í vikuskiftinum 4-0 á einum
heldur viknaðum Klaksvík 2. Torkil
Nielsen vann enn einaferð og hevur
nú sjey stig av sjey møguligum
saM sIGraÐI
Sam Vang gjørdist fyrstur á mál í crossrenningini í Hoydølum leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen