Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 18 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Síðani á vári í fjør hevur Sosial urin havt Oyggjablaðið sum eitt eykablað í hvørjum miku dags blaði. Her hava vit vitjað kring oyggjarnar, eins og vit hava tikið upp ávís viðkomandi evni, so sum veiðu, føroyska fram leiðslu, bilar, fiskivinnu og bøkur. Í Oyggjablaðnum eru vit nú í gongd við eina nýggja rundferð kring oyggjarnar, sum í stóran mun fylgir 7. breiddarstigi á heimsatlasinum. Vit hava valt at kalla rund­ ferðina »Føroyar – norðast til sunnast«. Ætlanin er so líðandi, men tó ikki slaviskt – at vitja flestu bygdir og oyggjar, ið liggja nær hendis hesum ása hetta komandi árið. Góðan lesihug. snorri@sosialurin.fo Norðast til sunn- ast við Oyggja- blað num Trøllanes Mikladalur yndarfjørður Hellur Fuglafjørður Skáli Morkranes Strendur Kaldbak Hvítanes Hoyvík Tórshavn Argir Velbastaður Kirkjubøur Sandur Skarvanes Skúvoy Stóra Dímun Lítla Dímun Tvøroyri Froðba Hov Porkeri Nes Akrar Víkarbyrgi Sumba Enn einaferð er sluppin Høganes sokkin. Fyri góðum trimum árum síðani sakk hon við bryggju í Runavík, men kom tá upp aftur. Men fyri góðum tveimum vik um síðani hendi tað sama aftur, hesaferð við bryggju á Skála. Dýpdin er soleiðis her við havna­ lagið, at Høganes í roynd og veru stendur á havsins botni. snorri@sosialurin.fo Stendur á havsins botni Fólkatalið á Skála hevur ligið omanfyri 600 tey seinastu sjey árini. Í roynd og veru er fólkatalið uppá tað mesta síðani 1985. Hagtølini frá Hagstovuni vísa greitt, at í seinnu helvt av 80unum var talið eisini omanfyri 600, men síðani 1994 hevur tað ligið undir. Ikki fyrrenn í 2004 fór tað aftur upp um 600, og í november mánaði í fjør var tað tað hægsta nakrantíð, 657 ­ tað sama sum í 2007. Hetta er ein rættiliga stórur vøkstur, tí síðani 1996 er fólkatalið økt við 104 fólkum. snorri@sosialurin.fo Tað mesta í 25 ár Hesaferð: Skála Í hesum blað num seta vit fokus á samfelagið á Skála Í blaðnum er hetta at lesa: Síða 2: Flest skálafólk í dag Síða 4-5: Ungir dreingir smíða sín egna bát Síða 7-10: Eilif var í knúsi Síða 12-13: Regin trívist í grótinum Síða 15: Egnarar møta tíðliga til arbeiðis Síða 16: Helena hevur kundar úr øllum landinum Hvørt einasta ár skipa tey í Meinigheitshúsinum fyri eini sonevndari missiónsviku. Hetta er ein møtirøð við evangeliskum innihaldi, har talarar og sangkreftir ymsa­ staðni frá plaga at luttaka. Á Skála byrjaði henda missiónsvikan í gjárkvøldið og varir fram til sunnudagin. snorri@sosialurin.fo Møtirøð alla vikuna Mynd: Vágaportalurin Næstu ferð: Lestrarblaðið 2011