fríggjadagur 18. februar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21
4
Sosialurin
Hugnakvøldið byrjar klokk
an 19.30. Tá verður farið til
borðs, og við borðið syngja
tey hópin av kendum og
nakrar minni kendar sjó
manssangir og vísur. Jóanes
Johannesen úr Dali fer at
spæla undir á harmoniku.
Í millum sangirnar verð
ur høvi at bera fram onkra
søgu. Sólvit Simonsen av
Sandi, ið hevur siglt nógv
saman við klaksvíkingum,
kemur við sínum eyðkenda
skemtiliga frásøguhátti at
siga frá.
Eisini
kemur
Jógvan
Ravns fjall at greiða frá
áhuga verdum
søguligum
viðurskiftum í siglingarsøgu
okkara. Talan er um stuttar
frágreiðingar, tí sangurin
skal verða tað berandi hetta
kvøldið.
Eftir borðhaldið verður
farið uppá gólv. Tey fara
at kvøða um Vaagen, og
um lagið er gott, halda tey
á við eitt nú Brókatátti og
øðrum.
Neyðugt er at tekna seg
til titakið á telefon 223011
ella hjá
Jónleifi Johannesen á
telduposti :
jonleif.johannesen@skulin.fo
Dansa,
kvøða og
syngja í
Skálanum
Torradagar Leygarkvøldið
ber til at syngja sjómanssangir
og -vísur í Skálanum. Hetta
er eitt nýtt tiltak, og gleða
fyrireikararnir seg til at vera
partur av Torradøgum í ár.