Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21 14 Sosialurin Árni Joensen Løgreglan í Sveis hevur ikki mist vónina um at finna tær báðar horvnu tví­ burargenturnar Alessiu og Liviu aftur á lívi. Fyrradagin kom løgreglan við teimum rættiliga óvæntaðu boð un ­ um, at kanska vóru gent­ ur nar ongantíð farnar úr Sveis. Higartil hevur løgreglan hildið seg til eitt bræv, sum pápin at gentunum, Matthias Schepp, skrivaði og koyrdi í postin, áðrenn hann beindi fyri sær við at leypa út fyri eitt tok í Italia tann 5. februar. Í brævinum til mammuna skrivaði hann, at systrarnar "hvíla í friði", og at "tær hava ikki liðið". Kanningar hjá løgregluni í Sveis, Fraklandi og Italia bendu á, at pápin var farin til Korsika við gentunum, og tá eitt vitni vildi vera við, at pápin var einsamallur, tá hann fór av aftur oynni, fór løgreglan hagar at leita. Í vikuni fór mamman at gentunum, eisini til Korsika. Men sambært tals mann­ in um hjá sveisisku løg­ regluni, Jean­Christophe Sau terel, eru allir møgu leik­ ar opnir. Tað, sum stendur í brævinum frá pápanum, kann vera rætt, men ein annar møguleiki er, at gent­ urnar ongantíð fóru úr Sveis, segði hann við tíð­ inda fólk mikudagin. Sveisiska løgreglan er komin eftir, at Matthias Schepp hevði roynt at út­ vegað sær upplýsingar um vápn og eiturevni, áðrenn hann fór úr Sveis, og at hann eisini hevði hugt at ferðaætlanum hjá eitt nú onkrum ferjum. arni@sosialurin.fo Tann 28. januar var pápin eftir Alessiu og Liviu, tí hann skuldi hava tær nakrar dagar. Tann 5. februar beindi pápin fyri sær við at leypa fyri eitt tok, men Alessia og Livia eru ikki at finna Mynd: AFP Tvíburarnir Alessia og Livia kanska á lívi kortini Útlond Hóast pápin hevur skrivað, at tvíburar­ systrarnar Alessia og Livia »hvíla í friði«, er sveisiska løgreglan ikki sannførd um, at tær eru deyðar. Tí heldur løgreglan fram at leita eftir systrunum Jan Müller Sonn øði hevur tikið seg upp í Hetlandi og Orknoyggjunum eftir, at bretska stjórnin hev­ ur givið vaktar­ og bjarg­ ingar tænatuni í øllum Bret landi boð um at skerja rakst ur in við einum fjórðingi og har við nið ur leggja 10 av teim um 18 vaktar­ og bjarg ­ ing ar støð unum kring landið. Og so kemur hetta stutt eftir álvarsligu van lukk una í Meksiko flógv an um og í eini tíð, har um hvørv is felags­ skap ir royna at steðga olju­ boring vestan fyri Hetland orsakað av dálkingar vand­ an um. Avgerðin gongur serliga útyvir oyggjabólkarnar fyri norðan, hvørs stóru og nýggju tog arar eftir øllum at døma verða tiknir úr drift. Togarar, sum hava alstóran týdning fyri trygdina og til at fyribyrgja dálking. Hesir togarar komu nøkur ár eftir Braervanlukkuna og skuldu veita neyðugu trygdina, um ein vanlukka av slíkum slag skuldi hent aftur. Bæði hetlendignar og orkn oy ingar meta, at verð­ ur av gerðin sett í verk, so fer hetta at kosta manna lív, fyri ikki at tosa um vand­ an fyri álvarsligum av leið­ ingum av dálking frá eitt nú oljuvinnuni, tí so nógv virksemi er nettupp í økin­ um vestan fyri Hetland, har oljuvinnan mennist fyri hvønn dag. Eisini altjóða olju feløg, sum arbeiða í økin­ um, eru farin uppí kórið, sum mótmælir avgerðini hjá stjórnini í London. Tey mongu mótmælini hava fingið stjórnina at kanna alt málið enn einaferð, áðrenn spariætlanin enda­ liga verður sett í verk. Um­ boð fyri stjórnina siga, at talan er ikki bara um eina sparing men eins nógv um at nútímansgera vaktar­ og bjargingartænastuna og kem ur hetta ikki minst í kjalar vørrinum á tøkniligu menningini, sum ger, at tað er ikki tørvur á at hava 18 bjargingarstøðir kring Bretland. Ætlanin er at savna tænastuna í trimum miðdeplum, sum hava opið alt samdøgrið, nevniliga Aber deen, Southhampton og Dover. Aftrat hesum verða so 5­6 smærri støðir, sum bara fara at hava opið í dag­ tímunum. Fyri tíð síðani varð talið á støðum 28. Raka oljuvinnu Umrøddu skerjingar koma dátt við hjá oljuvinnuni vest­ an fyri Hetland og eisini hjá umhvørvisfelagsskapum, tí við at niðurleggja stór­ an part av vaktar­ og bjarg­ ingartænastuni í økinum, har nógv oljuvirksemi er og har stórar útbyggingar standa fyri framman, meta bæði lokalpolitikarar og olju­ feløg, at skorið verður mun­ andi niður uppá trygdina í økinum. Avgerðin fer at hótta bæði mannalív og um­ hvørvið. Víst verður á, at tað er ikki samsvar millum ynsk­ ini frá stjórnini at fáa olju­ feløg at gera fleiri íløgur í oljuframleiðslu vestan fyri Hetland samtíðis sum tað so týðandi bjargingarvirksemið verður minkað ella heilt nið­ ur lagt. Ein kann so siga, at av­ gerðin eisini kann fáa týdning fyri eina komandi føroyska oljuvinnu. Tað er givið, at verður olja og gass framleitt á føroyska landgrunninum skamt frá markinum eina­ ferð í framtíðini, vil tað eisini hava stóran týdning, at Hetland er væl útgjørt á vaktar­ og bjargingarøkinum, um og tá óhapp henda til havs. Ein kann siga, at nú Føroyar eru eftirbátur, tá tað snýr seg um tilbúgving og harvið eisini viðvíkjandi eini munadyggari vaktar­ og bjargingartænastu, tá koma skerjingar og sparingar í grannalagnum á hesum øki illa við. Herfyri hoyrdu vit, at um tað ringasta skuldi hent vestan fyri Hetland í sam­ bandi við boring á djúpum vatni, so kann hetta hava við sær lemjandi oljudálking, sum eisini kann raka før­ oyskt øki. At skerja vaktar­ og bjargingartænastuna í einum oljumenningarøki um somu tíð sum tað frá fleiri síðum verður ávarað móti vandanum fyri dálking tykist ikki serliga væl umhugsað sigur kelda í føroyska olju­ umhvørvinum, sum ikki ynskir at verða nevnd. Tá tosa vit ikki ein gang um teir vandar, sum alla tíðina lúra millum Føroyar og Hetland, tá risastór tanga­ skip við olju og gassi úr Ruslandi og Norðurnoregi sigla framvið oyggjarnar. jan@sosialurin.fo Kelda: Shetland News og http://www.parliamentlive.tv/ Main/Player.aspx?meetingld=7625 har til ber at síggja hoyringina í parlamentinum í London um hesa ætlan. Skerja bjargingtænastuna við Hetland Sparing Ætlanin hjá bretsku stjórnini at niðurleggja fleiri bjargingarstøðir og harvið taka úr drift stórar sleipibátar, ið annars skulu veita trygd og verja umhvørvið, hava skapt sanna øsing í Hetlandi. Ein av fýra sleipibátum, sum ætlanin er at taka úr drift vegna sparingar.