Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21 Sosialurin Savnsleiðari til Listasavn Føroya Við hesum verður starv sum leiðari á Listasavni Føroya lýst leyst at søkja til setanar frá 1. mai 2011. Listasavn Føroya er tjóðlistasavn Føroya. Endamálið hjá Listasavninum er at savna, varðveita og miðla føroyska list. Fram­ sýningar av føroyskari og útlendskari list skulu tryggja og miðla vitan um føroyska og útlendska list í Føroyum. Uppgávur Leiðarin á Listasavni Føroya kemur at hava listarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina og skal standa fyri menningini av Lista­ savninum sum tjóðlistasavn føroyinga. Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru: • at hava dagliga raksturin av savninum um hendur, herundir at umsita savnið innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamál savnsins • at gera framsýningarætlanir og aðrar virkisætlanir fyri savnið • at virka fyri gransking og útvegan av tilfari um savnið og tey listaverk, ið savnið eigur • at veita ráðgeving og virka fyri góðum samskifti og samstarvi við myndugleikar, listaøkið, søvn, stovnar, skúlar og almenningin yvirhøvur Faklig førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjarar hava visjónir um at menna listaøkið í Føroyum og neyðug­ an førleika at leggja framtíðar ætlanir fyri Listasavn Føroya. Umsøkjarar skulu hava listfrøðiliga ella aðra útbúgving, ella royndir ið kunnu metast at geva fakligan førleika at røkja starvið. Harumframt skulu umsøkjarar hava innlit í fíggjarviðurskifti og fyrisiting. Fyrimunur er at hava leiðsluroyndir, kunn­ leika til og royndir innan listasavnsøkið. Persónlig førleikakrøv Umsøkjari skal hava góð leiðslu­ og sam­ starvsevni, vera ágrýtin, tænastuhugaður, miðvísur, arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Lønar- og setanartreytir Starvið er tíðaravmarkað í fimm ár við fyrsta árinum sum royndartíð og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar­ málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Stýrið setir savnsleiðaran eftir tilmæli frá Lista­ felag Føroya og Felagnum Føroysk Mynd­ listafólk. Tann, ið verður settur, má góð­ taka møguligar broytingar í setanar­ og starvsviðurskiftum sínum í sambandi við bygnaðarbroytingar á savnsøkinum Fleiri upplýsingar Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Martin Næs, formann í stýrinum fyri Listasavn Føroya, tlf. 55 50 40 ella á martinn@mmr.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til: Listasavn Føroya Stílað Martini Næs, stýrisformanni Postrúm 1141 FO 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Listasavni Føroya í hendi í seinasta lagi 25. februar 2011, kl. 15 Listasavn Føroya varð skipað sum sjálvsognarstovnur í 1989 og verður rikið við rakstrarjáttan á løgtingsfíggjarlógini, egnum virksemi og við stuðli frá Tórshavnar kommunu og ymsum grunnum. Listasavnið virkar eftir viðtøkum fyri Listasavn Føroya frá 2002. Stýrið fyri Listasavn Føroya er ovasta leiðsla á savninum. Á Listasavni Føroya starvast 3 fólk í føstum starvi. LISTASAVN FØROYA | P.O.BOx 1141 | FO110 TóRShAVN | TLF. +298 313579 | INFO@ART.FO | www.ART.FO Annfinn V. Hansen, adv. (H) annfinn@advokat.fo Rannvá Ragnarsdóttir, adv. mediator rannva@advokat.fo Djóni Thomassen, adv. LL.M. djoni@advokat.fo Jens Andrias Vinther, adv. jav@advokat.fo Raðhús í Hoyvík til sølu Um hóskandi boð fæst, verða raðhúsini Maritugøta 17 í Hoyvík, matr. nr. 1æq, seld. Húsini hava gott útsýni, og eru innrættað í tveimum hæddum á 58 fermetrar, ið gevur eina búvídd á íalt 116 fermetrar umframt úthús. Í niðaru hæddini eru gongd, wc/ vaskirúm, køkur og stova í einum. Í ovaru hæddini eru trý kømur umframt eitt baðirúm. Eisini hava húsini eitt ovastaloft. Grundøkið er 136 fermetrar til støddar. Nærri fæst at vita um ognina við at venda sær til. Jens Andrias Vinther, advokat Bryggjubakki 22 · Postsmoga 106 · 110 Tórshavn tel: (+) 298 359595 · fax: (+) 298 359596 advokat@advokat.fo · www.advokat.fo Vegna eitt av viðskiftafólkum okkara selja vit ein lastbil við vippulast og krana. ·Toyota Dyna 200 ·Árg. 09.02.2007 ·Eginvekt 4250 kg ·Bilurin hevur koyrt 37.000 km Áhugað kunnu venda sær til BankNordik á Tvøroyri, tel. 330 330. Lastbilur til sølu -so eru tit við!