fríggjadagur 18. februar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 18. februar 2011
17
VIKUSKIFTI
tað seg, at tey nærmastu stuðlaðu
henni, tá ið hon greiddi teimium frá
sín um loyndar máli.
– Familjan og vinirnir hava ongan
tíð havt nakran trupulleika við, at eg
eri samkynd. Summi blivu væl skilj
andi rættiliga bilsin, men tey hava
altíð góð tikið meg, sum eg eri. Tað er
eri ótrúliga glað fyri, greiður Anna
Djurhuus frá.
Samkynd skulu
brenna í helviti
Í Føroyum hevur seinastu árini verið
tosað nógv um samkynd, teirra kor og
rættindi. Anna Djurhuus hevur eisini
upplivað nøkur neilig ting gjøgnum
ár og dag, men í dag stórtrívist hon
í Vági.
– Tað er fantastiskt at búgva í
Vági. Men tað havi eg eisini familju
og vinum at takka fyri. Tað hevur
ikki altíð verið lætt, sigur Anna
Djurhuus.
At búgva í einum lítlum samfelag
og í eini lítlari bygd sum Vág hevur
eisini sínar keðiligu síður.
– Tað ringasta er slatur, sum mang
an er ógvuliga særandi. Men sam
stund is kenni eg øll her, og eg føli meg
trygga her, sigur Anna Djurhuus.
Men hóast tryggleikan í Vági, so
eru tað summi, sum trúgva teimum
so kall aðu mytunum um samkynd.
– Summi halda, at tað er ein sjúka,
sum smittar. Onnur halda, at eg eri at
meta við ein pedofil. Og summi halda
enntá, at eg havi uppiborið at brenna í
hel viti. Summi eru eisini bangin fyri,
at samkynd royna eftir øllum av sama
kyni. Tað geri eg altso ikki – eg eri
rættiliga kræsin, sigur Anna skemt
andi.
Hon hevur eisini roynt at búgva í
Havn, men har var støðan verri um
nakað.
– Flestu fordómarnar og mótstøð
una havi eg møtt í Havn. Eg fekk ikki
frið í Havnini, og eg fekk eisini nøkur
hótt andi smsboð. Men tað er hóast
alt nøk ur ár síðani. Vónandi er støðan
broytt, sigur Anna Djurhuus.
Tey hóttandi smsboðini settu síni
spor, og hennara lív í Havnini var
nakað merkt at tí. Men hon valdi at
taka frástøðu frá slíkum at burði og
bara fáa sær eitt nýtt, dult tele fon
nummar.
– Tey skrivaðu til mín, at eg ikki
skuldi spreiða slíka sjúku í Føroyum.
Og at eg hevði uppiborið at brenna
í helviti fyri mínar syndir, sigur
Anna.
Lætt, at fáa
eina damu við heim
Flest øll vilja hava ein maka at liva
lívið saman við, og soleiðis er eisini
við Annu Djurhuus. Ein myta um
samkynd er, at tað er trupult hjá
før oyskum sam kyndum kvinnum
at finna ein maka ella eina at deila
eina nátt saman við. Men hendan
trupul leikan kennir Anna Djurhuus
ikki til.
Anna hevur verið í parlagi nakrar
ferðir, men hevur enn ikki funnið sína
einastu einu.
– Tað er eingin trupulleiki at finna
sær eina damu at taka við heim eina
nátt. Men tað er nakað verri at finna
ein maka, sigur Anna Djurhuus.
Samfelagið er lítið, og kvinnur
hava trupult við at viðurkenna sín
samkynda hug við at fara alment í
eitt parlag við henni.
Børnini skulu kunnast
um samkynd
Hóast Anna trívist væl í Føroyum, so
eru summi viðurskifti, sum hon fegin
vildi broytt, fekk hon møguleikan.
– Eg haldi, at børn og ung í Før
oyum skulu upplýsast um samkynd.
Tað hevði av gjørt minkað um for
dóm arnar, sum fólk hava móti sam
kyndum. For dóm ar koma jú av óvitan,
sigur Anna Djurhuus.
Eisini heldur hon, at rættindini
hjá teimum samkyndu skulu betrast
í Før oyum.
– Eg vildi ynskt, at okkara rættindi
gjørdust betri. Til dømis skrásett
par lag og ætt leiðing, sigur Anna
Djurhuus.
Nú hava vit lisið nógv um myt
ur mót vegis samkyndum, men tað er
eisini ein myta um føroyska samfelag
ið, sum Anna ger upp við.
– Um ein vil trívast onkustaðni, so
er bara at gera nakað fyri tað. Tað er
nógv at takast við her suðuri í Vági, og
eg hugni mær óført og livi eitt »nor
malt« lív saman við mínum nær mastu,
sigur Anna Djurhuus, sum slær fast, at
hon altíð vil búgva her á klett unum.
Eg visti beinan vegin, at eg var til gentur. Tað føldist
gott og rætt uppá all ar mátar at mussa eina gentu
mynd: jenS KrISTIan vang
Flestu fordómarnar og mótstøðuna havi eg
møtt í Havn. Eg fekk ikki frið í Havnini, og
eg fekk eisini nøkur hóttandi sms-boð. Men
tað er hóast alt nøkur ár síðani. Vónandi
er støðan broytt, sigur Anna Djurhuus