Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 21 · 18. februar 2011 18 VIKUSKIFTI tað er tíðIn lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein UmmælI: Inna Törnroos talið á amerikumonnum undir 45 ár, sum fáa hjartatilburð, er munandi økt seinastu 15 árini. tað vísir ein kanning, sum the Independent skrivar um. Vøksturin í hjartatilburðum millum yngri fólk hevur verið 15 prosent frá 1994 til 2007 Serliga eru tað menn undir 34, sum oftari fáa hjartatilburð nú enn fyri 10 árum síðani. Har hevur vøksturin verið 47 prosent. – Vit meta, at yvirvekt og ov høgt blóðtrýst spælir ein leiklut í økingini, sigur Zin tong, sum starv ast á US Centers for Disease Control. Finalistarnir í donsku X-Factor kappingini fáa boðið pláss á tón- leika skúla í Oure. Danmarks radio, Sony Music og Oure Music hava gjørt eitt samstarv, sum tryggjar X-Factor sangarunum pláss á skúlanum, hava teir hug til tað. Dr hevur fingið skotið í skógvarnar, at sangararnir í X-Factor verða sleptir upp á fjall, eftir at teir hava luttikið í kappingini, og nýggja tilboðið skal helst síggjast í ljósinum av hesum atfinningum. Nýggja skeiðið á Oure Music er serliga gjørt til tey, sum hava verið við í X-Factor kappingini. apple arbeiðir nú við at gera eina minni og bíligari iPhone. Hendan nýggja telefonin skal kappast við onnur og bíligari merki av fartelefonum. Hetta skrivar Wall Street Journal. apple fyritøkan sjálv vil einki siga um slaturin í løtuni. Síðani fyrsta iPhone kom á marknaðin í 2007, er sølan vaksin nógv, og í løtuni koma 37 prosent av inntøkunum hjá appel frá júst iPhone. apple hevur áður roynt seg við minni og bíligari útgávum av eitt nú iPod, og nýggja iPhone, sum gongur undir arbeiðsnavninum N97, byggir á sama hugskot. Stendur tú ov leingi undir brúsuni ella brúkar baðikarið ov ofta, so mást tú eisini punga út fyri tað. Nøkur einføld spariráð gera, at tú kanst spara fleiri túsund krónur um árið upp á at vaska tær. Center For energibesparelser í Danmark hevur roknað út, at tað ber til at spara upp fleiri túsund krónur við at fylgja trimum einføldum ráðum. Fyrsta ráðið er at seta ein sparibrúsara upp. Hesin ger, at tú brúkar minni vatn, og harvið sparir tú orku. annað ráðið er at stytta brúsubaðið frá 8 til 5 minuttir. Og síðani skalt tí lata verða við at brúka baðikarið, tí tað kostar ov nógv samanborið við brúsubað. Fleiri ung fáa hjartatilburð X-Factor sangarar sleppa á Musikkskúla Minni iPhone á veg Spar pengar undir brúsuni Kærleikssøgan um tvey fólk og 20 ár »Samme dag næste år« er ein tann besta kærleiksskaldssøga, eg nakrantíð havi lisið. Høvundin aftanfyri bókina eitur David Nicholls, og enska heiti á bókini er »One day«. Bókin er søgan um Dexter og emmu. Dex og em, em og Dex – tey eru sum gjørd til hvønn annan, men spurningurin er bara, nær tey skulu finna út av tí. 15. juli 1988 fáa tey prógv frá universitetinum í edinburgh og eru saman eina nátt. eftir hetta fara tey hvør sín veg, men vegir teirra møtast oftani. Skaldsøgan er uppbygd soleiðis, at vit sleppa at hitta emmu og Dexter hvønn 15. juli komandi 20 árini. Við at siga soleiðis frá, vevur høvundin tær broytingar, ið fara fram í samfelagnum, saman við teimum broytingum, sum emma og Dexter uppliva í sínum lívi. Bombuspreingingirnar í undirgrundini í London, Laybour- flokkurin kemur til valdið og stríðið í Irak eru nakrar av hendingunum, ið snøgt verða vavdar inn í handlingina. Bókin minnur ikki sørt um víðagitna filmin »Harry og Sally«, har spurningurin er, um tey nakrantíð gerast annað enn góðir vinir. Bókin er ikki bara »feel-good« og stuttlig, hon er eisini rørandi og syrgilig. Sjálv sat eg og tútbrølaði móti endanum. tá tær 430 síðurnar vóru liðugar, kendist tað, sum eg segði farvæl við nakrar góðar vinir. eg eri øvundsjúk inn á øll tykkum, sum enn ikki hava lisið hesa herligu bók. Fyri tykkum, sum ikki tíma at lesa, kann eg ugga tykkum við, at »One day« kemur sum filmur í ár við anne Hathaway og Jim Sturgess í høvuðsleiklutunum. ★★★★★★ »Samme dag næste år« Høvundur: David Nicholls Upprunaheiti: One Day Umsett: Christel Brinkløv Forlag: Thaning & Appel