fríggjadagur 18. februar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 18. februar 2011
8
VIKUSKIFTI
– Eg havi sæð munin á fólki, tá tEy koma til fyrstu viðgerðina, og so tá
tEy hava verið nakrar fErðir. Bæði verumáti, holdningur og útsjónd
broytist, og tEy Eru sjónliga lættari í huga, grEiðir maria andreassen
hentze frá. hon var Ein av tEimum sjúkrasystrunum, sum tók sær av
ljósviðgErðini á psykiatrisku dagdEildini, ta tíðina, tilboðið var latið.
Ljósið manar
tyngdina burtur
Vetrartunglyndi
eydna skaale
eydna@sosialurin.fo
Summi merkja ongan mun á sinnis støð uni
óansæð, um tað er vetur ella summ ar.
Men tá september er farin at líða, eru
fleiri, sum gerast stúrin. Onnur merkja
veturin níva seinni, til dømis tykist januar
serliga myrkur og tungur fyri nógv, tí
januar stendur í tungari andsøgn til ljósu
og hugnaligu jólini.
- Summi vilja ikki viðganga, at myrkrið
drenar tey, tí tey ræðast at viðganga, at tey
hava ein sálarligan trupulleika. Sálarligir
trupulleikar eru nevniliga framvegis
lagdir við tabu í Føroyum. Men tað eru
eisini nógv, sum ikki vita, at tey hava
ein trupulleika, og at tey lættliga kundu
fingið hjálp og harvið meiri orku. Tað sigur
Maria Andreassen Hentze, sjúkrasystur á
psykiatriska deplinum.
Men fyri umleið 5000 føroyingar
er vet urin tungur at koma ígjøgnum.
Myrkr ið ávirkar okkum, ger okkum illa
uppløgd, soleiðis at vit ikki fáa nakað
upp í lag.
Nógv óvitandi
Nógv gransking er innan økið, og tað
er staðfest, at besta hjálpin móti vetrar-
tunglyndi, ella Seasonal Affective Disorder,
er ljós.
Á Landssjúkrahúsinum varð í eina tíð
bjóðað ljósviðgerð til til teirra, ið stúrdu
fyri vetrinum.
- Eg vil meta, at tað vóru eini 20 fólk,
sum gingu regluliga til viðgerð hvønn
vetur. Vit høvdu 2 ljóstól, sum høvdu
ljósstyrkina 2500 lux. Ljósið skuldi gevast
tveir tímar dagliga, 10 fylgjandi ferðir og
helst í dagtímunum, fyri ikki at órógva
svøvnrútmuna, greiðir Maria frá.
Tað er tó hent nógv innan ljósvið gerð,
og nýggju ljóstólini hava nú heili 10.000
lux. Tað er tí nóg mikið, um tú bert situr
ein hálvan tíma dagliga í 10 dagar.
- Tey sum fingu viðgerð, vóru fólk, sum
veruliga høvdu tað ringt, tí tey skuldu
hava eina ávísing frá lækna, fyri at fáa
viðgerðina. Tey, sum komu, vóru altso tey,
sum innsóu, at tey høvdu ein trupulleika
og fóru til lækna. Men hóast okkara tal var
lágt, so er tað ikki heilt eftirfarandi fyri,
hvussu nógv líða av vetrar tunglyndi. Tí tað
eru heilt víst nógv fleiri.
Maria greiðir frá, at vetrartunglyndi
sakt ans kann kennast, sum um tú "bara"
ert illa upp lagdur og inni sælur um veturin.
Tað eru sera nógv fólk, sum eru orku leys
um veturin og sum ikki fáa nakað upp í
lag. Hetta kann eisini flokkast sum vetrar-
tung lyndi.
Hóast tey ikki fara til lækna við trupul-
leikanum, og hóast tey neyvan hava eina
depressión, so ávirkast tey av myrkrinum.
Og øll hesi kundu havt gleði av ljósviðgerð.
Tí heldur Maria tað vera harmi ligt, at tað
ikki verður tosað meiri um til boðið.
Betri at koma til viðgerð
- Nú fáast lampurnar í fleiri handlum,
so nú eru tað nógv, sum keypa sær eina
slíka at hava heima við hús. Ljósið hjálpir
nevni liga teim um flestu, og summi fáa
sær fyribyrgjandi ljós við gerð í september,
áðrenn veturin kemur.
Hon leggur dent á, at hetta er ein sera
góð loysn, serliga fyri tey, sum bara kenna
seg eitt sindur illa uppløgd, hvørja ferð
myrka árs tíðin vitjar aftur.
Men hóast til ber at fáa viðgerð heima,
vísir Maria á, at viðgerðin á sjúkrahúsinum
var betri fyri nøkur.
- Tá tú situr heima, letur tú teg forstýra.
Vit eru ikki líka røsk, tá vit skulu gera nakað
heima við hús. Vit vita, tá fólk til dømis
hava verið hjá fysioterapeuti og skulu gera
venjingar heima sjálvi, so er tað skjótt, at
tað dettur niðurfyri. Tað er so lætt at leypa
tað um, ella at raðfesta okkurt annað hægri,
tá tú ert heima.
Maria vísir á, at tá fólk hava eina við-
gerðartíð, so koma tey og sita ta løtuna,
sum krevst. Tá fara tey ikki at gera alt
møguligt annað, sum tey hava lyndi til at
gera heima.
- Fyri tey fólkini, sum eru tung um
veturin, gerst tað ofta einsligt, tí tey orka
ikki út millum fólk. Tey fáa ofta ikki tosað
við nakran um tað, sum tyngir tey. Um tey
koma út til okkara til viðgerðir, so kunnu
vit práta við tey. Á tann hátt kann viðgerðin
hava dupulta ávirkan, vísir Maria á.
Í næstum er ætlanin at fara undir
arbeiðið við eini ljósklinikk, sum skal vera
klár komandi vetur. Hetta skal vera eitt
tilboð, sum byrjar longu í september og
heldur á allan veturin.
Fleiri av teimum, sum gingu til regluliga
viðgerð sakna við gerðina, og onkur heldur
ikki, at ljósið, sum kann keypast, er eins
sterkt, sum tað á sjúkra húsinum.
Ónd ringrás
Ráðini móti vetrartunglyndi eru, at vit
skulu út at fáa tað dagsljósið sum er, vit
skulu eta sunt, og vit skulu røra okkum.
- Tað óhepna er bara, at tá tú hevur
vetrar tunglyndi, hevur tú onga orku.
Summi sova leingi, og koma ikki upp fyrr
enn dagsljósið er farið - tað er jú stutt um
veturin - og onnur eru til arbeiðis og fáa
ikki farið út.
- Harumframt ger vetrartunglyndi, at
matar lysturin økist, og at fólk serliga vilja
hava søtmeti og annan ósunnan mat. Og
tey flestu stríða seg ígjøgnum dagin, og
tey hava als ikki orku at fara út at røra
seg ella at venja. Tað er tí ein ónd ringrás
at koma í.
Maria vísir á, at ljósviðgerðin kann
steðga hesi ringrásini og geva fólki orku
til at útynna hesi góði ráðini í verki.
- Tey fáa eitt skump, og kunnu so sjálvi
halda tunglyndinum burtur í eina tíð við at
eta gott, fáa dagsljós og rørslu. Fyri summi
er tað nóg mikið við einari viðgerð, tvs 10
ferðir av ljósið, meðan onnur hava tørv á
viðgerðini bæði fyri og eftir jól.
Maria er vís í, at ljósviðgerðin bara
fer at vinda meiri uppá seg. Tað er nógv
gransking innan økið, og viðgerðin hjálpir
jú sera væl.
- Tað er týdningarmikið, at vit taka
trupul leikan við vetrartunglyndi í álvara
og fáa tikið tabu'ið av hesum evninum. Tí
viðgerðin er so sára einføld, og hjálpin er
ómetaliga stór, slær hon fast.
mynd: álvur haraldsen