Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 6 Sosialurin Rólant Waag Dam Átta mánaðir eftir, at SIC gav út sína triðju fløgu út í Føroyum, verður hon skjótt at fáa í stóru plátuhandlunum kring Evropa. Nýggi plátu­ sátt málin við danska felagið Mighty Music hevur við sær, at teir geva fløguna út tann 11. apríl. – Tá fæst fløgan í øll um teimum umráðandi fløgu­ handl unum kring Evropa. Viðhvørt ger plátufelagið eisini nógv fyri at fáa teirra bólkar á russiska og asiatiska marknaðin, men tað er ikki endaliga avtalað enn, greiðir Eddie Jacobsen frá. Samráðast við USA Gongst sum ætlað, koma eis­ ini onnur enn russar, asiatar og evropar at fáa gleði av nógv róstu fløguni hjá SIC. – Vit samráðast við plátu­ felagið Eclipse í USA. Har er einki avtalað enn, men afturmeldingarnar, vit hava fingið, hava verið ógvuliga positivar. Hjá teimum er tað ein spurningur um pengar, og við at geva okkum út, taka teir ein stóran kjans. Men teir hava so sagt, at teir so høvdu samskift við okk um, um teir ikki mettu okkum vera áhugaverdar fyri norðuramerikanska markn­ aðin, greiðir Eddie Jacobsen frá. Danska Mighty Music, sum SIC hevur gjørt eina av­ talu við, hava eisini verið latið væl at tí, teir hava hoyrt frá føroyska tónleikabólkinum. – Tey hava sagt, at teir ivast ikki í, at fløgan fer at fáa góð ummæli. Men teir hava eisini sagt, at hon neyvan fer at fáa toppkarakter, tí hon er ikki lýtaleys. Tað eru vit í bólkinum eisini greiðir yvir, sigur Eddie Jacobsen. Higartil hava teir í SIC roynt at syrgt fyri, at fløgan ikki fekk nógv ummæli. Orsøkin er einføld. Ein fløga, sum er nógv ummæld, er ikki løtt at selja hjá einum plátufelag, um bólkurin er nógv umrøddur áðrenn tey geva fløguna út. Umrøða og útgáva skulu helst hanga saman, og tað hava teir í SIC tryggjað sær nú. Góð ummæli Figthers They Bleed er tó ummæld tríggjar ferð ir. Dimmalætting og Uni Leitis­ stein Hansen góvu fløguni seks av seks møguligum stjørn um. Somuleiðis hevur ein týskur tónleikamiðil giv­ ið fløguni níggju av tíggju stjørnum, og amerikanska The NewReview lat fløguni fýra og eina hálva stjørnum av fimm møguligum. Og sambært Mighty Music eru hetta ikki seinastu góðu ummælini, triðja fløgan hjá SIC kemur at fáa. Áhugað í føroysku tónleiki Bæði Tutl og Kristian Blak vóru við, tá sáttmála sam­ ráð ingarnar millum SIC og Mighty Music fóru fram. Hetta hevur havt við sær, at Mighty Music hevur fingið eyguni upp fyri føroyskum tónleiki. – Hetta átti at havt við sær, at tað verður nógv lætt­ ari hjá øðrum føroyskum bólkum at verða hoyrdir í eitt nú Mighty Music. Tey fáa óteljandi fløgur sendandi og tað er ógjørligt hjá teimum at koma í gjøgnum alt. Men nú vita tey, hvat føroyskur tónleikur er og at tað eru dugnalig fólk, sum standa aftanfyri hesa framleiðsluna, sigur Eddie Jacobsen, sum nú gleðir seg til útgávudagin á evropiska fastlandinum. – Eg gleði meg eisini til at spæla aftur. Vit spældu eitt sindur, tá fløgan kom út, men so steðgaði alt hjá okkum. Tað er púra øvugt av tí, sum tað plagar at vera í samband við útgávur. Men nú fløgan kemur út aftur, fara vit at spæla í Danmark. Og so umhugsa vit eisini ein tónleikaferð í heyst, men vit eru ikki komin langt við teimum fyrireikingunum, sig ur Eddie Jacobsen í SIC. rolant@sosialurin.fo SIC um alt Evropa PLÁTUSÁTTMÁLI Um smáar tveir mánaðir verður fløgan fløgan Fighters They Bleed hjá tungmálmsbólkinum SIC at fáa kring alt Evropa. – Vit samráðast eisini við plátufelag um at fáa fløguna út í USA og hava fingið sera góðar afturmeldingar, sigur Eddie Jacobsen, gittarleikari og talsmaður hjá SIC Plátufelagið, SIC hevur gjørt sáttmála við, roynir ofta at fáa teirra bólkar á bæði russiska og asiastiska marknaðin Tey hava sagt, at teir ivast ikki í, at fløgan fer at fáa góð ummæli. Men teir hava eisini sagt, at hon neyvan fer at fáa toppkarakter, tí hon er ikki lýtaleys