fríggjadagur 18. februar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 18. februar 2011
24
VIKUSKIFTI
TelduposTsorrusTan millum Kára á rógvi, løgtingsmann og TýsKar
djóraaktivistar er iKKi tann fyrsTa millum føroyingar og TýsKarar
í efTirKrígsTíð. Føroyingum hevur áður dámT væl at taka til seinna
veraldarbardaga, tá teir kenna seg niðraðar av arrogantum TýsKarum
Føroysk
sarkasma
og týsk
arrogansa
Hendingar
Heri simonsen
heris@sosialurin.fo
Vit 900 føroysku áskoðarnir, sum vóru
við føroyska fótbóltslandsliðnum á
Nieder sachsen leikvøllinum í Hannover
í Týsklandi á heysti í 2002, gloyma
ongan tíð hendan minniliga túrin. Ikki
bara tí føroyska fótbóltslandsliðið
spældi ein minniligan dyst, og var bara
eina hársbreidd frá at fáa javnleik 2-2.
Vit minnast eisini túrin sum nakað
serligt og gleðiligt, tí vit vóru so
hjartaliga væl móttikin av týskarum. Tá
dysturin var liðugur gingu túsindtals
týskir áskoðarar framvið okkum 900 før-
oysku áskoðarunum. Tey veittraðu, tey
klappaðu, heilsaðu okkum, og koyrdu
tummilin upp. Mest rørandi løtan var,
tá ein eldri maður í rullistóli steðgaði
frammanfyri føroysku áskoðarafjøldini
– kanska var tað ein krígsveteranur?
Maðurin lyfti húgvuni fleiri ferðir,
og nikkaði til føroysku fjøldina við
hávirðing.
Føroysku spælarnir gloyma heldur
ikki dystin, og hvussu teir vóru klapp-
aðir út av týsku áskoðarunum. Aftaná
dystin vóru vit noydd at býta um alt
før oyskt vit áttu, turrikløð, troyggjir, ja
sjálvt føroyskar húgvir við týsk pløgg
av ymiskum slagi, og allastaðni komu
týsk arar og heilsaðu hjartaliga uppá
okk um, og vístu okkum hávirðing.
1940 broytti alt
Upplivingin í Hannover lærdi meg
nógv. Eg hevði áður rættiliga nógvar
fordómar um hetta »arroganta fólka-
slagið«, sum plágaði lívið av abba
mín um, og skipsfeløgum hansara, árini
1940-1945. Abbi misti fleiri av sínum
bestu vin monnum, sum fingu eina váta
grøv orsaka av týskum kavbátum, og av
luftbornu dreparunum hjá Luftwaffe.
Tó hava føroyingar ikki altíð verið
anti-týskir. Sverri Djurhuus greiðir frá í
bókini hjá Óla Olsen, sum kom út stutt
fyri jól, at hann var umborð á einari
føroyskari slupp á heysti í 1939. Hetta
var áðrenn Danmark, Noreg, Føroyar
og Ísland vóru drigin upp í kríggið.
Sverri Djurhuus greiðir frá, at 24 av
teimum 28 monnunum umborð hildu
við týskarunum ímóti bretum. Bara
fýra hildu við bretum. Føroyingar hildu
ikki nógv um bretar áðrenn 1940, tí teir
næstan niðurfiskaðu okkara grunnar.
Hertøkan av Danmark hjá Hitleri tann
9. apríl, og hertøkan hjá Churchill av
Før oyum tann 12. apríl í 1940 gjørdu sítt
til, at føroy ingurin bleiv pro-bretskur,
og anti-týskur. Og vit stríðast kanska
við hendan krígsarvin enn í dag?
Rossamenn á norðurlandinum
Í 1980-unum vóru nakrir føroyskir rossa-
menn á ferð á norðurlandinum í Íslandi.
Teir gistu nakrar nætur á einum lítlum
gistingarhúsi. Aftaná nakrar góðar
reið ferðir og nakrar góðar upplivingar
í tí íslendsku náttúruni, so var upplagt,
at mennirnir skuldu hava eina veitslu
tað seinasta kvøldið teir gistu á tí lítla
gistingarhúsinum. Hýrurin var góður,
og menn stemmaðu í nógvar góðar og
mergjaðar fosturlandssangir. Best sum
sangurin gongur uppá tað besta, so
stendur ein eldri, týskur ferðamaður
og nevar á gólvinum.
Gamli týskarin sigur á enskum við
sterkari týskari dialekt: – Be quiet.
Because of your noise, me and my wife
can not sleep! Elsti maðurin í føroyska
ferðalagnum – ein krígssiglari – reisti
seg upp, og ógvuliga harðligt og speiskt
brendi hann eftir týskaranum: Shut up!
Because of you and your countrymen I
could not sleep for five years! Týskarin
gjørdist púra ovfarin av svarinum, og
rýmdi aftur á kamarið, og tann føroyska
veitslan kundi halda fram.
Umborð á Norrønu
Ein føroyskur ferðamaður, sum var
rættiliga stinnur í týskum yvirhoyrdi
umborð á gomlu Norrønu, at nakrir
týsk arar sótu og flentu eftir hvussu
lítlar Føroyar vóru, og hvussu látirligt
tað var, at nakrir gamlir og skirvisligir
bygn ingar á einum lítlum nesi kundu
verða »stjórnarbygningar« hjá einum
landi, og so flenti tey ógvuliga forhánis-
liga.
Føroyski ferðamaðurin fór beina
leið yvir til borðið, og hann legði hart
út: – Eg hoyri, at tit sita og flenna
eftir hvussu lítið landið hjá okkum er!
Týskarnir gjørdust rættiliga skakkir um,
at knappliga stóð ein fremmandamaður
við borðið, sum tosaði ræðið týskt. Og
áðrenn tey megnaðu at svara, so kom
føroyingarin við tí næstu skotsalvuni:
– Eg veit einki um, at Føroyar eru lítlar.
Luftwaffe hevði so ongar trupuleikar
við at finna Føroyar undir krígnum!
Sigursælur fór føroyski ferðamaðurin
frá týskarunum. Hetta »kríggið« hevði
Føroyar so vunnið!
Á málskúla í Bremen
Ein føroyingur gekk á málskúla í
Bremen í Týsklandi. Har vóru fólk frá
mong um londum, sum stríddust við at
læra seg týskt. Dugnaliga og væl skip-
aða týska undirvísingarliðið bar so í
bandi, at einaferð um vikuna var tjak á
skránni. Næmingarnir á málskúlanum
skuldu tjakast um ymisk mál, sum vóru
frammi í tíðini tá. Meðan føroyingurin
gong ur á málskúlanum í Bremen, verð-
ur lógin um aktiva deyðshjálp samtykt
í tí hollendska parlamentinum. Tá so
næm ingarnir á málskúlanum skulu
hava sítt næsta tjak gerst hetta evnið.
Týski skúlaleiðarin leggur fyri: – Nú
hevur Holland samtykt lógina um
aktiva deyðshjálp. Í Týsklandi er ongin
slík lóg. Hví halda tit, at eingin slík lóg
er í Týsklandi? Ein løta gongur, eingin
sigur nakað. So rættir føroyingurin
hond ina upp, og týski skúlaleiðarin
nikkar, og biður hann siga hvat hann
held ur. Føroyingurin pakkar einki inn,
og sigur: – Kann tað skyldast, at tit
týskarar hava hjálpt ov nógvum fólkum
at doyggja, at tit ikki vilja hava eina
slíka lóg? Bumban varð slept! Allir
næmingarnir hugdu niður á gólvið,
eingin tordi at hyggja upp. Tøgn var
eina løtu, og so kom tað lágmælt frá
tí týska skúlaleiðaranum: – Tú hevur
rætt! Hatta er óivað orsøkin til, at vit
ikki hava samtykt lógina í Týsklandi!
John Cleese í Fawlty Towers
»Don't mention the war«