Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 21 · 18. februar 2011 25 VIKUSKIFTI Hjørdis Viberg, sum vaks upp í Runavík, er elst av einum systkinaflokki, sum telir seks. Foreldrini eru Brynhild og Petur á Royheyggi. Øll tey fyrstu árini hjá Hjørdis sigldi pápin sum skipsførari hjá Mærsk. Seinni var pápin í starvi sum havnafúti hjá Runavíkar havn í mong Harrans ár. Mamma Hjørdis hevur verið heimaarbeiðandi og hevur fjálgað um børn, mann og heim. Góður egnari Liðug við barnaskúlan fór Hjørdis í realskúla, og flokkur hennara var hin seinasti, sum fór út úr realskúlanum. - Eg byrjaði at egna sum heilt ung, kanska eini 10 ára gomul, og eg haldi, eg var av grov- astu egnarum, sigur hon og brosar. Hugurin lá til egningina og at tjena pening. Pápi hennara plagdi at siga: »Brúka altíð eina krónu minni enn tú tjenar«. - Ja, eg tímdi so væl, at eg stundum stóð til reiðar á bryggjuni at velja mær teir bestu stamp arnar, tá bátarnir komu aftur av útróðri. Øll árini, meðan eg gekk í realskúla, arbeiddi eg á Lyn frost eftir skúlatíð. Eftir realskúlan fór Hjørdis á handilsskúla í Fuglafirði, sum tá var kvøldundirvísing. Hetta árið arbeiddi hon eisini á bakarínum hjá Miðberg í Saltangará. Tíðliga á Posta Tá Hjørdis varð liðug á handilsskúla, fekk hon lærupláss hjá Demich og fór tá undir eina trý ára skrivstovuútbúgving. - Eftir loknað útbúgving í 1986 byrjaði eg at arbeiða hjá Postverki Føroya, og har arbeiddi eg fram til 1988. Hon hevur altíð havt ein ævintýrhug og hevur soleiðis eisini havt hug at til at royna nýggj ting og avbjóðingar. - Eg søkti arbeiði hjá Post Danmark og fekk bjóðað arbeiði í Vojens. Ætlanin var ongantíð at vera í Danmark í meiri enn eitt ár ella so. Men mær dámdi væl, og árini í Danmark gjørdust 10 í tali. Men Hjørdis gjørdi sær eisini aðrar royndir í Danmark hesi árini enn bara at starvast innan postverksøkið. - Eg gjørdi mær eisini royndir innan privatu vinnuna og var soleiðis hjá Brdr. Gram, sum er verksmiðja, ið framleiðir kuldaskáp í Vojens. Eftir at hava arbeitt hjá Brdr. Gram í umleið hálvt annað ár, fór eg at arbeiða hjá Skandia Ørredseksport í Lunderskov, og her arbeiddi eg í trý ár. Í 1993 gjørdi hon av at fylgja tí dreymi, hon alla tíðina hevði havt, nevniliga at arbeiða meiri við sínum kreativu eginleikum. Valið fall á drama og musik, sum altíð hevur havt hennara stóra áhuga. - Hetta førdi til, at eg í eitt ár var á Kolding Daghøjskole, har eg hevði drama sum linjugrein. Hetta var ein spennandi og sera lærurík tíð, sigur Hjørdis Viberg. Leiðari í Upernavik Í 1995 byrjaði hon aftur í starvi hjá Post Danm- ark, hesaferð í Esbjerg. Hon sigur, at arbeiðsuppgávurnar í Esbjerg vóru sera fjølbroyttar - alt frá økonomi til rakstur. Hetta var tíðin, tá Post Danmark gjørdi umfatandi broytingar og fusioneraði við spari- kassan, Bikuben. Seinasta árið í Esbjerg hevði Hjørdis ábyrgd- ina av deildini í Tjæreborg burturav. Í 1998 tók hon enn eitt nýtt og spennandi stig á síni leið. Hon søkti og fekk farloyvi hjá Post Danmark “på ubestemt tid”, sum hon tekur til. Nú søkti hon starv hjá Post og Tele Greenland, sum post-og bankaleiðari í Upernavík og 10 tilhoyrandi bygdum. Upernavik liggur einar 800 kilometrar norðanfyri polarsirkulin. - Eftir at hava verið í Upernavík í tvey ár, fekk eg bjóðað annað starv hjá Post og Tele Greenland, og flutti eg soleiðis 400 kilometrar suðureftir til Jakobshavn sum postmeistari. Her arbeiddi eg í trý ár, sigur hon. Aftur til Føroya Eftir fimm ár í Grønlandi, gjørdi Hjørdis av at flyta heimaftur til Føroya. Her fekk hon arbeiði hjá Postverki Føroya, og eftir at hava verið eitt ár í Føroyum, tók hon avgerð um at siga farloyvi hjá Post Danmark frá sær og vera verandi í Føroyum. - Árini á Posta hava verið sera avbjóðandi, læru rík, spennandi og fjølbroytt, sigur hon. Í 2007 tók Hjørdis við starvinum sum rakstrar stjóri, og síðan oktober 2010 hevur hon myndað fyritøkuna sum stjóri. Sjálv sigur hon, at ein broyting frá at vera rakstrarstjóri til at vera stjóri er, at hon er farin úr innanríkisráðnum til uttanríkisráðið, sum hon brosandi tekur til. - Eg trívist væl við míni uppgávu, sum er nýggj hvønn dag. Okkara mál eru ikki smávegis, og tað skulu tey heldur ikki verða. Hjørdis leggur dent á, at Posta vil gera mun í føroyska samfelagnum, sum hon tekur til. - Vit vilja, at allar tænastur okkara eru í samsvari við tørvin hjá viðskiftafólkunum, og vit vilja, at Posta til eina og hvørja tíð avspleglar tørvin og er viðkomandi í samfelagnum, sigur Hjørdis Viberg. Lívsins skúli Men hvør er so lívsáskoðanin hjá stjóranum á Posta? - Mín lívsfilosofi er, at telur tú árini, er lívið stutt. Telur tú dagarnar, eru teir burtur, áðrenn tú hevur vent tær – og telir tú tímarnar, rennur tíðin sum streymur í á. Men livir tú í lívinum – og mitt í tí og nýtir hvørt sekund – tá man lívið kennast nóg langt. Tí er tað mítt motto at brúka løtuna, meðan hon er, tí vit eiga bara hana, sigur Hjørdis. Tá vit tíðliga í samrøðuni spyrja hana um hennara útbúgvingar, nú hon situr á ovasta rók á Posta, er svarið: - Í høvuðsheitum byggja mínir førleikar á lívsins skúla og á tær royndir, eg havi gjørt mær. Hesar kundi eg neyvan lisið mær til, leggur hon aftrat. Umframt kvøldskúla og skrivstovu útbúgving hevur hon eisini tikið leiðsluútbúgving. Hjørdis Viberg er fødd í 1964. Hon er gift Hans Óla Viberg, og tey eiga synirnar Brynleiv, sum er átta ár og Kristian, sum er fimm ár. – Mínir førleikar byggja í fyrsta lagi á lívsins skúla og á tær royndir, eg havi gjørt Mær. hesar kundi eg neyvan lisið Mær til, sigur hjørdis viberg, stjóri á Posta. Lívsins skúli førdi hana á ovastu rók tIl arbeIðIs lagt tIl rættIs: vilmund jacobsen Fakta Navn: Hjørdis Viberg Starv: Stjóri á Posta Besta við starvinum: At hvør dagur er nýggjur og gevur mær ríkar møguleikar fyri at gera mun. Ringasta við starvinum: At læra at góðtaka tey ting, eg ikki havi ávirkan á. Stjóri: Eg sjálv. - Eg trívist væl við míni uppgávu, sum er nýggj hvønn dag, sigur Hjørdis Viberg, stjóri á Posta