mánadagur 21. februar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22
10
Sosialurin
1968: Teir báðir brøðurnir, Hans og Rólant Jacobsen
stovnaðu fyri tøkuna Bakkafrost. Fyrsta góðskinga
rvirkið varð bygt sama ár. Triði bróðirin, Martin
Jakobsen, kom uppí í 1971.
1972: Tað næsta góðskingarvirkið varð bygt á
Glyvrum. Handils hug skotið var at fiska sild á
firðunum í Føroyum, og selja hana sum krydd að og
marinerað sildafløk.
1977: Farið varð undir at pakka føroyskan flatfisk til
bretska markn aðin. Hetta varð gjørt fyri at tryggja
fyritøkuna, tí sildaveiðan minkaði nógv tá.
1979: Fór, sum eitt av teimum fyrstu før oysku
virkjunum, undir ali vinnu.
1980'ini: Fór undir at svirka fars og surimi úr
svartkjafti í Før oyum. Í 1990'unum minkaði svart
kjafta stovnurin brádliga, og hetta førdi til at
Samtakið og restin av vinnuni fekk fíggjarligar
trupulleikar.
1986: Jón Purkhús og Heini Greg er sen stovnaðu P/F
Bakkafrost Holding, sum tá æt Sp/F Faroe Salmon.
Teir fóru undir at ala laks og smolt.
1992: Regin Jacobsen, Hans Jacob sen og Martin
Jakobsen um skipaðu felagið. Um sama mundið setti
felagið á stovn P/F Ali støðina á Bakka. Teir høvdu
loyvi at ala laks á tveimum firðum, umstøður at
kryvja og viðgerða laksin á Glyvrum, førleika til
pelag iska fram leiðslu, eins vl og teir fram leiddu
styroporeskjur at flyta fisk í.
1995: Virkið á Glyvrum varð umbygt til eitt
góðskingarvirki til laks. Íløgan var amarkað og
fram leiðsluorkan lítil. Felagið fekk loyi at ala smolt
á Glyvrum og í Glyvra dali.
1999-2001: Felagið hækkaði dag ligu framleiðslu
orkuna til umleið 22 tons av kruvdum fiski við
tveim um ymiskum íløgum, sum vórðu gjørdar um
hetta mundið til tess at fáa í lag størri vøkstur.
2006: Í 2006 var felagið víðkað við m. a. saman legg
ingum, og fram leiðslan vaks við 15.000 tonsum av
kruvdum fiski til eina samlaða framleiðslu á 18.000
tons av kruvd um fiski. Felagið fekk loyvi at ala á seks
firðum afturat og fekk tvær smoltsstøðir. Felagið
gjørdi stórar íløgur í góðskingarvirkið á Glyvrum fyri
at vera ført fyri at taka ímóti vaksandi nøgdunum, og
virkið kláraði eina framleiðslu á 55 tons av kruvdum
fiski um dagin.
2008: Partaeigararnir í Bakkafros og Vestlax samdust
um at leggja feløgini saman. Samanleggingin
skuldi verða tann 1. januar 2010. Partaeigararnir
hjá P/F Vestlax Holding fingu partabrøv í Bakka
frost. Vestlax hevði eina fram leiðslu á 11.000 tons
av kruvdum laksi og síli og hevði eitt kryvjivirki í
Kollafirði.
2009: Hetta árið hevði felagið metstóra framleiðslu,
og netto vinn ingur og úrslit var eisini besta nakran
tíð. Avgerð varð tikin um at skráseta felagið á Oslo
Børs 2010.
Eirikur Lindenskov
Ársúrslitið fyri 2010 er áljóð
andi 259 milliónir krónur
eftir skatt. Felagið er væl
kon soliderað og hevði við
ársenda 2010 ein solvens
upp á 76%. Rakstrarúrslitið
hjá Bakkafrost fyri 2010 var
247,3 milliónir krónur, og
svaraði hetta til 11,44 krónur
fyri hvørt kg av laksi, sum
felagið tók í 2010. Nevndin í
Bakkafrost fer at skjóta upp
fyri aðalfundin at útgjalda
vinningsbýti upp á DKK 3,91
fyri hvørt partabrævið, svar
andi til DKK 191 milliónir í
alt.
Úrslitið fyri fjórða árs
fjórð ing 2010 er áljóðandi 114
milliónir krónur eftir skatt.
Rakstrarúrslitið hjá Bakka
frost fyri fjórða ársfjórðing
2010 er áljóðandi 91 milliónir,
og svarar hetta til 13,99
krónur (NOK 15,12) fyri hvørt
kg av laksi, sum er tikin.
Felagið sigur í tíðinda
skrivi, at biologiska gongdin
er framhaldandi góð, og
markn aðurin fyri laks er
góður. Tøkan av laksi øktist
seinasta ársfjórðingin í 2010
í mun til tríggjar teir fyrstu
ársfjórðingarnar, soleiðis at
felagið í alt í 2010 tók 21.626
tons av kruvdum laksi og
sílum. Í 2010 setti Bakkafrost
8,2 milliónir smolt út í mun til
7 mió., sum var upprunaliga
metingin fyri árið. Byrjað
verður at taka henda fisk í
seinnu hálvu av 2012. Í 2010
hevði Bakkafrost sløk 400
ársverk.
Felagið sigur, at útlitini fyri
2011 eru góð. Tøkan av laksi
fer væntandi at verða umleið
33.000 tons, og hevur felagið
longu gjørt søluavtalur fyri
umleið 30 prosent av hes um,
Søluavtalurnar eru við víkj
andi portiónum, sum verða
framleiddar á Glyvrum.
Í 2010 gjørdi felagið íløgur
fyri umleið 70 milliónir krón
ur, og fara íløgurnar vænt
andi at verða á sama støði í
2011.
Alivinnan stóð fyri einum
munandi íkasti til føroyska
samfelagið í 2010. Av samlaða
føroyska
útflutninginum
stóð alivinnan fyri 34 prosent,
svarandi til 1.476 milliónir
krónur, har av umsetningurin
hjá Bakkafrost var 820 milli
ónir krónur.
– Vit eru sera væl nøgd við
úrslitið fyri 2010. Biologiska
gongdin er og hevur verið
góð, og laksaprísurin er
fram haldandi góður. Útlitini
eru eisini góð, og við øktari
fram leiðslu í 2011 eru vit
bjart skygd,
samstundis
sum at ein týðandi partur
av um setn ing inum fyri 2011
longu er seldur við góðum
lang tíðar kontraktum, sigur
Regin Jacobsen, stjóri á
Bakka frost.
eirikur@sosialurin.fo
Søgan hjá
Bakka frost
Gott úrslit hjá
Bakkafrost
VINNULÍV Ársúrslitið hjá Bakkafrost er 259 milliónir krónur eftir skatt.
Nevndin mælir til at gjalda út 191 milliónir krónur í vinningsbýti
Bakkafrost er størsta alifelag í Føroyum við eini
ætlaðari framleiðslu á 33.000 tons av laksi í
2011. Felagið er fult integrerað frá smolti til
lidnar vørur og sølu. Felagið rekur 14 aliøki á 13
ymiskum firðum og eigur 39% av aliloyvunum
í Føroyum. Felagið hevur kryvjivirki í Klaksvík
og Kollafirði og framleiðslu av lidnum vørum
á Glyvrum. Høvuðsskrivstova felagsins er á
Glyvrum, og felagið hevur sløk 400 starvsfólk.
Fakta