Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 6 Sosialurin Leo Poulsen Í næstsíðstu viku hevði landsstýriskvinnan í komm­ unumálum fund við Føroya Kommunufelag, sum um­ boðar smærru komunurnar í landinum, og fríggjadagin var so fundur við Kommunu­ samskipan Føroya, ið umboðar størru kommunurnar. – Fundurin var stak góður. Tað er gott at koma á tal við kommunurnar um eitt so álvarsamt mál, sum kommunureformin. Talan var um ein konstruktivan fund, har kommunurnar høvdu nógvar spurningar, sigur Annika Olsen. Hon sigur, at kommunur­ nar eru fegnar um at verða tiknar við í tilgongdina um kommunureformin og kenna, at tær verða hoyrdar. – Tað er greitt, at komm­ unurnar ynskja, at fáa økir at umsita. Tá kommunurnar verða skipaðar í størri eindir, vilja tær eisini, at økir fylgja við. Tað hevur verið nevnt at leggja eldraøkið út á kommunurnar, so tær fáa eitt innihald, og at tað gevur meining at gera størri eindir, sigur Annika Olsen. Summar kommunur hava greitt melda út, at tær ikki eru áhugaðar í samanlegging. – Tær flestu kommun­ urnar eru samdar um, at skipa størri eindir. Tað eru sjálvandi kommunur, sum eru ivasamar um spurningin at leggja saman við lóg, og tað er eisini óloysiligi knúturin, sum hevur verið í politiska fylgibólkinum, sigur Annika Olsen. Men hon heldur, at til­ gongdin í løtuni er ógvuliga konstruktiv, og vónar, at tað skjótt verður greitt, hvussu skipanin á kommunala øki­ num verður. Og hon hevur góðar vónir um at røkka á mál. – Ja, tað vænti eg. Komm­ unurnar eru rættiliga kon­ struktivar, og vit skulu taka ta hond, sum kommunurnar rætta út. Eg vænti, at vit finna eina semju á málinum skjótt, sigur Annika Olsen. leo@sosialurin.fo Kommunur vilja hava økir at umsita KOMMUNUREFORMUR Annika Olsen hevur nú havt fund við bæði kommunufeløgini. Fríggjadagin var fundur við Kommunusamskipan Føroya og Annika Olsen sigur, at kommunurnar vilja hava økir at umsita Annika Olsen hevur góðar vónir um, at semja finst um kommunureformin Leo Poulsen – Vit høvdu ein sera góðan fund, har landsstýriskvinnan greiddi frá útspælinum hjá landsstýrinum, og eg helt eis­ ini, at spurningarnar, sum vit settu, fingu vit góð svar upp á, sigur Gunvá við Keldu. Hon leggur dent á, at kommunurnar ynskja eina sjálvbodna samanlegging. – Hinvegin skulu vit minnast til, at Kommusam­ skipan Føroya varð sett á stovn við tí í hyggju, at skipa størri eindir, sum eru meiri burðardyggar, og sum kunnu taka fleiri økir á seg, sigur Gunvá við Keldu. Hon vísir á, at kommunu­ stýrislimir longu sum er sita við einari stórari ábyrgd, ikki minst tá hugsað verður um, at fleiri økir verða flutt frá landinum út til kommunurnar. – Tí eru tað ógvuliga stórar avgerðir, sum kommunu­ stýrislimir skulu taka í hes­ um døgum, tí tær bera ógvu­ liga stórar avbjóðingar við sær. Men vit mugu fáa eina skipan við størri og burðar­ dyggum eindum, sigur Gunvá við Keldu. Og vónirnar um semju eru góðar. – Eg trúgvi, at vit finna fram til eina semju, tí eg haldi, at allar kommunurnar eru nokk so opnar fyri teim­ um broytingum, sum eru neyðugar, og tí trúgvi eg, at vit finna eina semju, sigur Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya. Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunu­ samskipan Føroya, væntar semju um nýggja kommunureforminum Eg trúgvi upp á semju KOMMUNUREFORMUR Forkvinnan í Kommunusamskipan Føroya, Gunvá við Keldu, er bjartskygd tá tað ræður um møguleikarnar at finna semju fyri nýggja kommunureforminum