mikudagur 23. februar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
12
Sosialurin
Árni Joensen
Í Vesturheiminum er Mu
am mar Gaddafi kanska best
kendur sum tann einasti
ríkis leiðarin,
sum
hevur
sítt egna tjald ella rættari
sagt sína egnu tjaldlegu við
sær, tá hann er á ferð utt an
lands. Vanliga er hann mill
um luttakararnar á árliga
aðal fundinum hjá ST, og tá
hevur hann sett tjaldleguna
upp mitt í New York.
Libyski einaræðisharrin
er lívsnjótari. Tá hann sein
ast var í Italia og vitjaði vin
mann in Silvio Berlusconi,
hevði hann fylt tjaldleguna
við
ungum
ljóshærdum
kvinn um, sum ikki vóru í
meiri klæð um enn neyð
ugt. Tey, sum fylgdu við,
vildu vera við, at kvinn ur
nar høvdu fingið pengar frá
Gaddafi aftur fyri at taka við
islamsk ari trúgv.
Mong munnu hava sæð,
at Gaddafi ofta hevur eina
prúða kvinnu undir liðini á
sær, tá hann er á ferð. Skjøl
hjá Wikileaks hava avdúk að,
at tann ljóshærda og bringu
stóra kvinnan er úr Ukraina,
og at hon er sjúkra røktar
frøðingur.
Við harðari hond
Tey, sum kenna Muammar
Gaddafi, siga, at hann kann
gott vera bæði hugnaligur og
skemtiligur, men tann, sum
setir seg upp ímóti honum,
fær skjótt eina aðra mynd av
manninum úr oyðimørkini.
Tí aftan fyri tann hugna
liga og skemtiliga gekka
skortin er ein einaræðisharri,
sum stýrir sínum landi og
fólki við beinharðari hond.
Allir politiskir flokkar, sum
ikki hava somu stevnuskrá
sum einaræðisharrin sjálvur,
eru bannaðir. Fleiri hundrað
politiskir andstøðingar sita í
fongsli, og fleiri teirra hava
fingið deyðadóm. Píning er
vanlig, og tað hendir meiri
enn so, at fólk, sum hava eina
aðra uppfatan enn leiðarin,
hvørva.
– Teir flestu, sum høvdu
sagt og gjørt sum Muammar
Gaddafi, høvdu verið um rødd
ir sum svikaligir og óstøð ugir,
men libyski leið arin er ein
samansettur per són ur, sum
hevur megn að at varð veita
valdið í 40 ár, stóð í ameri
konskum diplomatskjølum,
sum Wiki leaks hevur al
manna kunn gjørt.
Lívsseigur
Síðani Muammar Gaddafi tók
valdið við eitt hernaðarkvett
í 1969, hevur hann stýrt
Libya við harðari hond. Í
dag er landið eitt av teimum
mest
avbyrgdu
í
Afrika
og í tí arabiska heiminum.
Tá Omar Bongu, sum var
einaræðisharri
í
Gabon,
doyði fyri tveimum árum
síð ani, yvirtók Gaddafi heið
urin sum tann mest lívsseigi
einaræðisharrin í Afrika, tí
eingin hevur sitið við vald ið
so leingi sum hann. Í veru
leikanum eru tað fáir eina
ræðisharrar í søguni, sum
hava sitið so leingi við valdið
sum libyski leiðarin.
Men okkurt bendir á, at
hansara dagar á teirri trúnuni
fara at fækka. Mótmælis og
uppreistraraldan, sum tók
seg upp Tunesia og legði seg
inn yvir Egyptaland, skolar
nú eisini inn yvir Libya og
tess 6,5 milliónir íbúgvar.
Í Tunesia noyddist Zine
alAbedine Ben Ali at taka
til rýmingar, og í hølunum á
honum fór Hosni Mubarak
úr Kairo. Spurningurin er, um
Gaddafi verður tann næsti.
Oyðimarkarsonur
Muammar
Gaddafi
varð
borin í heim millum nomadu
fólkið
nær hendis
bý num
Sirte. Hann hevur ofta um
røtt seg sjálv an sum oyði
markar son, og tey, sum hava
verið saman við honum, siga,
at hann fram vegis kennir seg
sum ættar leiðara úr Sahara
oyði mørkini.
Gaddafi var heppin at fáa
skúlagongd og fekk seinni
útbúgving
sum
løg frøð
ing ur og bretska hernaðar
útbúgving. Í 1969 stóð hann
á odda fyri einum hern aðar
kvetti. Hann bleiv for sætis
ráðharri, men tað heitið
hóv aði honum ikki, so í 1972
segði hann heitið frá sær, tí í
hansara eygum er tað fólkið,
sum stýrir Libya.
Einaræðisharrin úr oyði
mørkini hevði ein dreym um
at gerast tann arabiski Che
Guevara. Hann læt Libya
upp fyri yvirgangsmonnum
og skrivaði sína egnu "grønu
bók", sum hevði ta "lítlu
reyðu" hjá Mao sum fyri
mynd.
Hugsjónarliga var Gaddafi
ein samanrenning av islam
ismu og kommunismu. Hann
hevði ein dreym um eina
stóra arabiska samgongu
og royndi fleiri ferðir at
fáa Egyptaland, Tunesia og
Sýria land at skipa eina tílíka
samgongu saman við Libya,
men til fánýtis.
Fíggindi
Sum nevnt hevði Mummar
Gaddafi tætt samband við
yvirgangsfelagsskapir, og tað
gjørdi, at upp ígjøgnum sjeyti
og áttatiárini gjørdist hann
ein tann ringasti fíggindin
hjá Vesturheiminum. Hann
styðjaði
fleiri
yvirgangs
felags skapir um allan heimin
fíggjarliga, og millum annað
var hann dyggur stuðul hjá
tí illa gitna felagsskapinum
Svarti September, sum leyp
á ísraelsku ítróttarfólkini
á olympisku leikunum í
München í 1972 og myrdi
fleiri teirra.
Gaddafi varð eisini sett ur
í samband við eina bumbu
atsókn at einum diskoteki
í Berlin í 1986, har nógvir
ameri kanskir hermenn vóru
inni. Tann mest umrødda
yvirgangsatsóknin, sum verð
ur sett í samband við hans ara
navn, var upp undir jól í 1988,
tá eitt amerikanskt ferða
mannaflogfar
sprongdist
uppi yvir skotsku bygdini
Lockerbie.
Fingið góðkenning
Leikluturin hjá Libya og
tess leiðara í altjóða yvir
gangi høvdu við sær, at um
heimurin og serliga USA
setti eina røð av tiltøkum í
verk ímóti landinum. Men í
1999 valdi Gaddafi at átaka
sær ábyrgd av ymsum yvir
gangsatsóknum ímóti málum
í Vesturheiminum og at rinda
endurgjald, og tað gjørdi, at
tey flestu tiltøkini ímóti
Libya vórðu sett úr gildi.
Árini síðani hevur Gadda
fi fingið eitt slag av viður
kenning í Vestur heiminum,
og hesi árini hevur hann
hitt fleiri av teimum fremstu
ríkis og stjórnarleiðarunum
so sum Tony Blair, Nicolas
Sarkozy,
Barack
Obama
og Silvio Berlusconi, sum
kanska ikki so óvæntað
verður roknaður sum hansara
besti vinur vestanfyri.
Tey seinastu árini hevur
Muammar
Gaddafi
lagt
seg eftir at fyrireika sonin
Seif alIslam alGaddafi til
at taka við eftir seg. Men
mótmælisfólkini í gøtunum
í Benghazi, Tobruk, Tripoli og
aðrastaðni kunnu leggja fót
fyri ætlan hansara og noyða
hann at fara aftan á Ben Ali
og Mubarak, skrivar AFP.
arni@sosialurin.fo
Gaddafi – einaræðisharrin
úr oyðimørkini
Útlond Leiðarin í Libya, Muammar al-Gaddafi, er hvørki forseti, forsætisráðharri ella generalur. Ístaðin
fyri hevur hann valt sær onnur heiti. Eitt teirra er "Vegleiðari fyri teirri stóru 1. september-kollveltingini í tí
libyska lýðveldinum". Men hann røkir øll tey vanligu ovastu embætini í einum landi og er tí einaræðisharri
Fakta
Muammar Gaddafi
Oberstur og leiðari í Libya.
Føddur í býnum Sirte i 1942.
Útbúgvin løgfrøðingur og heryvirmaður.
Tók valdið í Libya við einum hernaðarkvetti
í 1969, setti kongsveldið úr gildi og skipaði
Libyska Arabiska Lýðveldið.
Stýrislagið byggir á eina hugsjón, sum
samantvinnar arabiska tjóðskaparkenslu og
vælferðarsamfelagið við oljuinntøkum sum
fíggjarligum grundvølli.
Gaddafi hevur styðjað yvirgagsfelagsskapir
og frælsisrørslur kring allan heimin, men tey
seinnu árini hevur hann broytt politikk og
hevur fingið betri samband við Vesturheimin.
Ófriður í Libya
Aftan á kollveltingarnar í Tunesia og Egypta landi
breiddu mótmælini seg til Bahrain, Jemen, Jordan og
Libya.
Ófriðurin í Libya hevur havt tað frávik frá hin um
lond unum, at herurin hevur brúkt bæði skarp
skjúttar, flogfør og tyrlur ímóti mótmælisfólkinum.
Fleiri hundrað eru deyð.
Obersturin Mummar Gaddafi hevur havt valdið í
Libya síðani hernaðarkollveltingina í 1969. Hann
sigur, at tað er fólkið, sum ræður, og tí hevur hann
hvørki heiti sum forseti ella generalur.
Gaddafi hevur stýrt Libya við beinharðari hond, og
øll andstøða verður kvald.
Fakta
Muammar Gaddafi hevur stýrt Libya í skjótt
42 ár, og tað eru fáir einaræðisharrar í søguni,
sum hava sitið við valdið so leingi sum hann.
Mynd: Reuters
Tað var tann tíð, tá hesir báðir hugnaðu sær. Nú er Hosni
Mubarak fallin, og Muammar Gaddafi kann fáa somu lagnu
Mynd: AFP