Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 Sosialurin Lestrarblaðið føroyskar fyritøkur gávur um teirra fyritøku. Tey rætt og slætt leita og lýsa eftir fólki, sum kunnu koma við nýggjari vitan og vinklum til teirra fyritøku, vísir ein annar nevndarlimur, Emil Nolsøe Leivsson, á. Fyritøkur hava einki at óttast Samvinnan sigur, at føroysku fyri­ tøkurnar einki hava at missa, við at samstarva við tey føroysku lesandi. Og tey ynskja eisini at gera greitt, at tá talan er um stórar uppgávur, so fara tey lesandi gjølla til verka og taka avbjóðingina í størsta álvara. – Til kandidat uppgávurnar verður eingin uppgáva skrivað, utt­ an at ein vegleiðari eisini eg knýtt­ ur at. Somuleiðis kunnu lesandi skriva uppgávur um fyritøkur í trúnaði, sigur Eva Skeel Nolsøe. Hon leggur tó dent á, tað eru fyritøkur í Føroyum, sum gjarna vilja samstarva og sum teirra limir eis ini hava arbeitt saman við. – Fleiri av stóru fyritøkunum eru opnar, samstundis sum fyritøkur, ið hava brúk fyri útbúnum fólki, eisini gjarna samstarva, sigur for­ kvinnan. Páll Oddur Rubeksen heldur eis­ ini, at tað er ógvuliga avgerandi, at føroysku fyritøkurnar eru opnar fyri teimum lesandi. – Tá útlendskar fyritøkur koma á føroyska marknaðin, so hava før­ oysku fyritøkurnar og songan kjans í kapp ingini, um eingin nýhugsan og út búgvið fólk er í fyritøkuni, sigur hann. Koma ikki heim Samvinnan óttast avleiðingarnar av gongdini, um hon heldur áfram óbroytt. – Tá tey lesandi verða avvíst av føroyskum fyritøkum, so venda tey sær til donsku fyritøkurnar, sum gjarna samstarva við okkum. Í fleiri førum hava tey eisini verið so fegin um samstarvið, at lesandi, sum hava skrivað uppgávur um teirra fyri tøku, hava fingið bjóðað starv aftaná, sigur Eva Skeel Nolsøe. – Og tá lønarlagið samstundis er hægri í Danmark og livistøðið bíligari, so kann tað henda, at føroy­ ingarnir als ikki koma heim aftur, tá ein donsk fyritøka lokkar, ger Páll Oddur Rubeksen greitt. Sostatt missir einstaka føroyska fyritøkan ítøkiliga vitan, samstundis sum føroyska samfelagið hevur mist enn ein føroying, sum einaferð búði í Føroyum, men sum ongantíð kom aftur. Samstarv og samband er avgerandi Tað er júst hesum, Samvinnan mill­ um annað ynskir at arbeiða ímóti. – Eitt samstarv millum føroysk lesandi og føroyskar fyritøkur, hevði tænt báðum pørtum. Vit liggja sjálvsagt ikki inni við æviga sann leikanum, men við útbúgving okkara hava vit eina feska vitan á øki num, sum fleiri føroyskar fyri­ tøkur ivaleyst høvdu fingið gleði av. Samstundis høvdu okkara limir eisini fegnast, tí flestu teirra ynskja at koma heim aftur. Tá er eitt tætt samband og samstarv við føroyska vinnu lívið ógvuliga umráðandi, sigur Eva Skeel Nolsøe. rolant@sosialurin.fo FAKTA: Samvinnan er felagið hjá teimum føroysku lesandi á Copenhagen Business School. Felagið varð stovnað í 2007, tá nøkur lesandi eftirlýstu ein føroyskan felagsskap fyri tey mongu lesandi á CBS. At byrja við virkaði felagsskapurin fyri tað mesta sum ein sosialur savningardepil, men seinastu árini er hevur felagið tikið fleiri ítøkilig mál upp og varpa ljós á tey. Sostatt er Samvinnan í dag bæði ein sosialur og fakligur felagsskapur. Í dag telur Samvinnan 93 limir, har flestu teirra hava ein profil á heimasíðu nevndsins, samvinnan.com. Nevndin í Samvinnan telur 11 limir. Hesi eru Eva Skeel Nolsøe, Finn Bjarni Hentze Samuelsen, Jórun Gardar Bringsberg, Ólavur Ólavsson, Páll Oddur Lamain Rubeksen, Pætur Jørðdal Niclasen, Pætur Magnussen, Sølvi Jespersen, Tróndur Hentze Sørensen, Emil Nolsøe Leivsson og Óli Jákup Jacobsen. Eva Skeel Nolsøe, forkvinna í Samvinnuni, sigur, at føroysku fyritøkurnar missa eina øgiliga vitan, tá tey ikki samstarva við teirra limir Mynd: Rólant Waag Dam Í Samvinnuni er neyðugt við nógvum nevndarlimum, tí nevndin ynskir at vera virkin allatíðina. Við øðrum orðum skulu próvtøkur, arbeiðið og annað ikki leggja nevndina lamna Mynd: Rólant Waag Dam Fleiri av stóru fyritøk- unum eru opnar, samstundis sum fyritøkur, ið hava brúk fyri útbúnum fólki, eisini gjarna samstarva