mikudagur 23. februar 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
26
Sosialurin
Lestrarblaðið
Eydna Skaale
Vilt tú út í heim at lesa? Á Setrið?
Gerast lærlingur? Mást tú supplera,
fyri at sleppa víðari? Og ivast tú í,
júst hvussu tú skalt bera teg at?
Spyr so á ASK.
– Fólk eru altíð vælkomin at
ringja, maila ella støkka inn á gólvi,
um tey hava onkran trupulleika
viðvíkjandi víðari lestri. Tað sigur
Holger Arnbjerg, sum í fleiri ár hev
ur beitt ungar føroyingar inn á ta
kósina, tey ynskja sær. Hann hevur
tí drúgvar royndir eftirhondini og
tað, sum hann ikki veit, tað kannar
hann.
Væntaði sesongarbeiði
Holger Arnbjerg greiðir frá, at hann
hevði væntað, at arbeiðstrýstið fór
at vera serliga stórt beint uppundir
donsku freistirnar. Men hann fór
skeivur. Orsøkin er, at so nógvir
før oyingar ynskja at sleppa longri
enn til Danmarkar.
– Freistirnar í ymsu londunu
fella ymiskt. Í Danmark er kvota
2 nú í mars, og kvota 1 í summar,
men í Avstralia er freistin í august,
í Ong landi er hon í januar og í
Noregi og Svøríki í apríl. Tað ger, at
tað allatíðina er nokk at gera.
Hann greiðir frá, at tað er ymiskt,
hvussu góðari tíð fólk eru í.
– Summi koma beint fyri freist
ina, meðan onnur eru eitt ár fyri
tíðina. Og tað kann altíð viðmælast,
at fólk eru í góðari tíð. Men hitt
letur seg eisini gera, sigur Holger.
Hann leggur dent á, at øll, sum
hava ivamál ella spurningar, eru
vælkomin inn á gólvið á Altjóða
Skriv stovuni.
– Tað er best at gera eina av talu,
ringja ella maila, men fólk kunnu
eisini taka kjansin og vita, um eg
havi tíð at hjálpa teimum. Eg havi
eisini nógvar faldarar og ann að
tilfar um hægri lestur á skriv stov
uni, so tað er bara at leggja leiðina
inn á gólvið.
Góð ráð tá tú spyrt um hjálp
Jú fleiri upplýsingar tú letur, jú
lætt ari er tað at finna júst røttu út
búgvingina til tín.
Greið frá um bakgrundina,
hvørj ar próvtøkur tú hevur, hvørji
próvtøl tú hevur, hvar tú ynskir at
sleppa, nær tú vilt undir út búgv
ingina og hvat tú vilt.
eydna@sosialurin.fo
Føroyar
605
39,1%
701
39,3%
747
39,9%
Danmark
791
51,1%
897
50,3%
939
50,2%
Norðurlond
37
2,4%
34
1,9%
34
1,8%
Stórabretland
94
6,1%
121
6,8%
111
5,9%
Europa annars
8
0,5%
10
0,6%
20
1,1%
Norðuramerika
8
0,5%
15
0,8%
13
0,7%
Suðuramerika
0
0,0%
0
0,0%
0
0,0%
Australia/New Z
4
0,3%
7
0,4%
7
0,4%
Miðeystur
0
0,0%
0
0,0%
0
0,0%
Asia
0
0,0%
0
0,0%
1
0,1%
Í alt
1.547
100%
1.785
100%
1.872
100%
2007/08
2008/09
2009/10
LESandi
Býtið
LESandi
Býtið
LESandi Býtið
Føroyingar í hægri útbúgvingum - býtt á landafrøðilig øki og skúlaár
Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestarstuðlinum – øll í hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum,
eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í ferðastuðlinum – øll í hægri útbúgvingum, ið hava fingið stuðulin í skúlaárinum,
eru tald við. Kelda: Studni
Talið á føroyingum, ið fara undir hægri lestur økist alsamt. Her sæst eitt býtið av hvar føroyingar
lesa. Helvtin av teimum, ið nema sær útbúgving uttanlands, koma ongantíð heim aftur.
Spyr um alt á ASK
Ráðgeving Altjóða Skrivstovan, sum í nøkur ár hevur givið nýklaktu pisunum flog undir veingirnar
og hevur beint tey á beina kós í útbúgvingarmálum, hevur nú fingið enn størri leiklut. Higartil
hava tey bert ráðgivið um útbúgvingar uttanlands, men nú er ASK einasti stovnurin í landinum,
sum ráðgevur um víðari útbúgving, og tí kanst tú spyrja um allar útbúgvingar á ASK
Hentar
heima-
síður:
Kunning til føroy-
ingar, ið ætla sær
uttanlands at lesa:
Altjóða Skrivstovan www.ask.fo
Meginfelag Føroyskra Studenta www.mfs.fo
Mentamálaráðið www.mmr.fo
Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
www.radgevingin.dk
Yrkisdepilin www.yrkisdepilin.fo
Hvat skal eg lesa:
Uddannelsesguiden www.ug.dk
Karrierevejviser www.karrierevejviser.dk
Pengaviðurskifti:
Studni www.studul.fo
Taks www.taks.fo
SU www.su.dk
SAAS
www.saas.gov.uk/student_support/
special_circumstances/postgrad_list.htm
Lestur uttanfyri norðurlond:
Ucas www.ucas.co.uk
Ansa www.ansa.no
Bústaður í danmark:
Boligportal www.boligportal.dk
Mynd: Álvur Haraldsen