mikudagur 23. februar 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
28
Sosialurin
Lestrarblaðið
Hvussu eitur tú? Sunva Eysturoy
Lassen
Aldur? 33 ár
Hvaðani ert tú? Úr Havn
Hvat hevur tú lisið? Bachelor of Arts
(BA): Professional Photography
Hvar hevur tú lisið? Á Brooks
Institute of Photography í Santa
Barbara, California
Hvussu kanst tú lýsa skúlan/
undirvísingina? Tað er ein av
førandi fotografskúlunum í USA.
Undirvísingin er á sera høgum
støði, og man arbeiðir allatíðina
við tí nýggjastu vitanini og tøknini.
Vit høvdu fotografi 2 ferðir um
vikuna, tvs 14 tímar av undirvísing
tilsamans, og sera nógvar uppgávur
í sambandi við fakið. Innan foto var
tað nokk 20% undirvísing og 80%
uppgávur. Umframt foto høvdu
vit "general education", fak, sum
samskifti, business, kunstsøgu, o.a.,
sum er relaterað til høvuðsfakið.
Tað er ein sera strævin skúli at koma
ígjøgnum, og krøvini eru høg. Um tú
ikki avleverar uppgávur til tíðina, so
sleppur tú ikki at avlevera, óansæð
hvør umberingin er. Ert tú 5 min ov
sein í skúla, er sloganið: "don't bother
showing up". Tað eru 300 næmingar,
so tað er ein lítil, men ekstremt
dýrur skúli. Eg fekk 2/3 goldnar av
stuðulsstovninum og mátti rinda 1/3
sjálv.
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið?
Tað er so kul at búgva har, tí
møguleikarnir eru so nógvir. USA
hevur alt, sum tú kundi hugsað tær.
Tað er ein tími at koyra til LA, 4 tímar
til Mexico, 3 tímar til Las Vegas
osv. Amerikanarar eru fantastiska
gestablíðir og lættir at koma í
samband við. Vit funnu eisini eina
góða samkomu, sum vit vóru sera
glað fyri.
Fyrimunir við at lesa har tú vart?
Tú verður tikin inn í eina verð, har
tú ikki hevur nakað Føroyahús,
kristnastovu ella føroyskar grannar
at styðja teg til. Vit høvdu bara
amerikanskar vinir og gjørdust skjótt
integrerað í samfelagið. Mín fatan
er, at føroyingar, sum lesa niðri, sera
sjáldan fáa danskar vinir, men fylgjast
mest við hinum føroyingunum. Tað er
tí ein fantastiskur møguleiki at fara
longri: tú fært lestrarstuðul, part av
skúlanum goldnan, upplivilsi og innlit
í eitt samfelag, sum tú annars ikki
hevði fingið, um tú bara vart saman
við føroyingum alla tíðina.
Vansar við at lesa har tú vart? Tað
tekur 2 dagar at flúgva heim, so man
er øgiliga langt burturi. Men tað er
tann einasti vansin. EG ELSKI USA!
Hvussu eru arbeiðsmøguleikarnir
í Føroyum? Teir eru ikki eins nógvir,
sum uttanlands, tú mást sjálv skapa
teir, um tú vilt arbeiða desiderað við
foto. Ætlanin var alla tíðina at hava
mín egnu fyritøku, og eg stovnaði
felagið "Mureldur", beint sum vit
komu heim aftur. Ótrúliga avbjóðandi
og spennandi at fáa tingina at hanga
saman bæði kreativt og praktiskt.
Skriva til Sunvu og spyr um
skúlan, útbúgvingina ella
lestur í California á:
mureldur@gmail.com
Hvussu eitur tú? Henry Petersen
Aldur? Eg eri 27 ára gamal. Føddur
í 1983.
Hvaðani ert tú? Eg eri uppaldur á
Kambsdali, sum hoyrir til Fuglafjørð,
har eg gekk í fólkaskúla og íðkadi
ítrótt.
Hvat lesur tú ? Eg byrjaði at lesa
til Markanðarføringsøkonom á
Niels Brock í Keypmannahavn. Á
triðja semestri valdi eg at taka eitt
semester a Malta. Malta-túrurin
bleiv longdur vid vid einum semestri
afturat, tì eg fann eina fyritøku,
sum vildi hava meg at skriva mína
høvuðsritgerð fyri tey. Eg hugsadi, at
hetta kundi menna mína enskttalandi
síðu. Eg haldi, at føroyingar í heila
tikið skuldu roynt seg meiri í enskum,
fyri at gerast sindur skrappari í
handilsenskum. Tað er himmalvíður
munur á at lesa og so at royna seg við
tí í veruliga lívinum.
Hvar lesur tú ? Eg læs á Niels Brock
i Keypmannahavn, og hetta gevur
tær fleiri møguleikar at royna teg
uttanlands, t.d. í Sudurkorea, USA og
í mínum føri Malta.
Hvussu kanst tú lýsa skúlan/
undirvísingina? Tað er so
stórur munur á Niels Brock og
universitetinum her á Malta. Niels
Brock er meira klassabaserað, einir
30 næmingar í hvørjum flokki. Men á
Malta eru tað stórir flokkar, onkuntíð
upp í 150 næmingar. Tað er ringt
at hava individuellar diskussiónir,
teimum fær man meiri burturúr við at
kjakast í bólkum. Skal ikki gera meg
klókan uppá hvat er betur, men tað
eru tvey ymisk ting, har eg heilt víst
havi lært nógv av báðum.
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið?
Lestrarlívið í síni heild er feitt. Hvat er
tad ikki herligt at møta nýggjum fólki,
tað gjørdi eg bæði í Keypmannahavn
og á Malta. Her á Malta møtti eg
fólki, sum vóru í somu støðu sum eg,
nýggj og óvitandi um hvat stóð fyri
framman. Tey lokalu skal man bara
líka náa ígjøgnum til. Fólk plaga at
siga, at tad er so strævið at lesa. Eg
haldi, at tað er nakað tvætl, tað er
at njóta lívið, umringaður av bókum,
vitan og forvitnum fólki. Tað er tað
besta strævna lívið, eg veit.
Fyrimunir við at lesa har tú ert? Ein
fyrimunur við universitetinum á Malta
er heilt sikkurt tað tvørmentanarliga;
tú ert noyddur at samskifta á einum
máli, tú ikki ert vanur at samskifta
við dagliga. Og her á Malta: veðrið
rokkar, tað er ikki so galið at sita úti
í garðinum við bólkinum og kjakast
um eitt evni, tá hitin liggur um eini 25
stig allatíðina.
Vansar við at lesa har tú ert?
Vansarnir eru eisini til, tí tey á Malta
byrja at lesa ógvuliga tíðliga, so tú
kanst koma í flokk saman við yngri
folki. Tey kunnu fara á universitet,
tá tey eru 17-18 ára gomul. Tað
hendi, at eg var 26 ára gamal, og tey
í bólkinum vóru 20-21 ára gomul í
miðal. Tá verða sjónarmiðini rættuliga
ymisk. Trupulleikin við undirvísingini
var onkuntíð, at tá vit kjakaðust í
flokkinum, fór tað av og á fram á
maltesiskum, sum ikki er lætt at
skilja.
Hvussu eru arbeiðsmøguleikanir í
Føroyum, tá lesnaðurin er liðugur?
Eg búgvi á Malta, men tað er ikki tí,
at arbeiðsmøguleikarnir eru vánaligir.
Meira tí, at eg persónliga ikki síggi
Føroyar, sum eitt attraktivt land at
búgva í. Samfelagið útviklar seg ikki
serliga skjótt.
Um tú vilt spyrja Henry um
útbúgvingina ella at lesa
á Malta, skriva so til:
hmp@tpost.fo
Hvussu eitur tú? Linda Dam Jacobsen
Aldur? 25 ár
Hvaðani ert tú? Tórshavn
Hvat lesur tú ? Annað árs
læraralesandi á Føroya Læraraskúla
Hvar hevur tú verið sum
skiftisnæmingur? Í januar vóru
Símun Joensen og eg í starvsvenjing
á einum skúla í Boca Raton í Florida.
Skúlin, ið er ein almennur skúli,
kallast Roca Raton Community High
School og har ganga beint undir
3000 næmingar. Næmingarnir, ið vit
undirvístu, vóru millum 14 og 18 ára
gamlir.
Hvussu kanst tú lýsa skúlan/
undirvísingina? Ein ímyndar sær
ofta, at tað ikki er so gott skil á í
teimum almennu skúlunum í USA.
Men soleiðis var ikki her. Alt var væl
skipað og skúlin hevði nógv góð
úrslit at vísa á. Men tað var nógv, ið
var rættiliga nógv øðrvísi enn tað,
ið vit kenna til her heima í Føroyum.
Flokkarnir vóru munandi størri – uml.
35 næmingar, og har vóru nógvar
tjóðir umboðaðar. Samskiftið millum
lærara og næmingar var ikki so
ofta ”ping pong” samskifti, men
heldur var tað lærarin, ið tosaði, og
næmingarnir sloppu til orðanna, tá ið
teir skuldu leggja fram/lata uppgávu
inn. Virðingin fyri lærarinum var eisini
ein heilt onnur, enn tann, vit kenna
í Føroyum, har vit nevna læraran við
fornavni ella bara ”tú”. Lærarin varð
altíð nevndir við eftirnavn, so tað var
rættiliga ørðvísi og nakað, ið vit líku
skuldu venja okkum við, tá ið vit vóru
kallaði Mr. Joensen og Ms. Jacobsen.
Men eg má nú siga, at tað var eitt
sindur stuttligt at kenna seg so
privileged eina løtu ;)
Vit søktu um ferðastuðul frá Studni.
Mann kann í mesta lagi fáa 7000 kr
(nú er tað akkurát broytt til 6000 kr),
so tað, ið ferðin kostaði útyvir tað,
rindaðu vit sjálvi.
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið?
Hetta var eitt sera gott upplivilsi. Vit
fingu møguleika at síggja, hvussu alt
virkaði á skúlanum, men komu eisini
í samband við onnur lesandi, ið vóru
á okkara aldri. Øll vóru sera áhugað
í at hoyra um Føroyar, og tað var als
ikki spart uppá blíðskapin mótvegis
okkum báðum.
Fyrimunir við at vera í starvslæru
har tú vart? Ein sær eina heilt øðrvísi
skúlaskipan og kann seta hesa í mun
til ta føroysku – hetta, fyri at læra
okkum, hvat vit kunnu gera betri,
men eisini so vit síggja, at tað er
nógv í føroysku skúlaskipanini, sum
vit gera, ið er framúrskarandi, og vit
skulu ikki altíð halda, at grasið er
grønari á hinari síðuni. - Og so var tað
nú heldur ikki verri, at vit fingu notið
eitt sindur av sól, meðan vit vóru í
starvslæru ;)
Vansar við at lesa har tú vart? Eg
dugi tíbetur ikki at síggja nakran
vansa við at vera í starvsvenjing í
Florida – tað var eitt gott upplivilsi,
og vit hava lært nógv.
Hvussu eru arbeiðsmøguleikarnir í
Føroyum, tá lesnaðurin er liðugur?
Sum er nú, eru teir góðir, so vit vóna,
at teir eisini eru tað um 2 ár.
Vilt tú lata meg prenta
tínar kontaktupplýsingar,
soleiðis at fólk, sum ivast í
útbúgvingarmøguleikum, kunnu
skriva til tín? Jeps, eingin trupulleiki
:) linda_dj@hotmail.com
Lagt til rættis: Eydna Skaale