fríggjadagur 25. februar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24
10
Sosialurin
Kjak
Helena Dam á Neystabø
Landsstýriskvinna í mentamálum
Leingi hevur verið tosað
um at eggja sjálvbodnum
ítróttar-, skóta- og mentanar-
felagsskapum
at
fremja
nakrar av teimum skilagóðu
byggiætlanum,
sum
tey
hava arbeitt við og savnað
pening saman til leingi – ja
í fleiri ár. Eg veit at nógvar
av
verkætlanunum
eru
bæði góðar og mennandi
fyri trivnaðin, ítróttin og
mentanina
á
staðnum.
Men vit hava havt alt ov
lítlar játtanir til at stuðla
upp undir sjálvbodna byggi-
virksemið.
Nú eru so útlit til, at ein
lóggáva um afturbering av
MVG-útreiðslum til bygg-
ing av ikki vinnuligum og
almannagagnligum
verk-
ætlanum verður samtykt í
Løgtinginum. Eitt sera gott
ískoyti, ið tryggjar, at fleiri
av hesum projektum kunnu
gerast veruleiki – bæði í mið-
staðarøkinum og á bygd.
Men enn eru kirkjurnar
ikki slopnar upp í part.
Og tað haldi eg so avgjørt,
at tær eiga at koma. Sam-
komuhús eru nevnd í við-
merkingunum til lógina.
Til tess at tryggja, at øll
tey sjálvbodnu verða líka
fyri lógini, havi eg loyvt
mær at skjóta upp fyri
fíggjarnevndini,
at
bæði
kirkjusóknir og samkomur
verða beinleiðis nevnd í
lógini um afturbering av
MVG. Eg veit, at tað eru
kirkjusóknir, ið fegnar vilja
sleppa til verka.
At stuðla upp undir
samfelagsgagnligt og sjálv-
boðið mentanarligt virk-
semi, kann bara vera av tí
góða. Tá tað harumframt
kann vera við til at seta
ferð á eina byggivinnu, sum
hevur tað ógvuliga svárt,
so kunnu vit bara vóna, at
Løgtingið fer at taka undir
við uppskotinum.
Bæði kirkjur og samkomuhús
eiga at fáa MVG-afturbering
Nú Fólkaflokkurin á kvøld-
setu í Øravík royndi at frelsa
seg frá sær sjálvun, kann eg
ikki lata verða við at gera
nakrar viðmerkingar.
Tað eru ikki smávegis
eftirrrasjonaliseringar,
flokkurin hevur. Tí sami
flokkur, sum helt tað verða í
fínasta lagi at hava 9 aðalráð
við einum sjálvstøðugum
uttanríkisráðið sum rosinan
í pylsuendanum, tá verandi
samgonga var skipað, hevur
nú kúvent og sigur, at 3 aðal-
ráð er tað mest hóskiliga.
Sjálvsagt ræður nú um
at tekkjast veljarunum, so
einaferð – kanska aftaná
valið í 2016 - kemur ein
fólkafloksløgmaður
helst
at sita einsamallur úti í
Tinganesi, tí teir eru jú so
nógv raskari enn hinir.
Tí, sum teirra floksfor-
maður segði, so høvdu teir
bara tvey sett av klæðum,
nevnliga arbeiðsklæðir og
seingjarklæðir.
Ætlanin
skal
fremjast
soleiðis, at løgmaður skal
hava fíggjarmál, tann privati
parturin av
búskapinum skal hava
tvey landsstyrisfólk. Heilsu-
mál og almennamál, sum
sjálvsagt eru óljóð í fólka-
floksoyrum, skulu gerast
meira anonym, so hesi kunnu
leggjast
undir
innlendis-
málaráðið.
So er tað eyðkenda niðurl-
agið,
at
Fólkaflokkurin,
sum nærum hevur havt
patent uppá at umsita fiski-
vinnumál, er garanturin fyri
einari burðardyggari fiski-
vinnu, og at henda hevur teir
bestu møguleikarnar undir
leiðslu Fólkafloksins.
Tað hevur als einki við
veruleikan at gera, tvørturí-
móti so er okkara fiskifloti
undir leiðslu Fólkafloksins
vorðin
avskeplaður
og
skuldarbundin vegna teirra
tvørrandi evni at umsita
fiskivinnumál.
Tann
so
upphevjaða
umsetiligheitin hevur verið
ein sonn vanlukka fyri sam-
felagið og teir menn, sum
hava ogna sær veiðitól tey
seinastu mongu árini.
Ótálmað spekulasjón við
keypi og sølu av fiskiloyvum,
har
skuldin
er
vaksin
proporsjonalt við, at virðið
av veiðitólunum er minkað,
hevur sjálvsagt havt tað við
sær, at okkara fiskifloti ikki
hevur ein livandi møguleika
at endurnýggja seg.
Og vit skulu minnast til,
at hendan oyðimarkargongd
er hend undir leiðslu Fólka-
floksins, uttan at flokkurin
kann nýta tilfeingisgjaldið
sum orsøk til, at fiskiflotin
kanska er í ringastu kreppu
síðani fyrst í hálvfemsunum.
Sostatt hevur Fólkaflokkurin,
sum sigur seg vera verjan hjá
okkara fiskivinnu, ístaðin
tikið grundarlagið undan
okkara fiskiflota og eini
burðardyggari vinnu.
Meira inntøkur til lands-
kassan er fyri teirra viðkom-
andi ein býur í Russlandi,
meðan teir hinvegin hava
gjørt sær dælt av sama
landskassa.
Fyri 20 árum síðan turkaði
sjálvur núverandi formaður
floksins 3 milliónir krónur,
ið hann skyldaði í mvg, upp
á skattaborgaran.
Ístaðin fyri at taka í
egnan barm og geva Taks
amboð at steðga teimun, sum
veruliga spekulera í at drena
landskassan fyri hundraðvís
milliónir, so er hendan ótálm-
aða spekulasjón hildin áfram.
Og eingin ivi er um, hvør
flokkur hevur ligið í buktini
í hesum máli.
Sama gjørdi seg galdandi,
tá teir bardust fyri, at ein
ótálmað
rentuspekulasjón
kundi fara fram, har fólk
- væl at merkja tey múgv-
andi - kundu taka ørandi
upphæddir
í
láni,
fyri
síðan at spekulera í okkara
rentuskattaskipan.
Ráfiskagrunnurin
var
teirra prosjekt, har tað í
áratíggjur var gjørligt at
súgva umleið 500 milliónir
krónur um árið úr lands-
kassanum. Tað vil við øðrum
orðum siga, at landskassin og
tann føroyski skattaborgarin
lat
teimum,
sum
høvdu
ábyrgd av okkara fiskiflota,
eitt
tilfeingisgjald
uppá
eina hálva milliard krónur
árliga. Men sum talsmenn
fyri
Fólkaflokkin
søgdu,
so
var
henda
upphædd
ein
afturbering
fyri
at
skapa arbeiðspláss á flaka-
virkjunum.
Er
hetta
frísinnaður
politikkur?
Nei, taka vit tann politik,
ið Fólkaflokkurin førir seg
fram við í dag, so hugsar
hann hvørki um landskassan,
fiskimannin ella tey, sum
manna okkara flakavirkir.
Ístaðin fyri at føra ein
politikk anno 2011, so er
flokkurin farin aftur í tíðina,
tá hann varð stovnaður, og
vanligi borgarin skuldi vera
nøgdur við molarnar, sum
fullu av bóndans borði.
Tað, sum fer fram í dag
í sambandi við býtið av
makrelkvotuni, undirbyggir
sera væl nevnda politikk. At
ogn Føroya fólks, lívsgrund-
arlagið
hjá
samfelagnum,
virðir fyri milliardir, verður
latið upp í hendurnar á einum
løgreglumanni, sum tilfeldig-
vís situr úti í Tinganesi.
Tað er fyri mær burtur úr
vón og viti, at hesin maður
av sínum eintingum, meðan
uttanlandanevnd og restin
av samgonguni bert sita og
yppa øksl, kann skalta og
valta við milliarda virði.
Sjálvsagt, um hann vil
ella ikki, so kann hann gera
sær og sínum flokki dælt av
hesi lyklastøðu, soleiðis at
lobbyarbeiði og eitt ómetaligt
trýst frá øllum skipabólkum
er avgerðandi fyri, hvør fær
mest burturúr, tá milliardin
verður býtt.
Hevði tað ikki verið reiði-
ligari, at pelagiski flotin
veiddi tað, ið honum krevst
fíggjarliga, og lat eitt til-
feingisgjald, sum kom øllum
samfelagnum til góðar?
Og um tilgongdin av
makreli í føroyskum sjóøki
var metstór, tá út leið, kundu
aðrir partar av fiskiflotanum
fingið ágóðan av restini,
sjálvsagt eisini ímóti einum
tilfeingisgjaldi ella við at
bjóða upp á ta nøgd, teir hava
áhuga í.
Eingin ivi er um, at tað
aftur í ár verður metprísur á
marknaðinum fyri makrel.
Ætlar Javnaðarflokkurin
bara at sita afturá meðan
hesin ótespiligi leikur fer
fram?
Frank Davidsen
Sørvágur
Eftirrasjonaliseringar Fólkafloksins
Tjóðleikhús har?
Neyvan pláss!
TÓRSHAVN: Bert eitt floygt
hugskot hiðani av bygd frá
bygdarmanni, ið er góður við
okkara vakra høvuðsstað,
sum verður uppaftur vakrari
í komandi tíðum.
M I Ð B ÝA R L U N D I N :
Grasagarður, urtagarðurin hjá
frúnni Cohr og “kommunu-
skúlalundin” sameind til eina
vakra, stóra miðbýarlund við
alskyns plantum og trøum,
eini miðbýartjørn o.s.fr.
HAVNARÁ: Tá so Havnará
eisini verður uppafturlatin,
verður Tórshavn ein ómetaliga
vakur, grønur og hugnaligur
høvuðsstaður, ja, tiltikin.
KO M M U N US KÚ L I N:
Visti annars ikki, at so
illa er statt við Kommunu-
skúlanum. Har er bert eitt at
gera. Listarverkið má kortini
varðveitast.
Okkurt gott pláss finna tit
til nýggja Kommunuskúlan.
Við miðbýarlundarkvøðu
á Borg á Argjum 1. várdag 2011
Kommunu-
skúlin verður
miðbýarlund!?!
Eyðun á Borg