fríggjadagur 25. februar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. februar 2011 · Nr. 24
12
Sosialurin
Kjak
Levi Mørk
býráðslimur
Endamálið er m.a., at allir
kommunalir stovnar skulu
spara 10 prosent av streymi,
kolvetni og fjarhita fyri eitt
rakstrarár.
Hetta
framúr
góða
orkuátak
hjá
Tórshavnar
kommunu er byrjað í ár. Tey
fyrstu úrslitini vera avdúkað
fyrst í komandi viku, har 3
teir fremstu stovnar hjá Tórs
havnar kommunu fáa handað
heiðursgávu frá Heilsu og
Umhvørvisdeildini, fyri teirra
sparing fyri januar 2010.
Hetta tiltakið hjá Tórs
havnar kommunu fekk meg
at hugsa aftur á árið 1998,
tá ið eg var í starvsvenjing
á "Holbæk Fritidscenter" í
Holbæk.
Eg skrivaði í 2008 grein um
hesa mína fyrstu uppliving
um, at "Grønur politikkur
skal raðfestast høgt" og at
vit eiga at læra um grønan
atburð í gerandisdegnum frá
barnsbeini av.
Holbæk Fritidscenter
í 1998
Á "Holbæk Fritidscenter"
bleiv eg tá í 1998 sera bilsin
um, at børnini har vóru vón
at skilja ruskið, og at tey tóku
tað sum eina sjálvfylgju.
Reglur vóru á frítíðarskúla
num, sum skuldu tryggja,
at ein "grønur politikkur"
var framdur í verki á øllum
økjum á stovninum.
Eg kann nevna sum dømi,
at børnini høvdu ikki loyvi til
at hava breyð í pakkum við
silvurpappíri.
Tað var álagt starvsfólk
unum at læra børnini at
skilja rusk, at eta grønt, spara
vatn, hita og streym. Eisini
var farið uundir eina miðvísa
upplæring í endurnýtslu.
Fyri mær var hesin grøni
politikkur so at siga ókendur.
Sjálvandi var eg sum heild
vitandi um "grønan politikk",
men tað var á einum ógvuliga
yvirskipaðum
stigi,
sum
ikki hevði nakran týdning í
gerandisdegnum.
Men her á frítíðarskúla
num lærdi eg skjótt manna
gongdir í gerandisdegnum
um, hvussu stovnurin kundi
spara og minka um óneyðugt
oyðsl. Og var eg í ivi, hvussu
eg skuldi gera teir fyrstu
dagarnar, ja, so fekk eg góða
vegleiðing frá børnunum.
Tey mintu meg ofta á, at
eg skuldi sløkkja ljósið, um
tendrað var í einum rúmi,
sum ikki varð nýtt til nakað
ein part av degnum.
Gularótin og
námsætlan
Holbæk kommuna lokkaði
við eini "gularót" stovnarnar
í kommununi at seta tann
grøna politikkin í verk á
øllum økjum, har tað var
møguligt.
Gularótin ja, hon var
handað hvønn mánað og
hvørt ár til tann stovnin, sum
var fremstur í at seta í verk
henda grøna politikkin.
Og gularótin var eitt
heiðursbræv og gávur til
tríggjar tey fremstu stovn
arnar á hesum økinum.Tann
grøni politikkurin var ein
samantvinnaður partur av
námsætlanini hjá frítíðar
skúlanum í Holbæk.
Umhvørvisvikan í
Hoyvíkar skúla
Vit hava eisini stovnar í
Tórshavnar kommunu, sum
eru at meta sum undangongu
stovnar á ávísum grønum
økjum.
Eg hugsi m.a. um Hoyvík
ar skúla, sum hevur eina "Um
hvørvisviku", har ið børnini
verða
lærd
um
"grønan
politikk".
Og tað er sera gleðiligt at
vita, at foreldur og ikki minst
børnini hava tikið sera væl
undir við hesi umhvørvisviku
líka frá byrjan av.
Men vit í Tórshavnar
kommunu hava nú rættiliga
nógv eftir at læra um grønan
politikk í gerandisdegnum.
Men tað skal vera mín vón,
at tiltakið "Brúka peruna"
veruliga fer at seta ferð á ein
miðvísan grønan politikk á
øllum stovnum í Tórshavnar
kommunu.
Ein greiðan
grønan politikk
Vit skulu hava ein sjónligan
almennan politikk í Tórs
havnar
kommunu,
sum
stovnarnir hvør sær laga til
síni egnu viðurskifti, alt eftir
tí, teir takast við.
Tann almenni grøni poli
tikkurin eigur m.a. at verða
greitt
orðaður
í
nakrar
grundleggjandi almennenar
leiðreglur, sum stovnarnir
síðan hvør í sínum lagi
taka til umrøðu og viðgerðar
møguliga eina tvær ferðir
um árið við fylgjandi eftir
metingum av úrslitum.
Tórshavn gongur
undan
Eg eri sera fegin um, at Tórs
havnar kommuna gongur
undan á umhvørvisøkinum í
sínum kommunalpolitikki.
Í Tórshavnar kommunu
verður tað Heilsu og Um
hvørvisnevndin, sum serliga
fer at vara av hesum grøna
politikkinum.
Men tað er mín vón, at allir
býráðspolitikkarar, antin teir
eru í samgongu ella andstøðu,
fara at taka lógvatak saman
um at fáa framt og ment
grøna politikkin hvønn dag
í árinum øll ár fram!
Børnini í Holbæk lærdu
meg »at brúka peruna«
Tað frøir meg, at Tórshavnar kommuna er
farin undir tiltakið, "Brúka Peruna", sum er ein
miðvís ætlan um at fara undir ein vælskipaðan
orkupolitikk fyri allar stovnar hjá kommununi
Guðrun Holm Jacobsen og
Elin Sofía á Tjaldrafløtti Vestergaard
Eisini fáast ókeypir soppar
á flestu almennu stovnum,
og um tú kemur heim aftur
úr einum evropeiskum stór
býi eftir loknan lesnað, so
er tað mest sannlíkt, at tú
í framtíðini verður sendur
til eksotisku oynna fyri
sunnan.
Umframt
hetta
kunnu vit veita trygd fyri,
at tú sleppur á limalistan
hjá Kringvarpinum og at
50% av tínum vinfólki, ið
eru lesandi uttanlands, aldri
venda nøsini heim aftur til
tín. Vælkomin til Føroyar.
Hóast tølini í kanningini
hjá Norðuratlantsbólkinum
um føroyingar í Danmark
vóru
alarmerandi,
so
tyktist hon als ikki at fáa
føroyingar upp úr stólinum.
Kanningin setti tó dám á
nakrar kjaksendingar, men
best var at stinga høvdið
niður í jørðina og vóna, at
alt nokk fór at ‘laga seg’.
Í kanningini varð m.
a. spurt um framtíðar bú
staðarætlanir hjá teimum
luttakandi. Bert 22% svar
aðu, at tey ætlaðu sær heilt
vist at flyta aftur til Føroyar
at búgva, 18% vóru í iva,
meðan yvir helvtin, 53%,
høvdu als ikki ætlanir um at
flyta heim aftur til Føroya.
Harvið
vísir
kanningin
greitt, at fólkaflyting ikki
verður ein trupulleiki í
framtíðini, men longu er ein
trupulleiki. Í innleiðsluni
til hesa grein varð víst á
nakrar av teimum mongu
pushfaktorunum, ið gera
seg galdandi í føroyska sam
felagnum. Føroyar hevur tó
eisini pullfaktorar, ið gera,
at fólk tíma at flyta aftur til
Føroya. Familjusambondini
eru av stórum týdningi,
men sambært kanningini,
so er hesin pullfaktorurin
longu nú vorðin ov veikur at
draga føroyingar uttanlands
heim aftur. Harvið tykist
tað vera greitt, at skal
fólkatalið í framtíðini vaksa
í Føroyum, mugu vit skapa
pullfaktorar, ið kunnu draga
ungu føroyingarnir heim
aftur eftir loknan lesna.
Útjaðarin Føroyar
Innanhýsis stríðið í Føroyum
tykist uppá mangar mátar
at køva visjónirnar fyri ein
um framkomnum landi, ið
er áhugavert hjá føroying
um at búgva í, men eisini
hjá føroyingum uttanlands
at koma heim aftur til.
Politiska síðan av málinum
snýr seg í høvuðsheitum
um útjaðara og miðstaðar
politikk.
Men
sambært
kanningini
hjá
Norður
atlantsbólkium, so tykist
trupulleikin ikki at vera
eitt stríð millum útjaðara
og miðstað í Føroyum, men
Føroyar sum útjaðara í
globala heimssamfelagnum.
Føroyar eru í beinleiðis
kapping við aðrar stórbýir
í
Evropa,
og
sambært
kanningini, so tapa vit so
dyggiliga.
Havast má í huga, at
føroyingarnir,
ið
venda
aftur til Føroyar, í stóran
mun hava búð í stórbýum,
ið hava nógv fleiri arbeiðs
møguleikar og nógv fleiri
frítíðartilboð enn Føroyar
hevur. Føroyar má royna
at bjóða somu arbeiðsog
frítíðartilboð
sum
aðrir
miðstaðir, hóast tað er í
minni vavi. Av tí at Føroyar
eru so lítlar, so ber hetta
bert til, um ymisku økini í
Føroyum semjast um eina
eind, og ikki lata lokalstríðið
vera dominerandi kraftin
í samfelagnum. Orðið, mið
savning, verður av mongum
sæð sum ein vanlukka,
men kann enda við at vera
bjargingin fyri útjaðaran,
Føroyar. Ein miðsavning
av
arbeiðsplássum
og
frítíðartilboðum hevði ført
við sær nógv fleiri møgu
leikar fyri einstaklingin,
og hevði harvið kunna
skapa fleiri og sterkari pull
faktorar, enn ymisku økini
høvdu kunnað skapt hvør
sær.
Stuttu frástøðurnar í
Føroyum gera tað púra
høpisleyst
at
tosa
um
miðstað og útjaðara. Skal
Føroyar í framtíðini hava
nakran
møguleika
at
kappast við útheimin um
føroyska
ungdómin,
er
neyðugt, at lokalstríðini
ikki fáa pettað Føroyar
sundur í enn smærri eindir.
Kappingin
eigur
heldur
at vera úteftir. Týdningar
miklasta vøran í tænastu
og
vitanarsamfelagnum
er vitan, eisini nevndur
humanur kapitalur. Fáa vit
ikki vitanina heim aftur
til Føroyar, kann hetta fáa
álvarsligar
avleiðingar
fyri búskapin, og harvið
eisini teir møguleikar eitt
samfelag fær bjóða føroy
ingum í framtíðini. Missa
vit í framtíðini meir enn
helvtina av teimum, ið eitt
nú fara til Danmarkar at
lesa, kann hetta í ringasta
føri enda við, at Føroyar um
eina hálva øld ber eyðkenni
av at vera eitt pensiónista
land.
Pullfaktor her:
Ymiskir samfelagsfaktorar,
ið kunnu draga føroyingar
aftur til Føroya
Pushfaktor her:
Ymiskir samfelagsfaktorar,
ið
kunnu
virka
til
at
føroyingar ikki koma aftur
til Føroya
Føroyar má gerast
ein pull-faktorur
Vit bjóða hægsta skattatrýst í heiminum, høgar
matvøruprísir, javnan samgonguslit og skjótan
og effektivan fíggjarpolitikk - har løgtinglimirnir
bert fáa 45 minuttir at góðtaka fíggjarlógir