Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 Sosialurin Lestrarblaðið Uttanlands at lesa? – hygg á www.taks.fo Best umtóktu útbúgvingarnar í 2010 1 LægvidenSkab Københavns Universitet 2.023 umsøkjarar - 10,8 kravt miðaltal 2 Jura Københavns Universitet 1.258 umsøkjarar - 8,3 kravt miðaltal 3 aLmen erhvervS økonomi Handelshøjskolen i København 1.024 umsøkjarar - 7,2 kravt miðaltal 4 LægevidenSkab Århus Universitet 941 umsøkjarar - 10,1 kravt miðaltal 5 PSykoLogi Københavns Universitet 906 umsøkjarar - 10,5 kravt miðaltal Hægstu kravdu miðaltølini á Københavns Universitet í 2010: 1 Lægevidenskab 10,8 2 Statskundskab/samfundsfag 10,7 3 Antropologi 10,6 4 Psykologi, Molekylær Biomedicin og Film- og medievidenskab 10,5 5 Retorik 10,4 6 Litteraturvidenskab 10,0 7 Veterinær Medicin 10,1 Kravda miðlatalið verður roknað út frá talinum á umsóknum í mun til talið av plássum. Jú fleiri umsóknir eru til hvørt lestrarpláss, jú hægri verður kravda miðlatalið (kvotienturin). Miðal talið kann tí skifta nógv frá ári til ár, alt eftir hvussu nógvar um sóknir koma inn. Tí ber ikki til at vita framm­ anundan, júst hvussu høgt miðaltalið skal vera, fyri at tryggja tær pláss, tá tú søkir. Nú er ein føroyskur granskingarpolitikkur stungin út í kortið. Granskingarøkið skal mennast, og karmarnir skulu gerast munandi betri. Ætlanin er, at granskingin skal knýtast at Fróðskaparsetrinum, sum skal hava avtalur við útlendskar stovnar um útbúgving og gransking, soleiðis, at føroyingar kunnu fara uttanlands í styttri og longri tíðarskeið, og útlendingar kunnu koma higar at granska. Uppgávan hjá granskarasetrinum verður at stuðla og birta undir meiri og fjølbroyttari gransking, millum annað í heilsu og biotøkni. Sambært álitinum skal vinnan eggjast til at gera íløgur í gransking og menning. Allar avtalurnar skulu hava breiða politiska semju, og karmarnir skulu setast fyri trý ár í senn. Føroyskt granskingar- setur