Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 24 · 25. februar 2011 2 VIKUSKIFTI GooGle Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hvussu nógv fólk búgva í París? Nær gavst Tony Blair sum forsætisráðharri? Og hvat ár kom Born In The USA út? Vit hava øll spurningarnar, sum vit kunnu spyrja Google leitiskipanina á internetinum, og tað eru ikki bara vit. Hvønn dag eru umleið ein milliard leit­ ingar á Google, og ein millión servarar kring heimin syrgja fyri, at øll fáa svar. Semja er ikki, um tað ber til at spyrja býtt ella ikki, men í øllum førum ber til at siga, at á Google spyrja fólk eisini øðrvísi – løgnar ­ spurningar. Heimasíðan Ninahale hevur leitað eftir spurningum, sum fólk spyrja á Google, og har hava tey funnið heldur ser merktar spurningar, har vit næstan ikki vilja vita orsøkina til spurningin, ella hvat svarið er. Kettan í buksunum Tað ber til at leita eftir øllum millum himmal og jørð á Google, og onkur hevur søkt eftir »nakin á arbeiðsplássinum av óvart«, onkur hevur spurt »hvat slag av alkoholi kann drepa teg?«, og so var tað internetbrúkarin, sum vildi vita »hví hatar hon meg?«. Í listanum hjá Ninahale finna vit eisini hesar leitingar: »Ketta í mínum buksum«, »Lygisøga um keypssentur«, »sjeikaligur hermaður«, »vaksin av óvart«, »sólarskipanin aftur plágað av tjóvum«, »ein bunki av lorti« og »hvar fingu tey innbúgvið til Tron Legacy frá?«. So eingin hevur kanska spurt ov nógv – men tað eru sanniliga nakrir løgn ir spurningar úti har. Til: Allar tannáringar Frá: Einari, sum hevur verið har Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Guðrun við Rættará / Kári við Rættará 2 Klumma: Til allar Tannáringar 4 IntERvIEw: guðrun við ræTTará 8 IntERvIEw: Jákup Dahl 10 tIPS: SJónvarpSrøðir 12 90 SEKund: helena Dam á neySTabø 14 Í RanGaStRúPan: ymiSkT úr miðlunum 14 umaftuRaftuRum: høgni DJurhuuS 18 tað ER Tíðin 19 tIl aRbEIðIS: riTa SyDerbø 20 baKGRund: elDrabyrðin vekSur 24 EIdESGaaRd oG KallbERG GEvaSt: hvaT merkir Tað? 26 KaPPInGaR: vinn góðar vinningar 30 mIðlamJaRR: Tað Siga Tey á Facebook og í miðlunum 31 tað hEndIR: konSerTir, TilTøk, bøkur og annað 32 vIKumyndIn: kavi í new JerSey INNIHALD klumman Inna Törnroos Fólk gera nógvar løgnar leitingar á Google MILLIóNIr av fólki brúka leitiskipanina GooGLE, tá ið týðANDI og minni týðandi uppLýsINGAr skulu fINNAst. Heimasíðan NINAHALE Hevur funnið fram Heldur LøGNAr leitingar á GooGLE løgnar leitingar á google Eg helt í fullum álvara, at alt tað stuttliga í lívinum var yvirstaðið, tá eg gjørdist 20 ár. So míni tannáringár vóru fylt av nógvum »hetta­má­eg­gera­nú­tí­skjótt­er­alt­ yvirstaðið« og tá dagurin upprann, og eg gjørdist 20m var tað total krisa. Eg hevði ongan sjeik (tað høvdu allar vinkonurnar) – eg var ólukkuliga forelskað (sum ikki einaferð) og sat úti í skóginum í Álandi uttan at vita, hvat eg faktiskt gjørdi har (hevði eitt frípláss á einum háskúla, ið var so vánaligur, at hann burdi verið niðurlagdur). Nógv flentu at mínari 20 ára­kreppu, men fyri meg var tað álvari! Eg dugdi ikki at síggja, hvat 20, 21, 22 høvdu at bjóða av stuttleika! Nú eri eg skjótt 40, og slík kreppa, sum tað var til 20 ára føðingardagin, vænti eg so av gjørt ikki, tað verður aftur. Lívið endaði so bestemt ikki, tá eg gjørdist 20, tað bleiv bara betri og betri, og tað er næstan, at eg trúgvi teim um, sum siga at lívið byrjar, tá ein fyllir 40. Sá eina sending í gjár um ung samkynd, ið tóku lívið av sær sjálvum í USA. Seinastu árini hevur hetta verið ein stórur trupulleiki, og tí er ein verkætlan gjørd, ið eitur »It gets better«. Lívið gerst lættari, jú eldri tú blívur. Eisini fyri tey, ella kanska helst fyri tey, ið eru samkynd og standa íi støðuni, har foreldur, systkin og vinir skulu fáa alt at vita. Eg hevði ikki henda trupulleika at drag ast við, men nógvar aðrar, ið flest allir tann­ áringar hava. »Ja visst gör det ont när knoppar brister. Varför skulle annars våren tveka?« spyr Karin Boye í ein av yrkingum sínum. Og tað er so – at vera tannáringur er alt annað enn lætt. Eg hevði ynskt, at eg kundi spolað tíðina aftur og kunna teska í oyrað á 15 ára gomlu Innu: »Lívið gerst bara betri og betri – tak tað róligt, góða«.