Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2002síða 19

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 42 - 1. mars 2002 Nr. 42 - 1. mars 2002 37 Gøtu Kommuna søkir 1 dagrøktara, at byrja skjótast tilber. 1 sjúkraavloysara fyri dagrøktararnar, at byrja skjótast tilber. Dagrøktarheimið skal vera innrættað barnavinar- ligt, har rúm er til børnini at spæla í og hóskandi trygt spæliøkið uttanfyri. Lønin er sambært sáttmála við Føroya Kommunala arbeiðsgevarafelag. Til Dagstovnin søkist 1 hjálparfólk til arbeiði í stovu við 18 børnum í aldrinum 6–7 ár,starvið er tíðaravmarka frá 15.mars til 15. juli 2002. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna skiftandi tíðir. 1 sjúkraavloysara at byrja skjótast gjørligt. Lønin er sambært sáttmála við Føroya Pedagog- felag. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Torgerð Hansen, tlf. 442012 lokal 10. Skrivlig umsókn við avritum av viðmælum og øðrum skal sendast okkum áðrenn 11. mars 2002. Dagstovnurin í Gøtu Box 32 511 Gøtugjógv Norðoya Javnaðarfelag Uppstillingarfundur 2. og møguliga 3. uppstillingarfundur verður í Bøgøtu 3, mánakvøldið 4.3. kl. 19.30. Nevndin Verkfrøðingur til Teknisku deild hjá Sørvágs Kommunu Søkt verður eftir starvsfólkið við tekniskari útbúgv- ing verk/byggifrøðing til teknisku deild hjá Sørvágs kommunu. Talan er um eitt spennandi og sjálv- støðugt starv. Høvuðsuppgávur · At taka sær av projektering, uppmálingum og eftirlit av øllum viðlíkahaldi og nýíløgum í kommununi. · At fyrireika mál, ið skulu leggjast fyri teknisku nevnd. · At skipa fyri avgreiðslu av nevndar- og bygdar- ráðssamtyktum. · At samskifta við borgarar, feløg og stovnar. Førleikakrøv Umsøkjarin skal vera verkfrøðingur, byggifrøðingur ella hava líknandi útbúgving. Persónligir eginleikar Umráðandi er, at umsøkjarin dugir væl at leggja arbeiði til rættis, er fyrikomandi, kann arbeiða sjálv- støðugt og er til reiðar at luttaka í øðrum arbeiði hjá kommununi, enn omanfyri nevnt. Setanarviðurskifti Setanartreytir sambært sáttmála við arkitekta/verk- frøðingafelagið. Kommunan bjóðar eitt áhugavert starv, ið er fakliga og persónliga mennandi við góðum arbeiðsumstøðum. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskriv- stovuna í Sørvági á tlf. 332004 ella 210504. Umsókn Saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu umsóknir verða Sørvágs kommunu í hendi í seinasta lagi 25. mars 2002. Sørvágs Kommuna FO-380 Sørvágur tlf. 332004 – 210504 Vága Javnaðarfelag Uppstillingarfundur 2. og 3. uppstillingarfundur til løgtingsvalið verð- ur í Arbeiðsmannafelagshúsunum í Miðvági fríggjakvøldið 1. mars kl. 19.30. Nevndin Frá Vestsalmon Kollafjørður Søkt verður eftir fólki at byrja beinanvegin. Arbeitt verður í trimum vaktum.Ring tlf.421691 ella 220030. Dúkar Dúkar verða útleigaðir til konfirmatiónir · brúdleyp · barnadóp og aðrar veitslur Tygum kunnu avheinta teir á hesum støðum: Seytjan í Havn Jungmann í Runavík Josi á Skála Rokoko í Gøtu Klaksvíkar Dampvaskarí Tel. 455160 Aðalfundur Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag – FNU – hevur aðalfund á Hotel Hafnia: leygardagin 16. mars kl. 1400 Skrá sambært lógum felagsins. Nevndin Lesið -tað loysir seg Fólk søkist Søkt verður eftir fólki at arbeiða í sølubúðini og at matgera til 6 mans umborð á strandferðaskipinum Teistanum – (Sandoyarleiðin). Arbeitt verður í skiftisvaktum eina viku umborð og eina viku frí. Góð løn verður givin. Tú skal bert kunna matgera vanligan føroyskan mat. Áhuga kunnu ringja 211099 ella 361299 HEILSANIR Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Góði beiggi Hjartaliga tillukku við degnum tann 1. mars. Nú mást tú skunda tær eitt sindur, tú blívur jú 29. Heilsan, Eyðun og Magdalena Góða Heidi Hjartaliga tillukku við 6 ára degnum 29. febr. Her hugnaði tú tær. Heilsan, omma og abbi Góða, elskaða Irdi Hjartaliga tillukku við 25 ára degnum 28. febr. Gleða okkum til ballið leygar- kvøldið. Takk fyri alt tú ert fyri okkum. Heilsan, vit uppi á Hvør skuldi trúð, at hesin skoytusnillingur á Italiu- ferð er vorðin 30 ár? Hjartaliga tillukku! Áskoðarin Góða, elskaða Vár Hjartaliga tillukku á 5 ára degnum í dag 1. mars. Jesus signi teg og framtíð tína. Babba Góði Jóhan! Hjartaliga tillukku við 29 ára degnum 1. mars. Jesus pápi fylgi tær. Nær fert tú at koma við eini damu? Heilsan, mamma og babba Góða Vár Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardeg- num í dag. Jesus pápi væl- signi teg. Omma, abbi og fastir Góði Regin Hjartaliga tillukku við teimum 25 árunum, HB luktar best! Bestu heilsanir, starvsfelagarnir Góði babba Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum. Eg gleði meg til túrin niður til Eyðstein gubba. Heilsan, Jákup Hjartaliga tillukku við føðingardøgunum, Aimée 8 ár 28. febr., Eyðbjørg 6 ár 5. jan., Otto og Elmar 2 ár 26. des. Alt tað besta í framtíðini ynskja mamma og babba Góðasta, fitta Kolbrún Ordiliga stórt tillukku við 10 ára føðingardegnum. Minnist tú drekkamunnan og pannukøkurnar í havanum hjá ommu, tú og Ragnhild. Eisini knús og klemm til hana. Dudd-omman í Sandavági fær eisini eina heilsan við 1.3. Heilsan, Erl-omma C M Y K 37 36