Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 24 · 25. februar 2011 21 VIKUSKIFTI Johnny í Grótinum loypti hvøkk á fleiri, tá hann skuldi halda fyrilestur undir heitinum »Tann seinasti pensjónisturin sløkkir.« Var avtoftingin í durunum? Ikki heilt, men avbjóðingarnar hjá Klaksvíkini og øðrum plássum í landinum eru fleiri eis ini vera eitt gott høvi at skifta stað, og skalt tú skifta, er kanska ikki so gal ið at sleppa heim, sigur Johnny í Grótinum. Hann vísti eisini á, at fólka saman­ setingin í restini av Føroyum hevur verið øðrvísi enn í Klaksvík síðan 1990. Talið á fólki yvir 67 ár er økt 26 prosent í rest ini av landinum seinastu 20 árini, úr 4.357 upp í 5.470 fólk. Talið á fólki mill um 16 og 67 ár er eisini vaksið, úr 25.688 upp í 26.883 fólk, ið svarar til 5 pro sent. Ein uggi er tó at finna í tølunum fyri Klaks víkina, um tey verða pettað eitt sindur sundur, tí verður hugt at gongd ini har bara seinastu 10 árini, so kvinkar talið á fólki í arbeiðsførum aldri uppeftir aftur. Norðoyatunnilin kann vera ein orsøk til tess. – Nú tosa vit altíð um eldrabylgjuna sum nakað negativt, men vit mugu eis­ ini minnast til at frøast um, at tað, at vit verða fleiri eldri, ivaleyst stendst av betri livihátti og heilsurøkt. Sambært hag tølum hjá Hagstovuni varð í 1975 rokn að við einum áramáli upp á 12 ár sum pensjónistur. Við teirri gongd, sum vit síggja nú, verður í 2050 roknað við einum áramáli upp á 20 ár sum pensjónistur, um pensjónsaldurin fram­ vegis verður 67 ár. At vit liva longri, er sjálv andi ikki nakar trupulleiki, men tað skapar nakrar avbjóðingar, sigur Johnny í Grótinum. Kanna vakstrarmøguleikar Í dag eru sum nevnt 637 fólk eldri enn 67 ár í Klaksvíkar kommunu. Varisliga mett kann væntast, at 1200 fólk eldri enn 67 ár verða í býnum í 2050, vísir Johnny í Grótinum á. Tá roknað verð­ ur við samstundis, at talið á fólki í ar­ beiðs førum aldri verður óbroytt ella minkar, er avbjóðingin jú, hvør skal bera tyngdu byrðarnar. Forsagnirnar um alt hetta, ikki bara í Klaksvík, men í øll um í Føroyum, eiga at fáa øll at rakna við og ásanna, at framtíðin kemur ikki av sær sjálvari, heldur hann. Framtíðin má skapast, og forsagnirnar kunnu vísa kósina. – Klaksvíkar kommuna hevur sett niður ein vakstrarbólk, sum helst fer at koma við nøkrum boðum uppá, hvussu til ber at venda rákinum í Klaksvík. Komm unan eigur rós uppiborið fyri hetta átak. Kommunan hevur verið so fram søkin at seta ein vinnusálarfrøðing at kanna ymsu málbólkarnar fyri at bøta um umdømið hjá býnum. Klaksvíkar kommuna ynskir sær fleiri borgarar, og tí hevur hon ásannað, at hon má kenna ynskini hjá møguligum tilflytarum og afturflytarum, og hetta er avgjørt eitt stig á rættari leið. Hetta er framsíggið, sigur Johnny í Grótinum. Hann fegnaðist um góðu upp møt­ ingina, tá hann helt fyrilesturin í Klaks­ vík, og orðaskiftið eftir framløguna var eisini gott og lívligt. M.a. kom ein elektrikari til hansara og segði, at ong um nýttist at hugsa um at sløkkja ljósið, um so var, at alt fólkið fór at flyta, tí el­skipanin er soleiðis skrúvað saman, at hon slóknar sjálv. Hetta fekk sjálvandi allar láturvøddar at danda, og tann ófrættakenda yvirskriftin, »Tann seinasti pensjónisturin sløkkir,« ljóðaði ikki so álvarslig eina løtu. Johnny í Grótinum dregur saman um uppliv­ ing ina á Torradøgunum: – Góða uppmøtingin og upplivingin eftir fyrilesturin váttaðu fyri mær, at tað eri ikki bara eg, sum eri góður við mín heimbý og ynski at skapa eina bjarta framtíð fyri bæði kommununa og landið. Fyri meg hevur tað týdning, at vit í kjakinum um at skapa vøkstur taka støði í faktuellum tølum um gongdina higartil og útlitunum fyri fólkavøkstri í fram tíðini. Bara á tann hátt kunnu vit fáa eitt væl grundað kjak um tey rák, sum vísa seg, og hvat vit sum samfelag kunnu gera við tey, sigur hann. Vit mugu eis ini minnast til at frøast um, at tað, at vit verða fleiri eldri, ivaleyst stendst av betri livihátti og heilsurøkt mynd: Jens Kristian Vang