mánadagur 28. februar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25
4
Sosialurin
Meiningar uttan
tenn í heysinum
– Í dag skal alt vera stutt og knívskorið. Eingin meining sleppur framat í miðlunum, uttan hon skal
sáldast og sílast. Úrslitið er ein politiskt viðmerking, sum ongar tenn hevur eftir í heysinum, sigur
Óli Breckmann. Hann og Torbjørn Jacobsen prátaðu um føroysku kjakmentanina í Hvonn Live
Uni Holm Johannesen
Hittinorðaði Óli Breckmann
tekur til.
– Tað er minnilutin av før
oyingum, sum hevur inn lit í
politiska arbeiðið. Tað eru
ikki nógv, sum skilja, hvat fer
fram í lands stýr in um, løg
ting inum, á bý ráðsfundunum
og
bygdaráðsfundunum.
Úr slitið eru óhvassar send
inginar sum ‘Álvaratos’ og
‘Fólksins Rødd’, har innihaldið
er slutur og vrøvl, er hansara
kontanta niðurstøða.
Teir hava verið í and glett
inum á politiska vígvøllinum
í nógv ár. Evnini at taka til
og at provokera eru framúr.
Djarvir og skemtingarsamir,
men framvegis í ramasta álv
ara, hava teir hildið seg framt
í annars linligu føroysku
kjakmentanini. Við einum
óvanliga hvøssum penni hava
teir sett sín sermerkta dám á
almenna kjakið. Annar er 62
ára gamli akademikarin Óli
Breckmann, sum hevur gjørt
manngarð um borgarliga
poli tikkin í fleiri áratíggju.
Fullkønur og litríkur í før
oysk um máli. Sum blað stjóri
á Dagblaðnum og løg tings
mað ur stúrdi hann ongantíð
fyri at geva øðrum toyggið.
Hin er 55 ára gamli Tor
bjørn
Jacobsen,
róptur
Tobbi,
rok mikli
skiparin
av Skála fjørð inum. Í barn
dóms heiminum vóru tingini
ongantíð balla inn, men søgd
hart og kontant. Tað hevur
verið
ein
týdningarmikil
part ur av hansara politiska
profili.
Við
myndamáli
sum fáur átti hann virknan
leiklut, tá fullveldisrørslan
fekk nýggja luft undir veing
irnar í 1998.
Tobbi tekur til orðanna.
– Pedagogiska kjakið, har
hvør einstakur prátar uttan
innihald bara fyri at hoyra
seg sjálvan, ger ongan mun.
Tað er ofta neyðugt at skera
inn á bein í einum kjaki. At
vera hittinorðaður og at
pro vokera kann flyta kjakið
annan vegin, heldur enn at
standa í stað, heldur hann.
Lítið kjak
Óli Breckmann og Torbjørn
Jacobsen hava verið ídnir
og eyðsýndir kjakarar. Teir
dugað væl at tekkjast velj
ar unum, sum taka undir við
teimum, men eisini hinum,
sum eru rúkandi ósamdir.
Tá teir hava orðið, hava fólk
lurtað.
Fyri
tveir
politikarar,
sum stundum hava stað ið í
fremstu røð og átt høvuðs
leik lutin
á
kjakpallinum,
er tað harmiligt, at tað er
lítið veiggj í føroysku kjak
mentanini. Tað er at kalla
lagt í oyði. Sambært teimum,
eru tað ov fá, sum tora og vilja
varpa sína hugsan út alment.
Tað er ikki stimbrandi fyri
nakran, er niðurstøðan.
Torbjørn Jacobsen vís
ir á eina kronikk, sum Eyð
un Joensen skrivaði fyri
tveim um vikum síðan. Hann
spurdi, hví føroysku aka
demikararnir, sum hava lisið
uttanlands í fleiri ár, ikki
taka lut í kjakinum, tí tað er
sanniliga saknur í teimum.
Tobbi tekur undir við Eyðuni
Joensen.
– Kjakið er á so lágum
støði, at innihaldið í við
merk ingunum verður sjáld
an tugt og endavent. Tað
tykist sum, at tað ræður
um høvuðsleyst at tosa við
síðurnar av, ella leggja eftir
tí, sum skrivar. Um ikki tað,
so
verður
viðmerkingini
bara tagd burtur. Føroyska
kjakið var frægari fyri bara
10 árum síðan, sigur Torbjørn
Jacobsen.
Óli Breckmann var fyri
fyrstu ferð valdur á ting í
1974. Hann hevði verið løg
tingsmaður í 10 ár, tá føroyska
sjónvarpið fór at senda. Tað
var ein kollveltandi broyt
ing, sigur hvassoygdi fólka
floksmaðurin.
– Í dag skal alt vera stutt
og knívskorið. Eingin meining
sleppur framat í miðlunum,
uttan hon skal sáldast og
sílast. Úrslitið er ein politiskt
viðmerking, sum ongar tenn
hevur eftir í heysinum. Tá ber
illa til at fara í dýpdina við
nøkrum sum helst. Tað er ein
trupulleiki, at fólk ikki tora at
siga sína hugsan, tí tey bera
ótta fyri at missa arbeiðið
ella okkurt. Um vit ikki hava
frælsi at blanda okkum, enda
vit skjótt sum í gøtunum í
Kairo, sigur Óli Breckmann
og leggur afturat, at tað er
ikki longur rúm fyri nógvu
kjaksendingunum, sum hava
verið í almenna útvarpinum
og
sjónvarpinum,
meðan
hann
hevur
verið
løg
tingsmaður.
Brúka lætt mál
Slutur og vrøvl, er skoðsmálið,
sum Óli Breckmann gevur
útvarpssendingini ‘Álvaratos’
og sjónvarpssendingini ‘Fólk
sins Rødd’. Tað eru hinvegin
føroysku politikararnir, sum
eiga ein part av orsøkini.
Sum fólkavaldur politikari
er tað eitt krav og ein skylda
at brúka ein málburð, sum
øll skilja. Ein eginleiki, sum
politikarar kunnu bøta um.
– Uppgávan hjá politikar
um er eisini at skapa áhuga
og at kunna veljararnar. Um
eingin skilir tín málburð,
so tíma veljararnir ikki at
luttaka. Tú skal tosa týðiliga
fyri at fólk tíma at lurta eftir
tær, sigur Óli Breckmann.
Torbjørn Jacobsen sakn ar
ungdómsarbeiði í før oysk um
politikki, sum brynjar yngra
ættarliðið at vera politikarar.
Tað er avmarkað, hvussu
nógv
flokkarnir
kunnu
leggja fyri, men tað er eingin
ivi um, at fleiri politikarar
mangla politiska skúling,
heldur hann.
– Tað er púra tilvildarligt,
um tú dugir politikk ella
ikki. Tú verður á ongan hátt
lærdur upp, men má fáa sum
frægast burtur úr sjálvur,
sigur Torbjørn Jacobsen.
Tað tykist sum, at tað ræður um høvuðsleyst at tosa við síðurnar av, ella leggja eftir tí, sum skrivar. Um ikki tað, so
verður viðmerkingini bara tagd burtur, sigur Torbjørn Jacobsen um føroyska kjakmentan