Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25 6 Sosialurin Leo Poulsen Ein týðandi lykil til varandi búskaparvøkstur er at lata ein óheftan stovn regulera fiskiveiðina undir Føroyum. Burðardyggari fiskiveiða gevur fiskivinnuni støðugari inntøkugrundarlag og skapar vøkstur. Politiska reguler­ ingin hevur seinastu 15 árini elvt til eitt alt ov stórt veiði­ trýst, og heldur gongdin fram, fæst eingin varandi búskaparvøkstur. Tað sigur Búskaparráðið millum annað í sínari frá­ greiðing. Tekin eru um vøkstur í búskapinum, men skal fram­ gongdin vera varandi – og tað er neyðugt – so mugu álvarsligu bygnaðarligu skeivleikarnir í fiskiveiðini rættast nú, sigur Thomas Dam, formaður í Búskapar­ ráðnum. Búskaparráðið vísir á, at umsitingin av fiskiveiðuni, har politikarar tilluta fiski­ loyvi og áseta fiskidagar, er búskaparliga óforsvarlig. Seinastu 15 árini hevur veiðitrýstið sambært kann­ ingum í miðal verið umleið 50­70% hægri enn tað, ið hevði givið mest búskaparliga og lívfrøðiliga. Sæð undir einum hava fiskatilvirking og fiskiveiða eftir botnfiski undir Føroyum at kalla ikki havt avlop seinastu 10 árini. – Politiska reguleringin má halda uppat og latast einum óheftum stovni, ið tekur atlit at burðardyggari veiðu. Fiskastovnarnir tola ikki, at politikarar regulera, og henda regulering forðar fyri varandi búskaparvøkstri, sigur Thomas Dam. Tilfeingisgjald Eitt annað, sum javnan verður havt á lofti, er spurningurin um tilfeingisgjald. Hetta mælir Búskaparráðið eisini til í sínari várfrágreiðing. Búskaparráðið mælir til, at leikluturin hjá politiska myndugleikanum verður avmarkaður til millum annað at orða ein yvirskipaðan veiðisetning og at fáast við yvirskipaðar avbjóðingar hjá høvuðsvinnuni. Heilt ítøkiliga mælir Búskaparráðið til, at tað verður ein óheft ikki politisk regulering av fiskiveiðini, at allur almennur stuðul til fiskivinnuna verður strikaður, at álagt verður vinnuni eitt tilfeingisgjald, at strika ásetingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, ið forða fyri kapping og fríari tillaging í fiskivinnuni, at selja fiskiloyvi á uppboði og at selja á uppboði nýggj rættindi. Serliga mælir Búskapar­ ráðið til at veiðiloyvi til makrel verður selt á uppboði, og um tað er ov seint til tað, so at áleggja eitt tilfeingisgjald. Verða tillagingar og broytingar gjørdar, soleiðis at fiskiveiðan verður burðardygg, fæst ein meira lønandi vinna eftir fáum árum. Við betri lønsemi í fiskivinnuna ber eisini til at fáa hægri búskaparvøkstur sum heild næstu árini. Skulu avbjóðingarnar við stórum bygnaðarligum halli á fíggjarlógini verða loystar, er alneyðugt við búskaparvøkstri næstu árini. Fiskivinnan er helst týdningarmiklasti lykilin. Ikki burðardygt Heimliga fiskivinnan og fiskavirkisvinnan hava havt sera trupult at fáa lønsemi í raksturin í fleiri ár. Feskfiskiveiða, t.e. fiski­ veiða eftir botnfiski undir Føroyum, hevur at kalla ikki givið avlop síðani 2002, og undir einum, hevur fiska­ tilvirking ikki givið avlop síðani 2001. Meginparturin av fiski­ skapinum undir Føroyum er í veruleikanum frítt fiskarí (verður sæð burtur frá stongdum leiðum), og er tí ikki burðardyggur. Hetta sæst greidliga av, at hóast fiskidagarnir í fiski­ dagaskipanini eru skerdir umleið 35%, síðani skipanin byrjaði, er stórur partur av døgunum óbrúktur ár um ár, samstundis sum veiðitrýstið síðstu árini hevur verið alt ov høgt – serliga eftir toski og hýsu. Tí er tørvur á at broyta fiskivinnuskipanina, m.a. við tí endamáli at stýra fiskiveiðuni burðardygt. Fyri at stýra fiskiveiðuni burðardygt, er neyðugt við grundleggjandi broytingum. Fleiri teirra ber til at seta í verk beinanvegin, sigur Búskaparráðið í frágreiðing síni. Búskaparfrágreiðing Tað skal verða ein óheftur stovnur, sum skal luta út fiskidagar heldur enn Løgtingið, sigur Búskaparráðið í sínari várfrágreiðing - ein álitandi samstarvspartnari 75 Skipasmíð og umvæling í 75 ár Goymslu- og handilslærlingur hjá MEST Hevur tú hug at koma í goymslu- og handilslæru á MEST í Tórshavn? Vit ynskja, at tú hevur miðnámsútbúgving og at tú: - Ert opin og hevur lætt við at samskifta - Hevur góðan teldu- og talførleika - Ert framfýsin og ágrýtin - Ert áhugaður í mekaniskum og el-lutum Í lærutíðini kemur tú at starvast á teimum ymisku goymslunum í fyritøkuni. Góður møguleiki er fyri føstum starvi eftir loknað útbúgving. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: MEST P/F Postboks 65 FO-110 Tórshavn Att.: Eirikur Joensen í seinasta lagi 15. mars 2011. Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við starvið, kanst tú venda tær til Eirik Joensen á telefon 30 11 11 ella 79 11 77 ella við telduposti til eirikur.joensen@mest.fo. Vil hava óheftan tilfeingisstovn Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum, greiddi frá um høvuðsvinnu okkara á tíðindafundi í morgun Mynd: Jens Kristian Vang BúskapUr