Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. februar 2011 Lýsingablað 2 Sosialurin út í heim Høvuðsstaðurin í Íslandi er ikki so fólkaríkur sum aðrir høvuðsstaðir, men hann stendur kortini lítið aftan fyri, tá tað kemur til at bjóða fram tilboð av ymsum slag. Bláa Lón mugu øll sjálvandi vitja, tað sigur seg sjálvt. Hesin stóri heiti potturin er víðagitin og sera nógv vitjaður. Eitt upplivilsi í sjálvum sær. Íslendingar eru sera vinarligt fólkaslag eins og føroyingar, og serliga í hesum døgum gera íslendingar sær ómak at vera blíðir móti føroyingum, tí teir virða tankan handan lánið, sum føroyingar veittu íslendingum á heysti 2008, tá búskapurin raplaði saman. Í Reykjavíkarøkinum búgva umleið 200.000 fólk og tað svarar til tveir triðingar at samlaða íbúgvaratalinum upp á 300.000. At so nógv av fólkinum er savnað í einum øki førir náttúrliga við sær, at tilboðini eisini savnast har. Og tað skal so lítið til, at heimsins eygu verða vend móti býnum, nærmast av tilvild. Sum tá ein væl umtóktur pylsuvognur í býnum knappliga gjørdist heimskendur, tá Bill Clinton, forseti, keypti eina pylsu úr vogninum. Ein onnur hending – ella happening – sum er á veg at gerast ein traditión, er sonevnda Gay Parade, sum á sætta ári verður hildin í Reykjavík í august. Í fjør savnaði tiltakið eini 90.000 fólk, og luttakarar koma alla staðni frá at vera við í hesum tiltakinum. Paradan var fleiri kilometrar long, við umleið 2000 luttakarum. Á odda koyrdu nakrar politi motorsúklur, og síðani komu nakrar »Dykes on Bikes«. Og so vóru tað bara bilar og lastbilar í einari nærum óendaligari røð. Paradan vardi fleiri tímar og endaði við fýrverki niðri í miðbýnum. Sjálvandi er nógv annað at royna, um tú ikki júst er í Reykjavík í august. Býurin hevur nógvar og góðar matstovur, og náttarlívið er ríkt. Hópurin av søguligum plássum eru eisini eina vitjan verd, og so er Ísland í síni heild kent fyri sína mentan. Byggingin av nýggja operahúsinum í Reykjavík, sum steðgaði saman við øllum øðrum í oktober 2008, er tikin upp aftur, men býurin húsar fleiri størri og smærri sjónleikarhúsum, eins og landið eigur nógvar víðagitnar leikstjórar. Til shopping er Reykjavík minst líka gott sum til dømis Keypmannahavn. Tú fært alt frá endurnýtslu klæðum til Armandi og Gucci, frá eXtra til Rolex. Tað er heldur ikki so dýrt at gista í Reykjavík, og tú kanst velja millum alt frá ból & bita til fimm stjørnað hotel. Íslendingar eru sum nevnt sera gestablíðir og fyrikomandi, men skuldi okkurt komið skeivt fyri, so liggur føroyska sendistovan í hjartanum av Reykjavík. Reykjavík – lítli stórbýurin fyri norðan