Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. februar 2011 Lýsingablað 4 Sosialurin út í heim Flestu stórbýir hava nakrar felagsnevnarar, og stóru innkeypssentrini eru ein teirra. Fields, Fisketorvet, Magasin og Illum hava øll stórt sæð sama úrval av somu vørum. Strøget er uttandura útgávan av einum innkeypssentrið, so hevur tú verið á gongugøtuni ella í einum av sentrunum, so hevur tú verið allastaðni. Eftir at hava vitjað Keypmannahavn óteljandi ferðir, og nú eisini búð í býnum í fýra ár, eru míni ráð tískil: upplivið býin! Her hugsi eg ikki um lítlu havfrúnna, Rundatorn, Sam's Bar og Crazy Daisy. Havfrúgvin situr eisini við Langulinju um 100 ár, Rundatorn verður trupult at flyta nakran veg og Sam's Bar og Crazy Daisy eru ikki stórt øðrvísi enn Glitnir og Rex. Sama prinsipp og fult av føroyingum. Farið heldur eftir tí serstaka og tí, tit ikki fáa aðrastaðni - farið ein túr á Christiania. Latið stuttligu húsini, góða matin og hugtakandi søguna um frístaðin føra tykkum gjøgnum skeivu gøturnar. Christiania, sum fyllir 40 ár í ár, hevur eisini konserthús, framsýningar, góð matstøð, klædnahandlar, barrir, barnagarð og mangt annað. Christiania kann bara upplivast í Danmark, spurningurin er bara hvussu leingi aftrat. Politikkarar og løgreglan síggja heldur enn gjarna, at býarparturin bleiv normaliseraður. Farið tí og upplivið tað ónormala, meðan tit enn kunna. Hugnaligar caféir, endurnýtsluhandlar, grøn metis- búðir, teilendskir marknaðir, góðar mat stovur og vertshús. Gøtan livir dag sum nátt og lýsir bestu og verstu síðurnar av Keypmannahavn. Bestu og verstu síðurnar av danska høvuðsstaðnum er eisini høvuðsevni í mongu bodegaunum kring í býnum. Brúnu vertshúsini, sum tey eisini verða rópt, er staðið, har lívsins trupulleikar, politiska støðan, hjúnarlagið og fótbóltsdysturin í gjár verða viðgjørd. Hetta eru trý støð, eg altíð viðmæli fólki at vitja. Men Keypmannahavn er annað og meiri enn tað. Í stuttum hevur Keypmannahavn alt tað, ein vanligur stórbýur hevur. Tó hevur Keypmannahavn eisini nakað, sum ger býin heilt serstakan. Vitjið heldur tað! Lat Keypmannahavn lokka