mánadagur 28. februar 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. februar 2011
Lýsingablað
6
Sosialurin
út í heim
Millum manna verður Ålborg umrøddur sum eitt lítið
norðurlendskt París. Gjøgnum alt árið er nógv ymisk
og spennandi mentanartilboð, sum tann ferðandi kann
fara til í Ålborg
Millum tær spennandi farleiðirnar hjá Atlantsflogi
er Ålborg, sum er tað fíggjarliga og mentanarliga
knútapunktið í Norður-Jútlandi. Ålborg er ein gamla
býur, sum hevur eina søgu, sum gongur heilt aftur til
víkingaøldina. Nógv virksemi er í býnum, bæði í dag-
og í náttartímunum, og býurin hevur eisini nakrar
ógvuliga spennandi festivalar.
Karnival og víkingamarknaður
Í mai á hvørjum ári verður karnival hildið í Ålborg.
Karnivalið er tað størsta av sínum slagi í øllum
Norður-Evropa, og luttakarnir koma frá mongum
ymiskum londum, og seta hesir veruliga lit á býin.
Størsta víkingagravstaðið í Ålborg eitur Lindholm
Høje. Seinast í juni, ella fyrst í juli á hvørjum ári,
verður skipað fyri einum víkingamarknaði og einum
víkingaspæli á Lindholm Høje. Á víkingamarknaðinum
kann ein finna fólk, sum leika víkingar, og sýna fram
lutir og ymiskt handverk.
Djóragarður og Tivoliland
Eitt stað, sum barnafamiljurnar eiga at vitja er
djóragarðurin í Ålborg – Aalborg Zoo. Djóragarðurin
í Ålborg hevur 1.300 spennandi djór ein kann síggja.
Talan er um heili 138 ymisk djórasløg. Talan er um
djór frá øllum heiminum, teirra millum eisini hótt
djórasløg. Ein túrur í djóragarðinum er ein stuttligur og
minningarríkur túrur fyri alla familjuna. Ålborg hevur
eisini egið Tivoli – Tivoliland – sum hevur 60 ár á baki,
og har er nógv ymiskt spennandi fólk kunnu royna.
”Horrible Ålborg”
Millum forkunnugu upplivingarnar í Ålborg eru
tiltøkini, sum tann lokali sjónleikarabólkurin ”Det
Hem´lige Teater” reikar fyri. ”Det Hem´lige Teater”
bjóðar søguligar túrar, sum ganga 400 ár aftur í tíðina,
tá Ålborg var eitt rættiliga ótrygt stað at ferðast í.
Sjónleikarnir eru ógvuliga ógvusligir, tá tey geva seg
út í leiklutinum, sum brotsfólk úr 17. øld, og skal ein
vænta at gerast kløkkur á vegnum, tá hesi koma undan
húsahornunum.
Matstovur og handlar
Matstovur tróta ikki í Ålborg. Tað eru yvir 300
matstovur ein kann vitja í Ålborg, har ein kann
fáa allan mat frá donskum hakkibúffi til altjóða
gourmetmat. Kring býin eru biografar, sjónleikarahús
og konserthallir. Jomfru Ane Gade er staðið fyri
náttarravnarnar. Har finnast vertshús, náttklubbar,
diskotek og matstovur lið um lið. Handilsmøguleikarnir
eru eisini góðir í Ålborg. Størsti handilsmiðdepulin er
Aalborg Storcenter, sum hevur 65 ymiskar handlar.
Í miðbýnum í Ålborg eru miðini Bispensgade og
Algade, sum hava nógvar ymiskar serhandlar og smærri
handilsmiðdeplar.
Ålborg
– eitt lítið norðurlendskt París
»Jomfru Ane
gade í Ålborg«