Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. februar 2011 Lýsingablað 8 Sosialurin út í heim Europeisku barnafamiljurnar, ið leita sær til Billund gerast alsamt fleiri og fleiri. Stóra baðilandið hjá Lalandia og Legoland draga mest Tá várið kemur í Jútlandi, so letur eisini Legoland dyrnar upp. Í ár letur Legoland dyrnar upp, leygardagin 2. apríl. Serliga temaparkin, sum nú hevur 43 ár á baki hevur drigið miljónir av barnafamiljum til Billund. Alla tíðina verður roynt at útbyggja Legoland. Tað seinasta nýggja børnini kunnu uppliva á einum legolandstúri er tað sonevnda ”Templið”. Børnini fáa hvør sín legojeep, áðrenn tey fara á skattaveiðu. Talan verður um ein spennandi túr, har nógvir vandar lúra á vegnum, bæði ránsmenn og livandi mumi´ir, so tað ræður um at skjóta frá hond, meðan ein koyrir við jeepinum. Fólkini aftanfyri Legoland vænta stóra undirtøku fyri ”Templinum”, og hevur Legoland fingið enn eina dimensjón. Tað stóra baðilandið Størstu feriu- og upplivingarmiðdepulin í norðurlondum liggur í Billund. Her kunnu fólk – óannsæð árstíð – njóta tað tropiska ”veðurlagið” í risahøllini ”Aquadome” hjá Lalandia, sum bjóðar vatnupplivingar av øllum hugsandi slagi. Vatnbreytir og vatnhyljar í øllum støddum gera staðið til eitt eldorado fyri øll børn. Í handilsmiðdeplinum er ”bláur himmal” at síggja alt árið. At sita inni í torginum í Aquadome, er sum at sita uttandura á Mallorca ella á Kreta. Bygningarnir á í serliga torginum eru eisini gjørdir eftir suðurevropeiskum sniði. Á tí serliga torginum eru eisini nógvar og barnavinarligar matstovur og handlar av ymiskum slagi. À økinum er eisini eitt Monky Tonky spæliland, minigolf, bovlinghøll, ítróttarhøll og venjingarrúm. Aðrar upplivingar Um enn tey flestu koma til Billund orsaka av Legolandinum og tí stóra vatnlandinum, so eru eisini aðrar upplivingar at finna í Billund. Í Billund kann ein fara og skoða flogfør frá ymiskum tíðarskeiðum í flogsøguni. Frá 16. apríl ber til at vitja djóragarðin í Givskud – Givskud Zoo. Djóragarðurin í Givskud hevur 900 djór frá 70 ymiskum djórasløgum. Eitt av tilboðunum er at fara á safari, har ein koyrir gjøgnum tað afrikonsku ”savanna´ina”, har leyvur og giraffar eru at síggja. Kring Billund eru rættiliga nógvir golfvøllir, har ein kann royna síni kynstur. Í Billund er eisini ein skulpturpark, har verk hjá nógvum framúrskarandi myndahøggarum eru at síggja. Billund liggur ógvuliga sentralt í Jútlandi. Tað er ikki langt til vestara ella eystara partin av Jútlandi. So ein kann eisini brúka Billund sum basa, tá ein ætlar at koyra roynt við einum leigaðum bili, fyri at uppliva Jútland. Danland Kom við Atlantic Airways á familjuferð til Danland í ár. Atlantic Airways bjóðar nú eisini føroyingum at bókað vælumtøktu Danlondini beinleiðis frá Atlantic Airways ella einari av ferða ferðaskrivstovunum. Komfort deplarnir eru teir meira siðbundnu deplarnir har teir flestu hava nógv tilboð til familjuna við baðilandi ella svimju hylum. Selected deplarnir hava størri íbúðir ella hús og eru av hægri støði – tey flestuav hesum húsunum hava umframt standard egið sauna, spa og brenniovn. Danland hevur feriudeplar í øllum Danmark og Bornholm. Har lego og vatn setur dagsskránna Úr Legolandi í Billund