Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-28, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. februar 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. februar 2011 · Nr. 25 24 Sosialurin Seinastu tíggju mánaðirnar hev ur amerikanska NHTSA (Na tion Highway Traffic Safe ty Administration), við hjálp frá verkfrøðingum frá NASA, framt nógvar rann­ sókn ir fyri at finna møgu lig­ ar, tøkniligar frágreiðingar um hví nakrir Toyota og Lexus bilar á amerikanska mark nað num brádliga byrj­ aðu at økja um ferðina. Amerikanski flutn ings­ mála ráð harrin Ray Lahood hevur almannakunngjørt, at eingin tøkniliga grundað at vold er til óætlaðu ferða­ øki ngi na í einum Toyota”. Í almennari viðmerking sig­ ur Toyota m.a. ”Vit vóna, at hendan týdningarmikla kan n ingin er við til at steðga einum hvørjum iva við­ víkjandi elektronisku skipa­ nunum í Toyota”. Kelda: www.reyniservice.fo Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Vinnu- & bilradio á Eftir ráðstevnuna um elbilar, sum Elfelagið SEV saman við Jarðfeingi skipaði fyri í Norðurlandahúsinum týs­ dagin 15. februar, hevur elbila bólkurin hjá SEV gjørt sína eftirmeting. Á ráðstevnuni søgdu fundarluttakarar úr Før­ oyum, Danmark, Íslandi og Grøn landi sína hugsan og greiddu frá sínum royndum og framtíðarætlanum við elbilum. Har komu nógv ymisk sjónarmið fram um bæði fyrimunir og vansar við elbilum undir núverandi um støðum. Elbilabólkurin staðfestir, at tað eru nógv ymisk ting, sum mugu koma upp á pláss, um vit ynskja at geva elbilum góð ar umstøður í Føroyum. Í okkara grannalondum verða t.d. løðistandarar settir upp og battarískiftistøðir etabler­ aðar í býunum. Almennir stovnar sum Vinnumálaráðið, Inn lendis­ málaráðið og Fíggja rm ála­ ráð ið eiga at ganga á odda og endur skoða alla lóggeving, sum hevur við elbilar at gera. Sum dømi kann nevnast, at vegskatturin er munandi hægri fyri elbilar enn fyri bensin­ ella dieseldrivnar bilar. Hvussu er við trygging av elbilum. Ein stórur partur av bilinum er battaríið, umleið 40­50 prosent av kostnaðinum. Er bilurin vrak, um skaðin ger, at battarí ið ikki kann nýtast aftur?. Eisini mugu frámerki gerast, so at politi, sjúkra­ flutn ingstænasta og sløkki­ lið lætt finna út av, at tað er ein elbilur, sum er íblandaður eitt ferðsluóhapp ella líkn­ andi. Har eru heilt onnur atlit at taka, um t.d. klippast skal í bilin. Á vanligum bilum er elektriski streymurin 12 volt, meðan streymurin í elbilum er um 300 volt. Helst eru tað eisini fleiri onnur atlit at taka, men hetta vóru so tey fyrstu, sum vit hava lagt til merkis. Vónandi eru tað fleiri persónar, sum vilja gera sítt til, at vit fáa so góðar umstøður til elbilar sum gjørligt, siga limirnir í elbilabólkinum, sum vóna, at avvarðandi stovnar og politiski myndugleikin skapa greiðar og tryggar karmar fyri elbilar í Føroyum. Í elbilabólkinum hjá SEV eru: Terji Nielsen, Magnus K. Magnussen, Dánjal Jógvan Hansson, Johan Mortensen, allir frá SEV, og Kári Mortensen frá Jarðfeingi. Góðar umstøður til elbilar Frídøming til Toyota Parkeringspláss við løðistandara Mynd: Finn Jakobsen Parkeringsøki lagt av til elbilar Johan Mortensen og Magnus Magnussen frá elbilabólkinum hjá SEV