Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 Sosialurin Jan Müller – Føroyar eru eitt fjarskotið øki, tá talan er um oljuleiting, og hetta er eisini fyrstu ferð, at vit í ExxonMobil luttaka í leiting um hesar leiðir. Vit eru eitt altjóða oljufelag og tí leita vit eftir kolvetnum kring allan heimin. So vit royna at tryggja okkum, at vit hava hava vitjað hvørt eitt herðas horn í heiminum. Og tað hevur so fingið okkum at hyggja henda vegin sigur ExxonMobil stjórin Erik Oswald, sum vísir á, at fel­ agið hevur verið virkið í um hvørv inum rundan um Før oyar. Teir hava leingi ar­ beitt í bretskum sjógvi og í Noregi og eru eisini í Grøn­ landi. So eftir at hava arbeitt í grannalagnum eru teir nú spentur uppá nýggju avbjóð­ ingina, sum føroyski land­ grunnurin hevur at bjóða uppá. Tað leypir tó ikki hvøkk á Erik Oswald, at eingin av teimum sjey brunnunum, sum eru boraðir við Føroyar, hava verið lønandi fund. –Vit, sum arbeiða í hesi vinnu, eru vanir við, at brunnar eru turrir í byrjanini, tá arbeitt verður í einum nýggjum øki. Tá heimsins størsta oljukelda varð funnin í Miðeysturi vórðu boraðir sjey turrir brunn ar, so hetta er kent fyri brygdi. Erik Oswald vil ikki út­ tala seg um, antin olja og gass finst í føroysku undir­ grundina ella ikki. Tað kann bara boring vísa, men hann leggur aftrat, at um teir ikki mettu, at møguleiki var fyri at gera fund her, so høvdu teir heldur ikki verið her. –Vit eru sera fegnir um at vera komnir til Føroya sigur ein vælupplagdur og brosandi amerikanskur oljustjóri. Gott eygað á Statoil Erik dylur heldur ikki fyri, at hann hevur gott eygað á Statoil, sum verður fyri­ støðu felag í øllum loyvunum ExxonMobil er við í. –Vit vita, at Statoil er eitt sera ábyrgdar fult og dugnaligt fyri støðufelag. Vit vita, at tað er ført fyri at arbeiða uppá ein tryggan og forsvarligan hátt, so vit eru tryggir í tí. Hóast Statoil er eitt nógv minni felag enn ExxonMobil, so hevur felagið kunnleika og royndir frá sínum arbeiði í hesum økinum, umframt at tað hevur eisini altjóða roynd ir. –Vit vóna tí eisini, at vit við okkara stødd, royndum, tøkniliga førleika og fíggjar ligu styrki kunnu vera við til at geva eitt gott og neyðugt íkast til samtakið. – Statoil hevur bundið seg til at bora tveir brunnar. Nú ExxonMobil eisini er vorð in partur av trimum av loyv­ unum hjá Statoil, kunnu vit so rokna við enn fleiri brunn um spurdu vit Erik Oswald. – Um tað fer at eydnast okk um at røkka frægum úrs litum, so vil tað altíð vera pláss fyri fleiri brunnum, men enn er tað ov tíðliga at siga. Eg kann bara siga, at vit eru tilreiðar at bora ein brunn saman við Statoil og Atlantic Petroleum í summar, og vit kanna í løtuni, hvat tað besta er at gera í so máta. Tí byrja vit í dag at tilrætta eina til gongd. Uppá fyrispurning hvørji framtíðarmál ExxonMobil hevur í Føroyum sigur Erik Oswald, at teir eru komnir henda vegin fyri at fáa success tvs. at finna olju og gass, sum kann framleiðast. Áhugaverda fortíð ExxonMobil hava eina sera spennandi og áhugaverda for tíð í oljusøguni. Bæði fel­ øgini vórðu fyri góðum 100 árum síðani ein partur av ameri kanska oljurisanum Standard Oil. Eftir ein dóm í Hægstarætti, har Standard Oil varð dømt til at sleppa mono polstøðu síni var fel­ agið býtt sundur í tær so kendu sjey oljusystrarnar. Ein teirra var Exxon og ein onn ur Mobil. Tað skuldu so ganga nærum hundrað ár, til hesi bæði feløgini aftur løgdu sam an og gjørdust heimsins størsta oljufelag. – Nú tit eru saman aftur og tit framvegis leita eftir olju úti í heimi, eru Føroyar og Atlantsmótið tá eitt av teim um seinastu jomfrúuligu leiti økinum í heiminum, sum tit fara eftir? – Eg havi verið í hesi vinnu so mikið leingi, at eg veit, at vit ongantíð við vissu vita, hvar tað næsta oljuøkið er og nær hetta endar. Tey 20 til 30 árini eg havi verið í olju vinnuni hava lært meg, at tað í dag eru fleiri møgu­ leikar fyri at gera fund enn tað vórðu, tá eg byrjaði í hesi vinnu. So føroyska økið er eitt av mongum ótroyttum økjum í heiminum, sum tað kann vera áhugavert at seta hol á. Alt hetta hevur eisini nakað at gera við, hvørji fólk arbeiða í hesi vinnu og hvørjar tankar og vónir tey hava til at gera fund og hvussu tey ímynda sær, at hesi skulu vera funnin. At enda spurdu vit Erik Oswald, um føroyingar skulu kenna seg tryggar, tá ExxonMobil og Statoil fara at bora – í kjalar vørr inum á herviligu oljudálkivan­ lukk uni í Meksikanska flóg­ vanum: – Hetta er eitt sera álvar­ sligt mál bæði fyri fólkið her búleikast men eisini fyri fel øgini, sum arbeiða her. Statoil er eitt ábyrdarfult fyri støðufelag og við tí tøkn­ iliga arbeiði og royndum, sum vit eisini koma við og tí røttu tilrættaleggingini av sjálv ari boringini á djúpum vatni, so trúgvi eg, at trygdin fer at vera avgjørt í hásæti, tá vit fara undir at bora. So vit koma við øllum okkara aljtóða royndum á hesum øki til hetta samtakið og vóni eg, at tað verður ein stórur stuðul hjá fyristøðufelagnum Statoil. jan@sosialurin.fo ExxonMobil sær møguleikar í Føroyum Leiting Um vit ikki mettu, at møguleikar vóru at finna kolvetni í undirgrundini her, so vórðu vit ikki komnir til Føroya sigur stjórin hjá ExxonMobil, Erik Oswald, sum fegnast um komandi samstarvið við Statoil, Atlantic Petroleum og føroyskar myndugleikar. Erik Oswald, stjóri í ExxonMobil eftir undirskriving av sáttmála, her saman við Rúna M. Hansen, stjóra í Statoil og Ben Arabo, stjóra í Atlantic Petroleum. Mynd Jan Müller