Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26 12 Sosialurin Kjak Høgni Hoydal Margháttligt er tað. At fjølmiðlarnir ókritiskt bera tíðindi frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, sum eru bygd á villleiðing og rættiliga álvarsliga gambling við rættindum og sjálvsvirðing hjá føroyskum lesandi. Sum skulu heingja eitt parta­ politiskt sambandsspjaldur um hálsin á føroyskum les­ andi í Danmark. Og sum eru ein uppgerð við møguleikan hjá føroyskum myndug­ leikum at reka útbúgvingar­ politikk. Edmund skal frelsa okkum frá sær sjálvum Veruleikin í málinum er, at Edmund Joensen nú skal frelsa føroysk lesandi í Danmark frá sær sjálvum. Edmund Joensen er avgerandi atkvøðan hjá donsku stjórnini. Í fjør gjørdi stjórnin av at skerja tann so­ nevnda Føroyafrádráttin hjá lesandi føroyingum í Danmark úr 71.000 kr. árliga, niður í 42.900 kr. Og Edmund Joensen atkvøddi fyri. Hesin lestrarfrádráttur hevur annars verið galdandi í 10­tals ár. Við einum pennastroki gjørdi ein føroyskur fólkatingsmaður av at lækka hann – uttan at føroyskir myndugleikar vórðu spurdir ella hoyrdir. Tí tók undirritaði longu málið upp tann 28. nov­ ember í fjør, tá eg frætti um ætlanina. Setti tá danska skattamálaráðharranum hendan spurning: “Hvilke politiske overvejelser og aftaler ligger til grund for forslaget om at reducere det såkaldte »Færøfradrag« til nye studerende i 2011, hvilke politiske forhandlinger har der været med færøske myndigheder om sagen, og er forslaget i overensstemmelse med de aftaler, der før er indgået mellem danske og færøske myndigheder om fradragsordningen?” Ongi rættindi - bert tilvild Í spurninginum legði eg sjálvandi dent á, at slík ar avgerðir mugu fara fram í samráðing millum danskar og føroyskar myndugleikar. Rættindi hjá lesandi kunnu ikki avgerast við tilvildar­ ligum avgerðum hjá føroysk­ um fólkatingslimum. Men danska stjórnin og Edmund Joensen samtyktu skerjingina uttan nakran dialog við føroyskar myndug­ leikar. Um Edmund hevði atkvøtt ímóti tá, so var ongin skerjing. Síðani fær Edmund Joen­ sen kaldar føtur, tá undir­ ritaði hevur reist málið og lesandi gera vart við seg. Og nú í februar mánaða 2011 boðar hann frá, at hann hevur gjørt avtalu um ein ”nýggjan serligan frádrátt”, og at hesin skal eita ”Ríkisfelagss kapsfrádráttur”. Talan er um nett ta somu upphæddina, sum frádrátturin var í 2010, áðrenn hann varð skerdur – altso 71.000 kr. árliga. Heldur ikki hesaferð eru føroyskir myndugleikar eftirspurdir. Misnýtsla av fólkatingssessi Talan er sostatt um grova propaganda og gambling við rættindum hjá føroyskum lesandi. Nú skulu tey lesandi, sum byrja lesnað í 2011 hava sama frádrátt, sum føroysk lesandi hava havt í áratíggjur. Men tey skulu nú tvingast at fáa heitið “ríkisfelagsskapsfr ádrátt” niður yvir seg – uttan mun til, um tey hava eina aðra politiska sannføring enn Edmund Joensen. Hugsið tykkum rokið í Føroyum, um ein loysingar­ maður á fólkatingi nýtti sína atkvøðu til fyrst at atkvøða fyri at føroyingar í Danmark tildømis skuldu skerjast í “boligstøtte”. Og síðani tók skerjingina aftur og segði, at hetta nú var ein nýggjur stuðul, skuldi eita “loysingarstuðul”? Og skulu vit rokna við, at Edmund Joensen næstu ferð atkvøður fyri at skerja aðrar avtalur og onnur rættindi hjá føroyingum – og síðani rør aftur á aftur, og umdoypir tað til “sambandsstuðul”? Misskilt donsk nasjonalisma Okkara uppgáva á fólkatingi er ikki at taka avgerðir yvir høvdið á føroyska fólkinum og føroyskum myndug­ leikum. Tað er at tryggja, at fólkavaldir føroyskir myndug­ leikar hava avgerðina og rættin til at taka avgerðir vegna Føroyar og føroyingar. Eisini í útbúgvingarpolitikki, har tað hevur verið orðað mál í mong ár, at føroyingar skulu hava eins góðar møguleikar at lesa hvar teir vilja í heiminum – í Føroyum ella øðrum londum. Og tá vit gera avtalur við onnur lond um útbúgvingar­ rætt og stuðulsmøguleikar, eiga vit sjálvsagt eisini at geva lesandi úr øðrum londum somu rættindi hjá okkum. Soleiðis samstarva sivili­ serað ar og javnsettar tjóðir. Nú roynir Edmund Joen­ sen við miðvísari propa­ ganda og villleiðing at billa føroyingum inn, at vit eru heft av vælvildini hjá eini danskari stjórn ella einum føroyskum umboði fyri donsku stjórnina, tá okkara ungdómur skal velja sína framtíðarleið. Avleiðingin er ein miðvís­ ur trútting niður í høvdið á okkara ungdómi um, at okkara ungdómur bara hevur ein veg at fara og skal vera takksamur fyri “gávur og vælvild”. Tað hevur onki við fólka­ ræði og rættindi at gera. Tað elur bara undirbrotligheit, trongskygni og sjálvkoloni­ sering fyri okkara fólk og ungdóm. Ja, tað byggir á eina misskilta danska nasjonal­ ismu í Føroyum. Tey lesandi drigin uppá propagandatráð Edmund Joensen atkvøddi sjálvur fyri at skerja Føroyafrádráttin hjá lesandi í Danmark . Nú skal skerjingin takast aftur. Og tað verður kallað ein nýggj avtala og pakkað inn í gávupappír og sambandspropaganda, sum øll føroysk lesandi í Danmark skulu dragast við… Tað er ein menniskjarættur at siga sína hugsan. At nýta sítt talufrælsi er ein rættur, ið er ein av hornasteinunum í okkara fólkaræði. Tað er hetta borgararnir í ymisk­ um sendingum hjá Kring­ varpinum fáa høvi til ­ at siga sína hjartans hugsan. At siga sína hugsan, hóast hon ikki er í tráð við tað, sum politiski myndugleikin ella aðrir valdsharrar halda, hevur alstóran týdning. Tað hevur týdning, at vit sum samfelag ongantíð koma í ta støðu, at ikki ber til at siga sína hugsan. Í Føroyum og í teimum londum, vit van­ liga samanbera okkum við í vesturheiminum, er tað stað­ fest í grundlógum, at hetta er ein menniskjarættur. Tá ið Kringvarpið ger sendingar, eru lógarbundnar og aðrar reglugerðir, ið vit arbeiða eftir. Eisini hava vit skrivað undir ein public service­sáttmála, sum millum annað undir mentan, lýsir uppgávuna hjá Kringvarpinum soleiðis: ”Í skránni skal Kringvarp Føroya endurspegla gerandis­ dagin og veruleikan hjá føroyingum í øllum sínum fjølbroytni, eitt nú innan átrúnað, livihátt, frítíð, arbeiðs­ og familjulív.” Grundað á hetta fram­ leiðir Kringvarpið nógvar ymiskar sendingar og til­ far til sendingar, líka frá upptøkur av sálmasangi, andaktir og guðstænastur ­ til ítrótt, undirhald, mentan, børn og ungdómssendingar. Eisini, tá ið talan er um, eitt nú, at varpa ljós á, at ung hóast tey eru yngri enn 18 ár, kunnu keypa rúsdrekka. Afturat hesum hevur Kring­ varpið nógvar sendingar, har borgarar siga sína hugsan. Dømi um hetta er sendingin Fólksins Rødd, eitt annað er Álvaratos, har panelið sigur sína hugsan um, hvussu tað sum verður viðgjørt í fjøl­ miðlunum, verður skilt av vanligum fólki. Miðlasøgur­ nar verða sostatt gjørdar fólksligar, soleiðis, at fleiri fáa áhuga at kunna seg nærri og kjakast víðari um, hvat fer fram í føroyska samfelagnum. Vert er at leggja merki til, at Kringvarpið hevur til uppgávu at varpa ljós á at endurspegla gerandisdagin og veruleikan hjá fólki. Kringvarp Føroya hevur ikki í sínum sendingum eina meining um tey mál, sum verða viðgjørd. Talufrælsi – ein hornasteinur í einum fólkaræði Annika Mittún Jacobsen kringvarpsstjóri